Innanlands

Tummas Justinussen heiðraður fyri ársins Vinnuátak

-á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani

Tummas Justinussen fær heiðurin fyri ársins átak frá Vinnuhúsinum. Her saman við nevndarformanni og stjóra. Mynd Jan Müller

Tummas Justinussen fær heiðurin fyri ársins átak frá Vinnuhúsinum. Her saman við nevndarformanni og stjóra. Mynd Jan Müller

2023-09-29 14:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var grøna orkuskiftið, sum stóð ovast á breddanum, tá ársins vinnuátak varð valt á Vinnudegnum seinnapartin. Og tað er ein føroysk grøn loysn, sum fekk heiðurin.

Talan er um eina eldsløkkingarskipan í sambandi við at søkkja eldin á battaríum, sum verða brúkt í elbilum og aðrastaðni.

[object Object]

Maðurin, sum varð heiðraður fyri hesa skipanina, er eingin mætari enn vinnulívsmaðurin Tummas Justinussen, nevndarformaður í Smyril Line, sum er upphavsmaður til hesa kolveltandi skipan, Battery Briner, ið longu hevur fingið nógva umrøðu í útheiminum eisini sum ein háttur at kunna sløkkja eld m.a. í elbilum.  

[object Object]

[object Object]

Eitt stúgvandi fult Norðurlandahús til ársins vinnudag. Mynd Jan Müller

Vinnuátakið verður latið virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði – við serligum atliti til bæði búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd. Talan kann vera um einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

Dómsnevnd, sett av Føroya Arbeiðsgevarafelagi, kjósar ársins Vinnuátak. Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt at velja millum, hava allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingið møguleika at skjóta upp átøk, sum hava uppiborðið heiðurin. Tað er tó dómsnevndin, sum einsamøll hevur gjørt av, hvat átak hevur uppiborðið heiðurin sum Vinnuátakið 2023.

Grundgevingin hjá dómsnevndini, sum varð lisin upp á vinnudegnum fyrr í dag, sæst her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder