Uttanlands

Virðismikil steinsløg á norska havbotninum

Umfevnandi frágreiðing gjørd um eina møguliga komandi vinnu

Stjórin fyri tøkni og greining í norska OD, Kjersti Dahle vísir eit petti av sulfidgróti, sum stavar frá Mohnsrygginum í Norskahavinum í 2020. 

Stjórin fyri tøkni og greining í norska OD, Kjersti Dahle vísir eit petti av sulfidgróti, sum stavar frá Mohnsrygginum í Norskahavinum í 2020. 

2023-01-29 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska "Olje- og Energidirektoratet” hevur júst almannakunngjørt  eina umfevnandi frágreiðing um virðismikil steinsløg (mineral) á norska landgrunninum norðan fyri Føroyar. Niðurstøðan í hesi drúgvu frágreiðingini er, at stórt ríkidømi finst á norska landgrunninum, oftani eisini betri kent sum mangannodulir, sum eru smágrót ella grótklumpar, ið innihalda nógv virðismikil mineral. Hesi verða eitt nú  brúkt í jarn- og stálídnaðinum. Tey finnast á havbotninum ymsa staðni í heiminum og kunnu gerast ein týðandi framtíðar vinna, nú  talan er um eina rúgvu av týdningarmiklum ráevnum heimurin hevur tørv á.

[object Object]

Farið varð undir at kanna hesar heldur ókendu manganklumbar í 2020 og er frágreiðingin eitt úrslit av arbeiðinum. Norska stjórnin hevur gjørt av at kanna møguleikan fyri, at henda nýggja havbotnsvinnan kann gerast veruleiki. 

Roknað verður við, at kanningin og frágreiðingin  kann gerast byrjanin til eina framtíðar vinnu í Norra. Partur av kanningararbeiðinum er farið fram til havs við ymsum kanningarskipum, har tey hava kannað havbotnin á stórum økjum eins og tikið troyndir av gróti. Eitt av endamálunum  hevur verið at finna fram til, hvussu nógv finst av mangannodulum á havbotninum, og tað er longu staðfest, at har er so mikið  nógv, at hetta kann gerast grundarlag undir eini havbotnmineralvinnu. 

[object Object]

Ein týðandi orsøk til at gera hesar kanningar er tann, at dagsins samfelag og ikki minst framtíðar samfeløg fara at hava tørv á at finna nýggj mineral, ið ikki eins og tey vit hava í dag, minka um útlátið. Framleiðslan av serstøkum ráðevnum á landi gerst meira og meira torfør, nú krøvini til minni útlát vaksa. Eisini tí minni er til av teimum. 

[object Object]

[object Object]
Nýggju havbotnsmineralini kunnu fáa stóran týdning í grøna orkuskiftinum.  Menningin av tøkni eins og betri vitan og data um steinsløgini á havbotninum eru við til at gera hesa nýggju vinnuna meira áhugaverda. Nú stendur so eftir at finna fram til, um lønsemi er í hesi nýggju vinnuni og um at fáa røttu tøknina til at fáa nodulini upp av havbotninum. Norra hevur annars røttu royndirnar at fara víðari við hesum, nú orkumyndugleikarnir hava drúgvar royndir og vitan frá sínum kanningararbeiði av undirgrundini í sambandi við olju- og gassvirksemi. 

Kanningararbeiðið, sum fevnir um økið á djúpum vatni í Norskahavinum og Grønlandshavinum, verður gjørt í samstarvi við lærdu háskúlarnar í Bergen og Tromsø.

[object Object]

Mangannodul finnast serliga á djúpum vatni heilt niður á 6 kilometrar dýpi, eru upp til 50 cm í tvørmáli og eru vorðnir til  eftir 50 mió. árum. Tey stava upprunaliga frá vulkanum ella rivum í havbotninum, haðani tilfar lekur. Orsøkin til at ídnaðurin hevur áhuga fyri teimum er tí hesi steinsløgini goyma sera virðismikil  mineral so sum kopar, cobalt og nikkel fyri bert at nevna nøkur. Harumframt hava hesi týdning grøna orkuskiftið. 

Skilt verður millum trý sløg av mineralum, nevniliga mangannodul, manganskorpur og sulfidir. Mangannodul finnast ikki á norska landgrunninum. 

[object Object]

Áðrenn avgerð kann takast um lønandi vinnu er neyðugt við fleiri kanningum bæði av havbotninum og í sambandi við neyðuga tøkni til tess at taka teir upp av havbotninum og víðari viðgera hesi. Mong av mineralunum, sum finnast í nodulunum, koma undir “krittisk mineral” tvs. slík, sum heimurin hevur stóran tørv á men sum eru avmarkað í mongd. Fleir av mineralunum hava eitt nú stóran týdning fyri framleiðsluna av magnetum í vindmyllum og fyri elbilmotorar..

Kelda: 

https://www.npd.no/fakta/nyheter/generelle-nyheter/2023/havbunnsmineraler-store-ressurser-pa-norsk-sokkel/



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder