Uttanlands

Vindorka skal minka um útlátið í oljuvinnu

Bæði í Norra og í Bretlandi verður arbeitt við at menna vindorkuna til tess at veita streym til olju- og gasspallar - fyri at minka munandi um CO2 útlátið

Bæði í Bretlandi og í Norra verður nú av álvara tosað um at raðfesta menning av vindorkuni, sum skal kunna veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Hetta fer at fáa alstóran týdning fyri at minka um útlátið í oljuvinnuni.

Bæði í Bretlandi og í Norra verður nú av álvara tosað um at raðfesta menning av vindorkuni, sum skal kunna veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar. Hetta fer at fáa alstóran týdning fyri at minka um útlátið í oljuvinnuni.

2021-10-12 14:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Bretski olju- og gassmyndugleikin, 0GA hevur avgjørt at lata 10 mió. kr. sum stuðul til tann, sum kann koma við bestu ætlanunum til at elektrifisera tvs. veita streym til olju- og gasspallar í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Endamálið við hesi verkætlanini er at skunda undir arbeiðið at reka alla olju- og gassframleiðslu við streymi frá eitt nú vindmyllum til lands og til havs. Hesir pallar verða í dag riknir við gassi ella diesel frá egnari framleiðslu og hevur tað stórt útlát við sær.

Hetta er eisini nakað, sum verður raðfest sera høgt í Norra, har m.a. Equinor hevur tikið stig til eina milliarda ætlan á grønu kósini, sum m.a. miðjar móti loysnum, sum kunnu elektrifisera oljupallar.

[object Object]

Stigtakararnir til ætlanina vilja finna fram til bestu loysnirnar  bæði tøkniliga, verkliga og handilsliga til at gera elektrifisering til veruleika. Vinnandi hugskotini fáa lut í teimum 10 mió. kr., sum eru settar í grunnin, innan 1. apríl 2022.

Sjálvur raksturin av oljupallum stendur fyri tveimum triðingum av útlátinum frá olju- og gasspallum. Roknað verður við, at verða olju- og gasspallar riknir við orku frá antin streymkaðalum úr landi ella frá eini havvindorkulund nærhendis, so kann tað minka so mikið munandi um CO2 útlátið, sum svarar til árliga útlátið frá øllum húsarhaldum í einum býi á stødd við Liverpool.

[object Object]

Í Hetlandi verður nú av álvara arbeitt við at menna vindorkuna m.a. til at kunna veita streym til mongu oljupallarnar bæði eystan og vestan fyri Hetland og eisini til grønar orkuætlanir so sum menning av vetni. 

At oljufeløg fara at keypa streym frá vindorkufeløgum kann eisini vera við til at stuðla uppundir framleiðsluna av varandi orku so sum vindorku.

Stjórin í OGA, Oil and Gas Authority, Andy Samuel sigur í eini viðmerking, at elektrifisering av olju- og gassfeltum er ein týðandi partur av loyvunum hjá ídnaðinum at liva upp til krøvini um málið at minka um útlátið, sum finst í nýggja sáttmálanum millum vinnuna og myndugleikarnar í Bretlandi,  “The North Sea Transition Deal”. Hetta er eisini ein einastandandi góður møguleiki hjá ídnaðinum at stuðla menningini av vindorku til havs við eitt nú nýggjum insfrastrukturi, sum fer at vara langt inn í framtíðina og eisini aftaná olju og gass.

[object Object]

Avgerðin hjá oljumyndugleikanum at seta 10 mió. kr. í grunn til at finna loysnir innan elektrifisering av oljupallum kemur eftir, at stjórnin hevur bundið seg til samstarvsavtalu við vinnuna, The  North Sea Transition Deal, sum skal stuðla upp undir komandi byrjanina til at útgera og reka pallar við vindorku.

Bretski ráðharrin fyri orku og klimabroytingum, Greg Hands, sigur:  -Við okkara kolveltandi North Sea Transition Deal, hjálpa vit olju- og gassvinnuni í skiftinum til eina framtíð við lægri útláti.  Nýggi grunnurin við hesum 10 mió. kr. vísir, at vit vilja taka stig á leiðini, so vinnan kann menna infrastrukturin fyri harvið at kunna minka um útlátið frá framleiðsluni í Norðsjónum.

[object Object]

-Ikki bert fer hetta at hjálpa olju- og gassvinnuni at minka um teirra útlát, hetta kann eisini vera við til at stuðla teimum, sum vilja menna vindorku til havs, sum harvið geva sítt íkast til grøna skiftið - við grønari tøkni og varandi orku í Bretlandi.

OGA hevur arbeitt sera virkið við at marknaðarføra elektrifisering í oljuvinnuni í økjum í Norðsjonum og vestanfyri Hetland og hevur fingið fyristøðufeløg, ið standa fyri framleiðslunum, at arbeiða saman og skipa fyri verkstovum saman við orkusektorinum og hava harvið  roynt at eggja oljufeløgunum at skunda undir gongdina.

At elektrifisera oljupallar er ein týðandi partur av arbeiðinum og visiónini hjá OGA um eitt integrerað orkubaseng í Norðsjónum: Við ymsum sløgum av elektrifisering, við at  fanga og goyma av CO2, við havvindi og vetni, miðjar OGA ímóti at kunna minka um útlátið við 60%, sum aftur skal tryggja at rokkið verður á mál við net-zero útláti í 2050.

Bæði vinnan og stjórnin í Bretlandi halda, at samstarv millum eitt nú olju- og gassfeløgini og vindorkufeløgini kann hava alstóran og ítøkiligan  týdning fyri at fremja grøna skiftið.

Tað er greitt, at tað eisini verður fylgt væl við frá føroyskari síðu, hvat fer at henda við grøna skiftinum og framhaldandi olju- og gassframleiðslu eystan fyri Føroyar. Hvør veit, um tað kemur tann dagur, tá vindorka í føroyskum havøki kann vera partur av elektrifiseringini av olju- og gasspallum eystan fyri markið.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder