Hóast nógvar forðingar hjá oljuvinnuni kring heimin orsakað av korona, lágum oljuprísum og lækkandi eftirspurningi og minkandi íløguáhuga, so lata fleiri lond øki upp fyri nýggjari leiting. Hetta gera tey, tí tey meta tað vera týdningarmikið at fáa atgongd til nýggjar oljukeldur, nú aðrar eru við at minka ella tømast. Nýggj leiting fevnir m.a. um tvey av grannalondum okkara, Grønland og Norra. Eisini í Danmark er nýggj leiting bjóðað úr, men hon er fyribils steðgað, meðan avleiðingar verða kannaðar.
Nýggj leitiloyvi í Norskahavinum
Í Bretlandi, har nýggj leitiútbjóðing hevur verið á hvørjum ári, er leitingin í ár løgd á ís. Mett verður at feløgini hava meira brúk fyri at arbeiða við teimum økjum, sum teimum er tillutað seinastu árini. Og tí hevur tað ikki skund at bjóða nýggj øki út nú. Seinasta útbjóðingin, tann 32. í røðini, lat aftur fyri einum ári síðani og vórðu fleiri nýggj leitiloyvi latin fyrr í ár, eitt nú upp at føroyska markinum.
Í Føroyum varð 5. útbjóðingin latin aftur í november í fjør um sama mundið sum tann bretska. Her er so heldur eingin nýggj leitiútbjóðing á skránni. Eftir seinastu útbjóðing boðaði landsstýrismaðurin frá, at eingin vanlig útbjóðing verður komandi árini, men hann gjørdi samtíðis vart við, at “Open Door” skipanin kortini er galdandi, og at oljufeløg hava møguleika at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum alt árið eftir eini ávísari skipan, sum eisini er roynd áður. Henda sæst á heimasíðuni hjá Jarðfeingi jf.fo.
Nú letur Norra so upp fyri 25. leitiútbjóðingini á norska landgrunninum, tvs. í Norskahavinum og í Barentshavinum. Latnir verða tilsamans 136 teigar til leiting. Útbjóðingin letur aftur 23. februar 2021 og verða loyvi latin í øðrum ársfjóðringi. Ein frágreiðing av tilfeinginum í undirgrundini, sum varð gjørd fyri stuttum, vísir, at í flestu økjum á norska landgrunninum eru møguleikar fyri at finna olju og gass. Tí
vóna norskir oljumyndugleikar, at áhugin fyri at søkja verður stórur.
Nýggj leitiloyvi verða eisini latin í Barentshavinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald