– Vit hava nógvar bussleiðir í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann hevur spurt Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um ætlanin er at gera átøk, sum skulu fáa fólk at brúka almennu bussleiðirnar meira.
– Nógv fokus er á orkusparingar, veðurlagspolitikk og átøk, ið skulu minka um CO2-útlátið. Á samferðsluøkinum verður nógv tosað um el-bilar o.a., men ein møguleiki sum sjáldan verður nevndur, er brúkið av almennu bussleiðunum, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann sigur, at nógv heldur velja at koyra við egnum bili, av tí at ruturnar í nógvum førum passa illa við arbeiðs- og skúlatíðirnar hjá fólki, og tí er ikki grundarlag fyri at økja um túratalið hjá bussunum.
Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”, sigur Helgi Abrahamsen.
Fyrispurningurin hjá Helga Abrahamsen kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald