Uttanlands

Ætla at útbyggja tríggjar oljukeldur nærhendis Føroyum

Útbyggingar av Rosebank, Cambo og Tornado standa fremst á skránni hjá orkufeløgum. Enn ein á Clair kelduni er í bíðistøðu.

Ætlanir um útbyggingar eystan fyri Føroyar, Rosebank, Cambo og Tornado tætt við markið og síðani útbygging av Clair-kelduni nærri Hetlandi

Ætlanir um útbyggingar eystan fyri Føroyar, Rosebank, Cambo og Tornado tætt við markið og síðani útbygging av Clair-kelduni nærri Hetlandi

2025-08-22 18:00 Author image
Jan Müller

Tíðindi/greining. Orkutrygdin í Evropa og eftirspurningurin eftir olju og gassi skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum millum Hetland og Føroyar.

[object Object]Rørleiðingsskipið Deep Energy á Skálafjørðinum eftir manningarskifti og bunkring á Hulki. 

Útbyggingin av Rosebank kelduni er longu farin í gongd, og í løtuni eru útbyggingar av tveimum øðrum keldum, Cambo og Tornado á tekniborðinum. Feløgini aftanfyri útbyggingarnar eru Equinor og  Ithaca Energy. Men feløgini Shell og Eni koma helst eisini at vera partur av útbyggingunum, nú hesi hava lagt ognir sínar í bretska partinum av Norsjónum saman við fyristøðufeløgunum av Rosebank og Cambo, nevniliga Equinor og Ithaca.

Tað vit eru vitni til í okkara næsta grannalag er einki minni enn ein orkukollvelting, tí ongantíð áður eru so nógvar og stórar olju- og gasskeldur tætt við Føroyar komnar undir sjóneykuna.

Oljan í undirgrundini skal upp

Hóast seinkingar, sum tó als ikki er óvanligt í hesi vinnuni, so verða tær tríggjar útbyggingarnar nú raðfestar og umrøddar í fremstu orkumiðlunum í Bretlandi. Her er tað ikki minst orkutrygdin í Evropa, sum skundar undir einsvæl og orkutørvurin hjá Bretlandi. Bæði vinnan og politikarar halda, at oljan og gassið í bretsku undirgrundini skal verða tikið upp, tó at fótonglar hava verið lagdir frá ráðharrum í stjórnini, sum bara vilja grønu leiðina. 

Herfyri gjørdi so ein dómstólur av í sakarmáli, sum umhvørvisfeløgini høvdu lagt inn fyri rættin, at orkufeløg, sum hava fingið loyvi til framleiðslu, skulu søkja um umhvørvisgóðkenning av nýggjum, har eisini útlát frá sjálvari nýtsluni av olju og gassi skal vera tikið við í umsóknirnar. Síðani hevur stjórnin gjørt nýggjar leiðreglur fyri hesi broyting, sum orkufeløgini nú brúka í sínum nýggju umsóknum. 

Framleiðsluskip og boripallur við kós móti Føroyaleiðunum

[object Object]FPSO skipið Knarr, sum verður umbygt til at framleiða oljuna á Rosebank kelduni og kemur á leiðina eystan fyri Føroyar um nakrar mánaðir. 

Rosebank útbyggingin er longu farin í gongd og kann halda fram, meðan nýggj umsókn verður viðgjørd av myndugleikunum. Sambært orkumiðlinum Energy Voice fer Equinor at senda nýggja og endurskoðaða umsókn inn í næstum. Felagið heldur tó samtíðis fram við útbyggingini eystan fyri Føroyar. Higartil er tað mesta av útbúnaðinum til gassrørleiðing komin uppá pláss á havbotninum og hevur rørleiðingsskipið Deep Energy verið í føroyskari havn fleiri ferðir at skifta manning og bunkra.

[object Object]Oljuvirksemið nærkast Føroyum í hvørjum. 

Í løtuni verður framleiðsluskipið (FPSO) Knarr, ið skal taka ímóti oljuni á Rosebankkelduni, liðugt umvælt og úmbygt í Miðeystri og kemur væntandi á leiðirnar við Føroyar um stutta tíð.

Longu tíðliga í 2026 kemur boripallurin Deepsea Atlantic henda vegin og skal hann bora 7 brunnar og harvið gera klárt til framleiðsluna, sum byrjar í seinasta lagið um árskiftið 2026/27. 

[object Object]Boripallurin Deepsea Atlantic kemur til leiðirnar eystan fyri markið tíðliga í næsta ár at bora 7 brunnar á Rosebank.

Tað hevur annars verið gitt, at Equinor fór møguliga at taka seg aftur úr stóru Rosebank verkætlanini eftir nýggju herdu treytirnar, men her hevur leiðslan í felagnum gjørt greitt, at hon heldur fram við stóru verkætlanini við teimum broytingum, sum ætlandi skulu gerast. 

Cambo og Tornado

Um somu tíð frætta vit so frá Ithaca Energy, sum bæði er við í Rosebank og Cambo keldunum, at tað hevur fingið játtan frá myndugleikunum at víðka um tíðarætlanina fyri loyvið við 18 mánaðum til september í 2027. Hetta er eisini ein ábending um, at bæði oljufelag og myndugleikar  trúgva uppá ætlanina. Ithaca roynir so í løtuni at finna enn eitt felag at gerast partur av verkætlanini.

[object Object]

Nýggi stjórin í Ithaca boðar frá, at Cambo nú stendur ovast á skránni og at útbjóðing verður. 

At italska orkufelagið ENI í fjør gjørdi samstarvsavtalu við Ithaca um at leggja teirra ognir í Norðsjónum og á Atlantsmótinum saman er eisini ein ábending um, at felagið hevur fingið eina størri fíggjarliga og tøkniliga styrki. Nú bendir okkurt á, at ENI og Ithaca og møguliga saman við triðja partnara fara at gera álvara av at útbyggja Cambo. Tá fáa vit tvær risastórar olju- og gasskeldur á gáttini til Føroyar. 

[object Object]Verður Cambo útbygt er stórur møguleiki fyri slikum palli

Útbygging av teimum báðum stóru keldunum kann so aftur seta ringar í sjógvin og gera útbyggingar av smærri sonevndum "stranded" keldum sannlíkari, tvs. at tær eru ov lítlar til at verða útbygdar einsamallar men kunnu binda í størri framleiðslur nærhendis.

Ithaca, sum saman við Shell, eisini eigur gasskelduna Tornado, ið liggur nærhendis Cambo og tætt við føroyska markið, ger greitt, at tað arbeiðir við eini útbygging av hesi kelduni eisini og fer tað eisini at søkja um loyvi at útbyggja kelduna. Nakað, sum loyvismyndugleikin, NSTA, (North Sea Transition Authority) longu fyribils hevur sagt gott fyri. Enn ein kelda í sama grannalag er Suilven, sum Ithaca og Shell eiga. Annars varð Cambo verkætlanin løgd á ís, tá Shell tók seg úr samstarvinum. Nú er so latið uppaftur. 

Enn ein stór oljuútbygging miðskeiðis millum Føroyar og Hetland er í bíðistøðu. Tað er Clair South á stóru Clairkelduni, ein av heimsins størstu. Leiðslan í BP bíðar eftir, hvat fer at henda við Rosebank, nú Equinor fer at lata inn umsókn av nýggjum. Um henda verður góðtikin, hvat nógv bendir á,  og bretskir myndugleikar haraftrat fara at betra um fysisku karmarnar fyri at kunna arbeiða í bretskum øki, so fer BP eftir øllum at døma at útbyggja sína triðju oljuleið á Clair kelduni. 

[object Object]Clair Ridge, ein av oljuleiðunum á stóra Clair feltinum. 

Og nú vit eru við økið nærri Hetlandi, so ger Shell eisini klárt at lata upp fyri framleiðslu á Victory gasskelduni nærhendis. Aftrat hesum verður eisini fylgt væl við, hvat fer at henda við mongu nýggju leitiloyvunum, sum oljufeløg hava fingið tillutað, flestu teirra nærhendis føroyska markinum. 

[object Object]Fyriuttan stórar olju- og gasskeldur, sum skulu útbyggjast tætt við markið, so hava oljufeløgini eisini nógv nýggj leitiloyvi í økinum við Føroyar.

Tænastur í Føroyum 

Við øðrum orðum kunnu vit í Føroyum vænta at nærum bókstavliga at síggja í hvussu er tríggjar olju- og gasskeldur verða útbygdar tætt við føroyska markið komandi árini. Hetta fer sjálvandi at skapa møguleikar fyri føroyska veitingarvinnu, sum longu hevur royndir av at veita vørur og tænastur til frálandsvinnuna bæði í føroyskum øki og í grannalagnum.

Hóast leitingin við Føroyar steðgaði í 2014, so eru nú aftur fleiri av teimum stóru oljufeløgunum í grannalagnum. Hesi eru Equinor, Ithaca Energy, Shell, ENI, BP og TotalEnergies, og tá tekur eisini spurningurin um oljuleiting við Føroyar seg uppaftur, m.a. nú jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi hava avdúkað fleiri leiðir í undirgrundini, sum kunnu goyma olju og gass. 

Einki at ivast í - ein spennandi tíð fyri Føroyar - bæði hvat tænastuvinnuni og komandi oljuleiting viðvíkur. Enn eru tó ikki allar súðir syftar. Bretskir myndugleikar skulu skjótt til at taka støðu til, um teir vilja geva vinnununi grønt ljós ella myrkaleggja hana. 

Ì september mánað verður altjóða orkumessa í Aberdeen. Tá verður helst meira at frætta um framtíðar gongdina í Norðsjónum og á Atlantsmótinum nær við Føroyar. 

[object Object]Rosebank. Cambo og Tornado keldurnar liggja allar tætt við føroyska markið. Clair South liggur nærri Hetlandi eins og Victory longur norðuri. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald