Innanlands

- Hava skyldu til at kanna føroysku undirgrundina

-Vit hava skyldu til at kanna og kortleggja, hvussu jarðfrøðin háttar seg í okkara egnu undirgrund og um sannlíkindi eru fyri at finna kolvetni, segði landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen m.a. í løgtinginum mikudagin

Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen heldur tað er avgerandi neyðugt, at Jarðfeingi sleppur at halda fram við arbeiðinum at kortleggja og kanna føroysku undirgrundina fyri m.a. at kunna meta um sannlíkindini fyri at finna kolvetni.

Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen heldur tað er avgerandi neyðugt, at Jarðfeingi sleppur at halda fram við arbeiðinum at kortleggja og kanna føroysku undirgrundina fyri m.a. at kunna meta um sannlíkindini fyri at finna kolvetni.

2022-04-22 14:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Í vikuni varð orðaskifti á tingi um m.a. føroysku oljuframtíðina og grøna orkuskiftið. Tað var tingmaðurin úr Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, sum vildi vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum, Magnus Rasmussen hevur í sambandi við møguligar nýggjar útbjóðingar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni. Eisini spurdi hann, um til ber at sameina grøna orkuskiftið við kolvetnisvirksemi.

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum var, at tað hevur ongan skund at skipa fyri nýggjari útbjóðing, nú skipanin við Open Door er í gildi. Avgerandi fyri alla framtíðar tilgongdina helt hann er at lata Jarðfeingi sleppa at gera sítt arbeiði við at kanna og  kortleggja og fáa nýggja vitan um undirgrundina til vega. Heldur ikki sá hann neyðturviliga tað vera nakra andsøgn millum at fremja grøna orkuskiftið og framtíðar kolvetnisvirksemi um okkara leiðir, um farið verður skilagott fram. 

Men hann gjørdi greitt, at koma oljufeløg henda vegin at leita eftir kolvetnum, so skulu tey liva upp til tey strangastu umhvørviskrøvini, sum framkomin lond seta.

Eisini helt hann, at inntøkur frá eini komandi oljuvinnu kunnu vera við til at menna infrastrukturin í Føroyum, sum so aftur kann vera við til at minka um CO2 útlátið. Inntøkur frá kolvetnisframleiðslu kunnu so eisini vera við til at fíggja stóru íløgurnar í grønar orkukeldur.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at verður olja og gass funnið og útvunnið í Føroyum, tá hava vit longu so nógvar føroyingar í hesi vinnu úti í heimi, at hesir kunnu koma heim at reka vinnuna.

[object Object]

Bjarni Kárason Petersen vísti á tørvin at fáa eitt orðaskifti um kolvetni og grøna orkuskiftið.

Eftir at spurningarnir vórðu svaraðir var stutt orðaskifti, har seks tingfólk úr fimm flokkum tóku orðið. Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn segði seg, at hann við at seta landsstýrismanninum spurningar, fegin vildi hava eitt orðaskifti um málið.  

[object Object]

Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen hildu tað vera rætt at leita eftir og framleiða kolvetni í Føroyum

[object Object]

Erhard Joensen og Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum eins og  Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum søgdu seg taka undir við verandi kós á oljuøkinum, nevniliga at Føroyar skulu bjóða útlendskum orkufeløgum møguleikan fyri at fáa leitiloyvi á landgrunninum.

[object Object]

Hervør Pálsdóttir (TJ) og Ingilín Didriksen Strøm (JFL) halda tað ganga ímóti bæði Parísavtalu og niðurstøðum hjá vísindafólki at fara undir leiting og framleiðslu í Føroyum.

[object Object]

Harafturímóti vóru tær báðar tingkvinnurnar, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi og Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum greitt ímóti oljuleiting og framleiðslu í Føroyum. Tær søgdu, at hetta er í stríð við Parísavtaluna og gongur beint ímóti øllum tilmælum frá vísindafólki. Tær mæltu avgjørt frá at taka nøkur stig til hvørki oljuleiting ella framleiðslu. Tær gjørdu annars greitt, at teirra sjónarmið vóru teirra egnu og tí ikki neyðturviliga umboðaðu teirra flokkar sum so.  

Tá landsstýrismaðurin endaði orðaskiftið helt hann fyri, at tað lýsti væl ymisk sjónarmið í málinum. 

Spurningar og svar

Niðanfyri eru spurningarnir frá Bjarna Kárason Petersen, tingmanni og svarini frá Magnus Rasmussen, landsstýrismanni:

Tingmaðurin spyr:

-Er grundarlag fyri at fyriskipa eitt sætta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Útbjóðingarumfør verða brúkt til bæði at kanna áhugan fyri einum øki og at útluta loyvir at leita og framleiða kolvetni til feløg, sum kappast um at fáa tey bestu økini.Landsstýrismaðurin hevur sambært kolvetnislógini eisini møguleika at útluta loyvi uttan at fyriskipa eitt útbjóðingarumfar. Hendan skipan verður nevnd ‘Open Door’.

Jarðfeingi samskiftir javnan við tey flestu oljufeløgini, sum eru virkin í tí partinum av bretska økinum, sum liggur upp ímóti føroyska markinum. Fleiri av hesum feløgunum brúka í løtuni orku at kanna føroyska økið við at brúka jarðfrøðiligar dátur, sum Jarðfeingi hevur útflýggjað teimum. Kortini er einki, sum í løtuni bendir á, at eitt sætta útbjóðingarumfar hevði verið ein fyrimunur fram um verandi ‘Open Door’-skipan.

Høvuðsorsøkin til hetta er, at váðin við at leita eftir kolvetni í tí jarðfrøðini, sum eyðkennir føroyska økið, er størri enn váðin í vælkendu jarðfrøðini bretsku megin markið. Hóast hendingarnar í Ukraina og stóri vøksturin í oljuprísunum óivað eru við til at økja um áhugan fyri føroyska økinum, er hetta neyvan nóg mikið í sær sjálvum at fáa oljufeløgini inn á føroyskt øki. Váðin við at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini má minka, og tað er júst hesum, Jarðfeingi hevur arbeitt við seinastu árini.

Jarðfeingi er íløtuni í gongd við eina trý ára verkætlan, sum hevur til endamáls at greina og endurtulka allar viðkomandi dátur av nýggjum. Úrslitini verða tvinnaði saman, soleiðis at ein meira fjøltáttað mynd av undirgrundini fæst til vega. Í hesum arbeiðinum eru longu ábendingar um, at møguligt er at sameina ymsar myndlar fyri, hvussu jarðfrøðin sær út í økinum. Um endaliga úrslitið váttar hetta, kann tað greiða fleiri ivamál viðvíkjandi føroysku undirgrundini, og tað vil so aftur minka munandi um váðan í sambandi við kolvetnisleiting.

Vitanin verður miðlað til oljufeløg umvegis faklig seminar, har jarðfrøðingar á Jarðfeingi umrøða jarðfrøðilig viðurskifti við serfrøðingar hjá oljufeløgum. Hetta fundarvirksemið hevur verið nógv darvað av COVID-19 farsóttini, men er um at koma í gongd aftur nú. Áðrenn hetta marknaðarføringsvirksemið gevur úrslit, metir Jarðfeingi ikki, at grundarlag er fyri at skipa fyri einum sætta útbjóðingarumfari.

Tingmaðurin spyr:

-Arbeiðir landsstýrismaðurin við at fyrireika eitt framtíðar útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Sum greitt frá í svarinum til fyrsta spurning, so verður tað ikki mett at vera nakar fyrimunur at skipa fyri einum útbjóðingarumfari beint nú, men tað útihýsir ikki møguleikanum fyri at bjóða føroyska økið út aftur í einum útbjóðingarumfari um nøkur ár.Um vit ímynda okkum ta støðu, at kolvetni er funnið í føroyskum øki, og at framleiðsla er í umbúna, tá verður tað munandi lættari enn nú at síggja fyri sær, at oljufeløg fara at kappast um leitiloyvi í einum útbjóðingarumfari.

Tingmaðurin spyr:

-Hvørjar inntøkur til land og kommunur kunnu væntast av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Inntøkurnar til land og kommunur av kolvetnisframleiðslu í føroyskum øki koma frá skatting av oljufeløgum (partafelags-og kolvetnisskatti), ofta nevnt kolvetnisskattainntøkur, og frá inntøkuskatti frá bæði útlendsku og føroysku starvsfólkunum í oljuvinnuni. Hartil koma inntøkur frá víddargjaldi og frá kravinum um, at tilfar og fólk skal um føroyskan kaikant.

Hvørjar kolvetnisskattainntøkurnar til land og kommunur verða av kolvetnisframleiðslu í føroyskum øki, veldst fyrst og fremst um, hvussu nógv kolvetni verður funnið, og harnæst av kostnaðinum at leita eftir kolvetni, at útbyggja ein kolvetnisfund og at framleiða kolvetni í økinum. Søluprísurin fyri kolvetni (gass og olja) ávirkar sjálvsagt eisini inntøkurnar.

Fyri at geva okkum eina hóming av, hvat inntøkustøðið er, tá tosað verður um kolvetnisskattainntøkur, kunnu vit brúka oljukelduna Schiehallion sum dømi. Oljukeldan, ið liggur umleið 20 kilometrar frá føroyska markinum í Hetlandsrennuni, væntast at geva umleið 800 mió. tunnur av olju íalt. Tað verður mett sum ein miðalstór oljukelda. Íløgan í útbyggingina verður í hesum føri mett til 20 mia. kr. tilsamans, og framleiðslan úr oljukelduni verður sett til 130.000 tunnur um dagin. Um Schiehallion lá í føroyskum øki, kundu árligu kolvetnisinntøkurnar til land og kommunur komið heilt upp á 4 mia. kr. árliga í eitt tíðarskeið upp í 10 ár. Síðani høvdu inntøkurnar minkað sohvørt, sum framleiðslan úr oljukelduni minkar, og eftir 25-30 árum høvdu inntøkurnar verið burtur.

Fortreytirnar fyri útrokningini eru, umframt tær áðurnevndu, at leiti-og framleiðslukostnaðir í føroyskum øki eru umleið teir somu sum í Hetlandsrennuni, og at inntøkurnar verða skattaðar eftir núverandi kolvetnisskattaskipan í Føroyum, ið skattar kolvetnisframleiðslu harðari enn bretsk lóggáva. Ein størri oljukelda enn Schiehallion hevði sjálvsagt givið hægri inntøkur og øvugt.

Umframt kolvetnisskattainntøkur høvdu land og kommunur fingið inntøkuskatt frá útlendsku starvsfólkunum hjá oljufeløgunum og frá starvsfólkunum hjá føroysku veitingarvinnuni til oljuvinnuna. Kolvetnisframleiðsla í føroyskum øki hevði óivað havt nógv nýggj arbeiðspláss í serliga veitingarvinnuni við sær, men hvussu nógv er tó trupult at meta um.

Tingmaðurin spyr:

-Kann landsstýrismaðurin sameina leiting og framleiðslu av kolvetni í Føroyum við politisku ætlanirnar um eina grøna umlegging av orkuframleiðsluni og málið um at minka samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum? 

Landsstýrismaðurin svarar:

-Sum spyrjarin vísir á, mugu føroyskir myndugleikar stýra í millum skerini fyri at sameina málið at umleggja til eina grøna orkuframleiðslu samstundis sum føroyski landgrunnurin verður boðin út til leiting og framleiðslu av kolvetnum. Hóast ferð er komin á grøna orkuskiftið, er tað ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir kolvetnum ikki fer at minka í bræði. Heimsbúskapurin klárar seg ikki uttan olju og gass, sum eru álítandi orkukeldur, í næstu framtíð.

Olja og gass á okkara leiðum eru framleidd undir teimum mest ábyrgdarfullu treytunum og umhvørviskrøvunum í heiminum. Um vit vilja tað ella ikki, so vísa forsagnir, at heimsbúskapurin komandi fleiri árini fer at brúka olju og gass í stórum mongdum.

Nýggjar oljuleiðir eru nógv effektivari enn gamlar og brúka tískil minni orku fyri hvørja framleidda tunnu. Um føroyska oljan kann framleiðast við minni útláti enn oljan í t.d. Angola ella Kazakhstan, so er hetta eitt íkast til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Inntøkur frá leiting og eini møguligari framleiðslu av kolvetnum kunnu í ein ávísan mun vera við til at fíggja stóru íløgurnar í grønar orkukeldur.

Tað er ein sannroynd, at lond sum Norra og Danmark, ið eru førandi innan grøna orkuskiftið, hava havt og hava framvegis stórar inntøkur frá kolvetnisvirksemi. Vert er at hava í huga, hvønn týdning oljuvinnan hevur havt fyri, at hesi londini í dag eru før fyri at vera so frammarlaga á orkuøkinum. 

Verður kolvetni funnið í Føroyum í rakstrarstórum nøgdum, kunnu føroyskir myndugleikar stremba eftir, at ein fortreyt fyri at útvinna kolvetni úr føroyskari undirgrund er, at framleiðslan hevur so lágt CO2 útlát, sum til ber. Ein møgulig politisk loysn at tryggja eina reina framleiðslu av kolvetni er við at gera broytingar í kolvetnisskattalógini, sum eggjar kolvetnisframleiðarum til at brúka røttu umhvørvisloysnirnar. 

Orkan.fo fer í komandi greinum at umrøða sjónarmiðini hjá teimum einstøku tingfólkunum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder