Innanlands

Vindmylnulundin á Gellingarkletti komin undir land

Alment hátíðarhald verður fríggjadagin í sambandi við, at vindmylnulundin hjá EFFO og Røkt verður tikin í nýtslu

2022-11-29 10:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinnapartin fríggjadagin er høvið hjá føroyingum at vitja spildurnýggju vindmylnulundina  á Gellingarkletti, sum er komin undir land og nú framleiðir orku til føroyingar. 

Tá verður eitt frálíkt høvi til at síggja risastóru og orkumiklu vindmyllurnar tætt við. Talan er um seks tær størstu vindmyllurnar í landinum, sum fara at hava kolveltandi týdning fyri tað føroyska orkukervið. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder