Uttanlands

Volkswagen gevst at selja bensin- og dieselbilar í Norra

Eftir at hava selt góða millión bensin- og dieselbilar á norska persónbilamarknaðinum fer týski bilframleiðarin skjótt at gevast og leggja seg eftir at selja elbilar

2023-10-23 16:25 Author image
Jan Müller
placeholder


Hetta boðar Volkswagen frá sambært E24. Seinasti bensinbilurin verður seldur í desember. Fyritøkan hevur selt bensin- og dieselbilar í Norra í 75 ár.

Avgerðin verður tikin júst 10 ár eftir, at fyrsti elbilurin frá Volkswagen kom á norska marknaðin.

Norra er annars tað landið í heiminum, sum er komið longst, tá talan er um at brúka elbilar. Ein orsøk til hetta eru nógvu og fjølbroyttu tilboðini av ymiskum modellum elbilum.

Bilgreinarar siga, at avgerðin hjá Volkswagen er bæði náttúrlig og í tráð við grøna orkuskiftið eins og hon eisini fylgir politisku ynskjunum í Norra. Væntandi fara eisini fleiri aðrir bilframleiðarar at fylgja týsku bilafyritøkuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder