M.a. hetta vísir umfevnandi og áhugaverda frágreiðingin, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt og latið kunngera.
Orsøkin til minkingina í oljunýtsluni í 2022 er, verður víst á í frágreiðingini, at SEV brúkti á leið 10.500 tons minni av tungolju í 2022 enn í 2021. Hetta eisini hóast at elframleiðslan vaks 2 %. Minkingin kemst av, at munandi meira av varandi orku varð framleidd í 2022 enn í 2021.
![]()
Serliga vaks parturin úr vindi, vøksturin var heili 67 %, sum svarar til á leið 36.000 kWh. Eisini var framleiðslan úr vatni størri enn í 2021. Hetta svarar til góðir 30 túsund kWh. Í 2022 stavaðu 52 % av orkuni, sum varð brúkt til at framleiða el, frá varandi orkukeldum. Hetta er 12 % hægri enn í 2021.
![]()
Jaliga gongdin í 2022 við at skifta frá olju til varandi orku til at framleiða el, sæst týðiliga á myndini niðanfyri. Orka úr vatni og vindi eru, við á leið eini helvt hvør, komin í staðin fyri olju. Nýggja vindorkan stavar serliga frá nýggju vindmyllunum í Porkeri og á Gellingarkletti.
![]()
Orsøkin til stóra fallið í útlátinum frá elframleiðslu í 2015 – sum sæst á - var, at tá vórðu vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga tiknar í nýtslu, og at nógv avfall gjørdi 2015 til eitt gott vatnorkuár.
![]()
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni fegnast um jaligu gongdina í føroysku orkuskipanini. Við Útvarpið segði hann í vikuni, at tað er ikki minst at fegnast um, at vindorkan hevur vundið so nógv uppá seg, soleiðis at hon saman við vatnorkuni hevur minkað um oljunýtsluna.
![]()
Umhvørvisstovan, sum hevur gjørt seinastu frágreiðingina um orku og útlát, kunnar seg javnan við gongdina í útlandinum eins og hon kunnar har um gongdina í Føroyum. Her hevur stjórin Sigurð í Jákupsstovu framløgu um m.a. vindorkumenningina í Føroyum á ráðstevnu í Hetlandi, sum Nordisk Energiforskning skipaði fyri. Mynd Jan Müller
Hann vísir serliga á stóran týdningin, sum vindmylnulundirnar á Gellingarkletti og í Porkeri hava havt fyri at minka um oljunýtsluna í sambandi við at framleiða grønan streym. -Her er hent nógv gott seinasta árið í mun til grøna elframleiðslu, har tú framleiðir streym nógv grønari úr varandi orkuu heldur enn úr olju sigur Sigurð í Jákupsstovu.
![]()
Føroyar hava sett grøna orkuskiftið á skránna, og við tí fara vit helst at síggja fleiri vindmylnulundir á landi komandi árini, og tað merkir, at uttan mun til um okkum hóvar tað ella ikki, mugu vit liva við at síggja hesar úti í náttúruumhvørvinum. Hóast tað er ynskiligt, so verður tað helst seinur dagur, at vit fara at síggja flótandi havvindmylnulundir, tó at hesar eru framtíðin í flestu av grannalondunum.
![]()
![]()
![]()
Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald