Innanlands

Andstøðan á tingi vil skunda undir oljuleitingina

-Við at lækka skattatrýstið á oljuframleiðslu vilja teir tríggir andstøðuflokkarnir skunda undir áhugan fyri leiting eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.

2025-02-05 13:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Tingmál. Í morgin kemur uppskot hjá teimum trimum andstøðuflokkunum,  Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum um at lækka skattin á oljufeløg til 1. viðgerð á tingi. Teir tríggir flokkarnir halda tað gongur ov seint at fáa gongd á aftur leitingina eftir kolvetnum í føroyskum øki, og fyri at seta ferð á vilja teir nú gera skattatreytirnar eitt sindur lættari hjá feløgunum, sum møguliga vilja gera íløgur í leiting her. 

Við at lækka skattatrýstið á oljuframleiðslu, kunnu Føroyar senda eitt signal til oljuvinnuna um, at Føroyar eru áhugaðar í at taka ímóti oljuleiting í føroyskum øki.

Endamálið við uppskotinum er tí at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18%, soleiðis at vanligi kolvetnisskatturin er á sama støði sum partafelagsskatturin.

Mett verður, at ein slík lækking fer at gera tað lættari hjá Jarðfeingi at marknaðarføra føroyska økið, við at føroysku myndugleikarnir senda eitt greitt signal um, at oljuvinna er vælkomin til Føroya verður m.a. sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

[object Object]

Neyðugt at endurskoða skipanir

Í viðmerkingunum verður m.a. sagt:

-Nógv er broytt síðani 1999-2000, tá upprunaliga skattaskipanin varð gjørd. Oljuprísir, skattaskipanir í grannalondum, kostnaðir av útbygging og framleiðslu o.a. Lógirnar og metingarnar, sum lógu til grund fyri upprunaligu skattaskipanini,vórðu gjørdar í eini tíð, tá ið oljuprísurin lá umleið 18-20 USD fyri tunnuna. Seinnu árini hevur oljuprísurin ligið uppi á 70-80 USD fyri tunnuna, men hevur eisini verið heilt uppi á omanfyri 120 USD fyri tunnuna.

Nýggjar leiðir eru bodnar fram til leiting og framleiðslu á økjum, m.a. í arktiska økinum, sum ikki vórðu mett gjørlig tá av tekniskum ávum. Tað eigur at vera so, at lógir og reglur verða eftirmettar og endurskoðaðar í samsvari við broytingar í heiminum og í samfelagnum, og í sambandi við tøknilig nýbrot og nýggja vitan. Herundir eisini, at vit støðugt meta um, hvørt lógir og reglur røkka teimum endamálum, tey vórðu ætlað til, ella ikki.

Høvuðsendamálið við skattaskipanini, og eisini hesum uppskotinum er, at tilfeingisrentan av kolvetni í størstan mun kemur øllum føroyingum til góðar. Tað ger hon bert, um skattaskipanin ikki er ein forðing fyri, at kolvetni verður útvunnið í Føroyum, tí tá verður ongin leiting, og tískil heldur ongin olja funnin, og soleiðis kemur heldur ongin tilfeingisrenta til høldar.

Um tað er so, at skattaskipanin er ein forðing fyri, at leitað verður eftir kolvetni undir Føroyum, ber ikki til at siga við vissu. Men sigast kann, at tað er eyðsæð, at áhugin fyri at leita eftir kolvetni undir Føroyum er avmarkaður. Tað eru longu nógv ár síðani,at oljuleitingin undir Føroyum minkaði burtur í einki. Tað er tí okkurt, sum bendir á, at oljufeløg meta jarðfrøðiligu óvissurnar og váðarnar ov stórar í mun til tann møguliga vinningin, ið kann fáast, um leitingin eydnast.

Jarðfeingi hevur fyri stuttum, í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2025, upplýst Løgtingsins Fíggjarnevnd um, at oljufeltini, sum eru næst føroyska markinum, eru Rosebank, ið bert er 11 km frá føroyska markinum, og sum í løtuni verður útbygt til framleiðslu, og Cambo, ið er 5 km frá markinum, og sum bíðar eftir loyvi frá bretsku myndugleikunum at verða útbygt.

[object Object]

Um og tá hesi byrja framleiðsluna, er møguleiki fyri, at oljufeløgini í hesum báðum feltunum fara at hyggja í nærumhvørvinum, herundir í føroyskum øki, eftir meira kolvetni. Um olja verður funnin í føroyskum øki, so kann tað hava týdning fyri, hvørt tað er lønsamt at útbyggja ella ikki, at tað er undirstøðukervi nærhendis.

Í onkrum førum kann tað vera gjørligt beinleiðis at knýta oljufelt saman við rørleiðingum, sum kann gera, at samlaði útbyggingarkostnaðurin gerst lægri. Við at lækka skattatrýstið á oljuframleiðslu, kunnu Føroyar senda eitt signal til oljuvinnuna um, at Føroyar eru áhugaðar í at taka ímóti oljuleiting í føroyskum øki.

[object Object]

Áhugaverd øki eystan fyri Føroyar

Um orsøkina til uppskotið sigur andstøðan m.a.: -Oljuleitingin undir Føroyum hevur í stóran mun verið uppsteðgað seinnu árini, og hevur onki borivirksemi verið á landgrunninum. Hesa tíðina hava granskarar á Jarðfeingi tó arbeitt við at greina alt tilfarið, ið oljufeløg, sum áður hava leitað í føroyskum øki, hava savnað, m.a. royndarboringar og seismikk. Úrslitið er ein 3D-myndil av áhugaverdum øki eystanfyri Føroyar.

Í framhaldi av hesum arbeiðinum er ætlanin hjá Jarðfeingi at framleiða leitimið í føroyskum øki, sum ætlanin síðani er at leggja fyri oljufeløgini, ið eru virkin hinumegin markið. Afturat sær hava føroysku granskararnir útlendska serfrøði í kolvetnisleiting. Open Door-skipanin er enn í gildi, ið merkir, at feløg við áhuga fyri føroyskum øki altíð kunnu senda landinum umsóknir um leiti-og framleiðsluloyvi.

Brúk fyri olju og gassi í rúma tíð aftrat

Heimseftirspurningurin eftir olju komandi árini minkar ikki heilt burtur. Sambært nýggjastu frágreiðing frá altjóða orkufelagsskapinum IEA, World Energy Outlook 2024, fer heimurin at hava tørv á fossilari orku í rúma tíð afturat, hóast framkomnu londini í vesturheiminum fara at minka um sín eftirspurning eftir olju fram ímóti ár 2050.

Minkingin í oljueftirspurningi væntast mest at koma úr Evropa og Norðuramerika. Væntað verður, at eftirspurningurin eftir olju í Evropa fer at minka við 3,2 mió. føtum um dagin (mb/d), og Norðuramerika væntast at minka við 3,5 mió. føtum um dagin (mb/d). Hetta sama tíðarskeið fara aðrir heimspartar væntandi at økja um sín eftirspurning eftir olju.  

Niðurstøðan sær út til at vera, at uttan mun til um ein kundi ynskt sær, at umleggingin til grøna orku gekk skjótari, so verður tað tørvur á fossilari orku í heiminum í rúma tíð afturat.

Serliga eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, er støðan á heimsmarknaðinum fyri olju broytt, soleiðis at tað nú í størri mun enn áður er týðandi, at vesturheimurin hevur atgongd til egna orku, og ikki er tengdur at londum, sum ikki virða mannarættindi og demokrati. Tá ið vesturheimurin í stóran mun steðgaði við at keypa olju og gass úr Russlandi, kom gongd á eina umskipan av oljuhandlinum í heiminum.

[object Object]Lækking í oljuskattinum er m.a. ætlað til at  gera tað lættari hjá Jarðfeingi at marknaðarføra føroyska økið, við at føroysku myndugleikarnir senda eitt greitt signal um, at oljuvinna er vælkomin til Føroya

Føroyar týðandi leiklut at tryggja orkuveiting

Sambært uppgerð frá Altjóða Orkufelagsskapinum (IEA) hevur kríggið í Ukraina ført við sær, at lond sum Kina, Turkaland og India eru tættari knýtt Russlandi og nú keypa meginpartin av oljuni haðani. Hetta er broytt í stóran mun frá áðrenn kríggið, tá ið vesturheimurin keypti meginpartin av russisku oljuni. Nú verður bert ein heilt lítil partur av russisku oljuni keyptur av vesturheiminum. Hendan gongd skundar undir, at heimurin býtir seg upp í blokkar við innanhýsis samhandli. Føroyar eru eyðsæð partur av vesturheiminum, og um so er, at kolvetni er í føroyskum øki, kunnu Føroyar fara at hava ein týðandi leiklut í og ábyrgd av at vera við til at tryggja orkuveitingina í vesturheiminum.

Veitingartryggleiki av týðandi tilfeingi, herundir eisini orku, varð eisini nevndur sum ein av størstu váðunum, tá ið heimsins leiðarar í World Economic Forum mettu um størstu váðarnar.

Heimsins leiðarar eru ótryggir við støðuna og atgongdina til týðandi tilfeingi so sum orku. Hetta er ein sterk ábending um, at tørvurin á olju úr tryggum, vesturlendskum londum fer at halda fram, inntil vit hava megnað at gera okkum óheft av fossilum orkukeldum.

Tá uppskot til kolvetnisskattalóg varð samtykt um aldarskiftið, vísti landsstýrið í viðmerkingunum til, at ein kolvetnisskattalóg skal vera við til at áseta alt skattastigið fyri sjálvt virksemið í sambandi við at framleiða og selja kolvetni. Skipanin, ið tá varð samtykt,umfataði hesar partar: •Vanligur kolvetnisskattur•Serligur kolvetnisskattur (serskattur) •Framleiðsluavgjald (royalty)

Fyrstu loyvisumførini umfataðu eisini aðrar skyldur, so sum arbeiðsskyldur og skyldur at førleikamenna føroyingar til eina framtíðar oljuvinnu. Víst varð tá eisini á týdningin av, at búskaparliga byrðan frá heildarkrøvunum, t.e. skattum og loyvisskyldum, skal verða sammett við metingarnar av útlitunum fyri at finna kolvetni í føroyska økinum.

Sagt varð, at í hesum sambandi er neyðugt, at oljuleiting kring Føroyar vísir seg at vera kappingarfør við íløgumøguleikar, ið eru at finna í sambandi við oljuleiting aðrastaðni.

Sagt varð, at tað skal vera samanhangur ímillum, hvussu búskaparliga áhugavert økið er jarðfrøðiliga, og hvussu hart møgulig framtíðar oljuframleiðsla verður skattað. Framleiðsluavgjaldið (royalty) verður ásett í sjálvum loyvunum, ið verða latin til oljuleiting og -framleiðslu. Tey fyrstu árini var ásett í loyvunum, at framleiðslugjaldið skuldi vera 2%.  

Føroyska oljuskattaskipanin er í einum føri broytt áður. Hetta var í sambandi við fimta útbjóðingarumfar, tá ið framleiðsluavgjaldið, ið varð ásett í sjálvum loyvunum, varð tikið burtur, soleiðis at onki framleiðslugjald skuldi gjaldast. Sostatt bleiv hægsta skattatrýstið flutt úr 57,1% niður í 56,2%. Skipanin hevur ikki við sær framleiðslugjald.

Norska oljuskattaskipanin

Í Noregi er nógv olja funnin, og nógvur infrastruktururer kring størsta partin av norska landgrunninum. Tí hevur Noregi eisini eydnast at hava eitt av heimsins hægstu skattatrýstum á oljuframleiðslu í heiminum. Framleiðslugjald verður goldið fyri framleiðslu sambært loyvi, givið áðrenn 1972, við einum stigi, sum er 10%. Fyri loyvir, givin í tíðini ímillum 1972 og 1987, verður framleiðslugjaldið roknað eftir virðinum á framleiðslustaðnum við einum stigi úr 8% upp í 16%, eftir framleiddari mongd. Framleiðslugjald verður ikki goldið fyri nýggjari loyvir.

Felagsskatturin fram til 1975 var 42,8%. Árini 1975-91 var felagsskatturin 50,8%og í 1992-2013 var felagsskatturin 28%, men lækkaði stigvíst í tíðarskeiðnum 2014-2018 til núverandi støði, sum er 22%. Síðan 1975 hevur serligur oljuskattur verið álagdur oman á vanliga felagsskattastigið. Síðani 2022 hevur hesin serskattur verið 71,8%.

Norska oljuskattaskipanin er sermerkt við at hava frádrátt fyri leitiútreiðslur, eisini hóast oljufelagið ongar inntøkur hevur at draga frá í, sum merkir, at norski staturin endurrindar ein part av leitiútreiðslunum árið eftir.

Hetta er grundað á prinsippið um, at ein skattaskipan helst skal vera so neutral sum gjørligt, soleiðis at ein oljuverkætlan, sum er lønandi áðrenn skatt, helst eisini skal vera lønandi eftir skatt.

Norska oljuskattaskipanin er sostatt samansett av vanligum felagsskatti á 22% og einum serskatti á 71,8%, sum tilsamans gevur eitt hægsta skattatrýst á 78% t.e. (100%-22%)*71,8% + 22% = 78%. Umframt beinleiðis skattin, so luttekur norski staturin í oljuvinnuni bæði ígjøgnum partvísan eigaraskap í Equinor ASA (fyrrverandi Statoil) og Statens Direkte Økonomiske Engasjement (SDØE), sum er umsitið av felagnum Petoro AS.

Bretska oljuskattaskipanin

 Bretland hevur eins og Noreg havt kolvetnisleiting og framleiðslu í mong ár. Hesa tíð eru nógvar broytingar gjørdar í skattaskipanini. Ein av orsøkunum man vera tey ógvuliga skiftandi inntøkuviðurskiftini í ídnaðinum. Rentabiliteturin hevur sjálvsagt verið ávirkaður bæði av stórum príshækkingum og stórum prísfalli, og aftrat hesum koma stórar kostnaðarskerjingar seinastu árini, sum stava frá einari samanseting av betri tilvitan um kostnað og betri tøknifrøði. Felagsskatturin á bretskari oljuframleiðslu er 30% við einum eykastigi á 10%. Í mai 2022 varð innførdur ein nýggjur serskattur á oljuframleiðslu á 25%, sonevndi ‘Energy Profits Levy’. Í januar 2023 varð hesin hækkaður til 35%, og í november 2024 varð hesin hækkaður til 38%. Hetta er ein tíðaravmarkaður skattur, sum skuldi fara úr gildi í 2028, men tíðarskeiðið er nú eisini longt til 2030. Við hesi seinastu hækking er samlaði skatturin á kolvetnisvinnu komin uppá 78%, sum er sama støði sum í Noregi.

Ein vansi fyri Føroyar við herdu treytunum fyri at reka kolvetnisvinnu í bretskum øki er, at vandi er fyri, at leitingin eftir olju steðgar upp, og at tað sostatt ikki fara at koma fleiri oljufelt nærhendis føroyska økinum. Soleiðis gerast sannlíkindini fyri at kunna gagnnýta verandi infrastruktur til framleiðslu í føroyskum øki tess minni.

Hinvegin kann omanfyri nevnda herðing av skattligu treytunum í Bretlandi gera, at oljufeløgini stinga í sekkin og fara at leita eftir olju aðrastaðni í heiminum, møguliga eisini í Føroyum.

[object Object]

Endamálið við uppskotinum: Gongd á oljuvirksemið í Føroyum

Endamálið við uppskotinum er at fáa gongd á oljuvirksemið í Føroyum aftur. Hetta uppskotið sendir eitt signal til oljuvinnuna um,at Føroyar vilja taka væl ímóti nýggjum oljuleitingarvirksemi. Føroyar hava longu eina trygga og støðuga skattaskipan, men hon er ment í einari tíð, tá ið oljuleitingin í Norðuratlantshavi var á einum heilt øðrum støði enn nú. Politiska skipanin er lutfalsliga trygg og støðug, og tað er ósannlíkt, at framtíðar landsstýri og Løgting í Føroyum fara at broyta skattareglurnar aftaná, tá ið oljufeløgini eru komin inn, og hava gjørt íløgur í Føroyum.

Politiskt støðufesti er, at tá avtalur verða gjørdar við Føroya Landsstýri, so verður staðið við tær. Endamálið við uppskotinum er tí at lækka vanliga kolvetnisskattin úr 27% niður í 18%, soleiðis at vanligi kolvetnisskatturin er á sama støði sum partafelagsskatturin.

Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum

Uppskotið leggur upp til at venda aftur til upprunaligu ásetingina í kolvetnisskattalógini, har vanligur kolvetnisskattur varð roknaður við sama satsi sum vanligur partafelagsskattur. Í verandi støðu er vanligi partafelagsskatturin 18%, meðan vanligur kolvetnisskattur verður roknaður við satsinum 27%.

Markskattatrýstið av møguligum oljuskattainntøkum lækkar úr 56,2%  niður í 50,8.

Uppskot til oljuskattaskipan 2025

Vanligi kolvetnisskatturin verður her lækkaður til 18%, sum er sama støði sum vanligi partafelagsskatturin. Mett verður, at ein slík lækking fer at gera tað lættari hjá Jarðfeingi at marknaðarføra føroyska økið, við at føroysku myndugleikarnir senda eitt greitt signal um, at oljuvinna er vælkomin til Føroya stendur í viðmerkingunum til uppskotið, sum stendur á skránni til tingfundin hósdagin kl. 11.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder