Í hesum døgum verður tann høgtmetta afturvendandi arktiska ráðstevnan, Arctic Circle, hildin í Reykjavík, og millum luttakararnar er eisini eitt umboð fyri SEV, sum í dag fer at umrøða framtíðar møguleikarnar fyri at menna havvindorku í Føroyum og Íslandi. Tað er Terji Nielsen, menningrlleiðari hjá SEV, sum fer at umrøða henda so týðandi partin av framtíðar grønari orkuframleiðslu.
Her greiðir Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV frá um framtíðar havvindmylnulundir í Føroyum fyri orkuumboði úr Hetlandi og FOÍB. Mynd Jan Müller
Enn er ikki komið hartil, at føroyskar fyritøkur ella tað almenna hava sett út í kortið ein orkupolitikk á havinum kring Føroyar. Kassarnir á myndini vísa møgulig støð at leggja framtíðar flótandi havvindmyllur.
SEV er ein av høvuðsmotorunum at flyta Føroyar fram á grønu leiðini. Undir heitinum “Ocean Energy: A vital future source”, Havorka - eitt týðandi framtíðar tilfeingi verða fleiri framløgur. M.a. fer norðmaðurin Trond Kvamsdal, fprofessari við vísindaliga og tøkniliga lærda háskúlan í Norra at tosa um flótandi havvindmyllur, og Marte Rusten eisini úr Norra fer at umrøða bioversitet í norðurlendskum havvindorkuverkætlanum.
Terji Nielsen frá SEV greiðir Gunther Newcombe, stjóra fyri Orion orkuverkætlanini í Hetlandi frá um orkustøðuna í Føroyum undir hansara vitjan í Føroyum fyrr í ár. Á myndini er eisini Hákun Djurhuus, SEV stjóri og Louis Wilson, umboð hjá FOÍB í London. Mynd Jan Müller
Fyriskiparar av hesum partinum av Arctic Circle eru Nora, útnorðursamstarvið og Umhvørvisstovan í Føroyum og Nordic Energy Research í Norra. Framløgurnar verða í Kaldalóni í Hørpuni í Reykjavík í dag frá kl. 15.05 til 16.00. Millum áhoyrarnar er eisini stjórin á Orka á Umhvørvisstovuni, Kári Mortensen.
Eingin ivi er um, at spennandi verkætlaninar við vindorkumylnulundum í Føroyum eisini fara at verða umrøddar á Arctic Circle í Reykjavík, ikki minst nú nógv góð og jalig tíðindini eru at frætta um vaksandi grøna vindorku.
Seinasta vindmyllan í Flatnahaga er við at koma upp at standa, og tá verða tað 25 vindmyllur, sum fara at framleiða streym til SEV. Myndir Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald