Uttanlands

– Kunnu ikki lata Putin áseta prísin á el í ES

Elrpísurin skal niður, sigur Karl Nehammer, kanslari í Eysturríki

Karl Nehammer, kanslari í Eysturríki (Mynd: EPA)

Karl Nehammer, kanslari í Eysturríki (Mynd: EPA)

2022-08-29 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturríkski kanslarin, Karl Nehammer heitir á ES um at steðga methøga prísvøksturin á el í ES.

– Elprísurin skal niður. Vit kunnu ikki lata Putin avgera hvønn dag, sigur hann.

Nehammer sigur, at hann ætlar at taka málið upp á komandi kreppufundinum hjá ES um orku. Hann hevur longu umrøtt málið við stjórnir í grannalondunum Týskland, og Kekkia, sum hevur formansskapin í ES hetta hálvárið.

Í farnu viku settu prísirnir á el í ES met, og serfrøðingar og politikarar hava ávarað um, at ES kann fáa ein harðan vetur orsakað av russisku innrásini í Ukraina, og eftir at Russland hevur minkað um gassveitingina til fleiri evropeisk lond.

Fríggjadagin kom prísurin fyri 1.000 kW av streymi upp á 995 evrur, meðan hann í Fraklandi kom upp á 1.100 evrur. Hetta svarar til ávikavíst 7.400 og 8.200 krónur.

Tøl frá danska orkustýrinum vísa, sambært Ritzau, at eitt miðalhúski við fýra fólkum brúka uml. 4.600 kWt av streym um árið. Tað merkir, at elrokningin í Týsklandi og Fraklandi – við núverandi prísunum – verður ávikavíst 34.000 og 38.000 krónur um árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder