Innanlands

Vindmyllulund í Klivaløkshaga fingið umhvørvisgóðkenning

Sjey vindmyllur skulu setast upp í Klivaløkshaga á Sandi

(Mynd: Umhvørvisstovan)

(Mynd: Umhvørvisstovan)

2025-09-12 09:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umhvørvisstovan veitti í gjár Sp/f Vindorku undir stovnan umhvørvisgóðkenning at seta upp eina vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi.

Sp/f Vindorka undir stovnan ætlar at seta sjey vindmyllur av slagnum Vestas, V-117 upp í 264 til 305 metra hædd á og kring Bøllufjall í Klivaløkshaga í útnyrðing úr Sands bygd. Myllurnar væntast at framleiða tilsamans umleið 150,7 GWt av ravmagni um árið. 

Hæddin á vindmyllutornunum frá lendinum upp til snúningsaksulin verður 91,5 metrar. Tvørmátið á veingjunum (veingjabreiðið) verður 117 metrar, og samlaða hæddin til ovasta veingjaspíss 150 metrar. Lægsta hædd (niðasti veingjaspíssur) verður 33 metrar upp frá lendinum.  

Simuleringar eru gjørdar av óljóði og skuggakasti frá vindmyllunum. Óljóð stavar í høvuðsheitum frá veingjunum á myllunum. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á luftin og sólin skínur ígjøgnum veingjabreiðið hjá myllunum. 

Mett verður ikki, at vindmyllurnar verða til ampa vegna skuggakast ella óljóð í økjum, sum Sands kommuna hevur lagt út til sethús, almennar stovnar, vinnu, frílendi ella summarhús.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder