Innanlands

- Taka grøna rákið til okkum

- Tí er okkara næsta stóra verkætlan, at vit saman við norskum partnarum fara at byggja eitt skip, sum brúkar ammoniakk sum brennievni segði stjórin í Navigare Shipping, Álvur Højgaard, tá hann tók ímóti heiðurinum sum Ársins Virki á Vinnudegnum herfyri.

Oddamenn í Ársins Virki taka ímóti heiðursløn. Við teirra lið nevndarformaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag og stjórin í Vinnuhúsinum. Mynd Jan Müller

Oddamenn í Ársins Virki taka ímóti heiðursløn. Við teirra lið nevndarformaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag og stjórin í Vinnuhúsinum. Mynd Jan Müller

2023-10-04 13:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Í takkarrøðuni í Norðurlandahúsinum takkaði hann fyrst starvsfólkunum, sum hann helt vera fremsta orsøkin til heiðurin.

[object Object]

-Tit eru okkara størsta tilfeingi, og tað eru tit, sum dag eftir dag skapa øll okkara góðu úrslit. Uttan tykkum var einki Navigare og so slett eingin heiður sum Ársins Virki. Eisini vil eg takka dómsnevndini, sum millum mong onnur góð virki valdi júst okkum.

Tá ið eg fekk at vita, at vit fóru at fáa henda heiður, bleiv eg sjálvandi øgiliga glaður. Eg var eisini eitt sindur bilsin, sjálvt um eg visti, at vit kundu hava ein kjans.

Men tað eru jú so nógv onnur góð virki og nógvar sterkar fyritøkur, sum kundu fingið heiðurin.

Í fleiri ár hevur tað støðugt gingið uppeftir hjá okkum, og óivað hevur góða úrslitið í fjør munað væl í metingini hjá dómsnevndini.

Í Navigare seta vit fokus á at veita eina góða tænastu, samstundis sum vit taka tað grøna rákið til okkum. Tí er okkara næsta stóra verkætlan, at vit saman við norskum partnarum fara at byggja eitt skip, sum brúkar ammoniakk sum brennievni.

[object Object]

At tað ber til, er longu staðfest, og tekningarnar eru eisini góðkendar av klassanum.Haraftrat hava vit fingið 152 milliónir norskar krónur í stuðli frá ENova, so nú fara vit í gongd.

Álvur Højgaard segði víðari, at teirra  fyritøka byggir á herðarnar á teimum, ið undan fóru, tí bæði abbi og pápi teirra  vóru við frá byrjan í 1966.

Síðani er fyritøkan vaksin alla tíðina og hevur meira enn einaferð skift kós, so tað alla tíðina hevur ligið í okkum at vera nýskapandi.

-At standa í stað er tað sama sum at ganga aftur, og hvønn dag arbeiða vit í Navigare okkum frameftir við eygunum opnum fyri nýggjum møguleikum.

Tí kann eitt herðaklapp sum hetta ikki virðismetast nóg høgt, men motiverar okkum til at taka uppaftur fleiri fet fram á leið.

[object Object]Millum menninar aftanfyri  Navigare Shipping eru fýra Højgardbrøður.  

Álvur Højgaard, Espen Nordstrøm, Roy-Helge Hansen, Anfinn Højgaard, Jan Højgaard og Bárður Højgaard 


Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at geva Navigare Shipping heiðurin sum Ársins Virki 2023 var annars henda:

Dómsavgerðin: 

"Ársins orð 2022 var orðið ”Stuttflutt”. Orðið stuttflutt, sum seinasta árið veruliga hevur funnið sín veg inn í føroyska málið, er nýtt føroykst orð fyri vøru, ið er framleidd lokalt. Men samstundis sum stuttflutt er ársins orð, og lýsingarfólk og fyritøkur nú erpa sær við alskyns stuttfluttum vørum og tænastum, so kemst ikki uttanum at samfelagið flytir seg skjótari enn nakrantíð.

Við alheimsgerðingini tikist tað sum um at heimurin vit liva í alsamt gert minni og minni. Tó at ’stuttflutt’ er vorðið eitt satt ‘buzzword’, so njóta føroyingar í størri mun enn nakrantíð gott av góða ferða- og flutningsambandinum vit í dag hava við útheimin. Tað munnu vera fáir føroyingar sum klára at strilta seg ígjøgnum gerandisdagin fyriuttan amerikansku Iphone’ina í lummanum, Samsung flatskíggjan úr Asia í stovuni, týska Audi bilin í túninum og italiensk seymaðu klæðini úr indiskum bummulli. Ja sjálvt seyðakjøtið í frystiboksini er innflutt úr annaðhvørt Íslandi ella New Zealandi.

Vøruflutningur hevur altíð havt ein serligan og umráðandi týdning í Føroyum. Vit hava í dag stórar útflutningsfyritøkur, sum selja sínar vørur til fjarskotin lond. Hartil hava flest allar føroyskar fyritøkur tørv á at innflyta ymiskt til sítt virksemi, eins og privata húsarhaldið í stóran mun keypur vørur úr øðrum heimspørtum enn okkara. Nei, gamli Kalli Kat hevði neyvan kent seg aftur um hann gekk sær ein kajtúr ímillum konteynarnar fullar av 65’’ HiSense QLED 4K skíggjum, Nitro gaming teldum við GeForce grafikki, og bakaraovnum við innbygdum dampi og pyrolysureingerð.

[object Object]

Men tað er júst menningin í flutningsvinnuni sum til dømis hevur gjørt tað møguligt hjá føroyskum fyritøkum at selja feskan fisk kring alt suður Europa. Somuleiðis ber í dag til, at fáa júst rætta kjólan heim við postinum bert fáar dagar eftir at hann er bílagdur heima í stovuni.

Soleiðis var ikki fyri góðari hálvari øld síðan, tá ársins virki 2023 á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Fjarstøðan til onnur lond var ikki sum vit kenna hana í dag, og flutningur var í sær sjálvum ein verkætlan. Vit duga illa at ímynda okkum tað í dag, men tá var sjógvurin ómakaleysasti og lættasti mátin at ferðast og at flyta. Báturin og skipið syrgdu fyri, at fólk og fyritøkur ikki nýttust at brúka so nógva orku. Sjógvurin knýtti pláss saman.

Fyri at fáa dagsins samfelag at hanga saman, og fyri at geva fólki og fyritøkum tað, tey hava tørv á, er neyðugt við flutnings-veitarum og tænastum av allar bestu góðsku. At navigera í hesum stóra meldri av flutningsvørum krevur sanniliga stórt skil fyri logistikki eins og handilsligt dugnasemi.

Tað er lættari sagt enn gjørt, at gera seg galdandi í flutningsvinnuni í hesum fjarskotna landi, og hevur Ársins Virki 2023 eisini roynt hvussu torført tað kann vera at fáa raksturin at hanga saman. Fyritøkan hevur tó áhaldandi havt áræði og hegni til at víðka um virksemi seinnu árini, og hevur veruliga megnað at skapa eina sunna og væl rikna fyritøku.

Felagið hevur torað at gjørt stórar íløgur í nýggj skip, eins og nýggjar skrivstovur og farmafarstøð bæði her heima í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan hevur harvið økt nógv um bæði sølu og tænastuveitingina. Ársins virki 2023 byrjaði sum ein familju fyritøka fyri góðari hálvari øld síðan og koyrir sostatt í triðja ættarliði í dag. Talan er um eina fyritøku sum byrjaði við at grabba, flyta og selja sand, men er yvir tíð flutt meir yvir á flutningsvinnuna.

[object Object]

Í dag er fyritøkan vorðin ein av størstu flutningsfyritøkunum í Føroyum, og virkar serliga innan vinnuflutning. Síðan seinasta ættarliðsskifti í fyritøkuni fyri gott 15 árum síðani, tá fýra brøður tók yvir, hevur fyritøkan meir enn 10 faldað bæði umsetning og starvsfólkatal.

Í dag eigur fyritøkan sostatt heili 13 skip, og leiga og reka hartil 2 skip fast afturat. Fyritøkan hevur umleið 200 stavsfólk sum dagliga arbeiða á skrivstovum í Føroyum, Norra, Skotlandi og Póllandi, umframt umborð á skipunum sum sigla runt á stórsta partinum av norður Evropa. Fyritøkan flytir um 2 mió. tons av vørum árliga, og liggur áleið 80% av søluni hjá felagnum í dag uttan fyri Føroyar.

Ársins virki er eisini tilvitað um sína ávirkan á umhvørvið, og í eini tilgongd við at endurskoða verandi skipaflota, fyri at kunna minka um umhvørvisligu ávirkanina. Sum liður í hesum fór fyritøkan í 2020 undir samstarv við aðrar flutningsfyritøkur í Norra, og settu á stovn felag, sum eftir ætlan fer at menna, byggja og reka CO2 útlátsfrí flutningsskip. Millum annað er ætlanin at skipini skulu brúka ammoniak sum brennievni, sum ikki inniheldur ikki kolevni og tí ikki hevur nakað útlát av CO2.

Eftir ætlan koma fyrstu skipini av hesum slag innan stutta tíð í flotan hjá felagnum, og verða hesi skipini tey fyrstu av sínum slag í heiminum. Hartil verður eisini arbeitt við at byggja skip ið brúka Methanol sum brennievni afturat seglum.

Við støði í tí stóra framfýsni og skipaðu menningini av felagnum, saman við góðu fíggjarligu úrslitunum og tí denti sum verður lagdur á serliga umhvørvisliga burðardygd og grønu leiðina í felagnum, hevur dómsnevndin valt Navigare Shipping sum Ársins Virki 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder