Víðari skrivar Vinnuhúsið: -Í Føroyum hava vit sett okkum sera framsøkið mál um at røkka 100% varandi elorku í 2030, men veruleikin er ein annar. Ritmyndin niðanfyri vísir, at orkuskiftið í veruleikanum hevur staðið nærum í stað seinastu tíggju árini.
Útbyggingarnar av varandi elorku megna ikki at fylgja við vaksandi elnýtsluni, og úrslitið er hareftir. Í 2024 sóu vit eina lítla uppgongd, har varandi orka varð 57% av elframleiðsluni, men tíverri bendir alt á, at vit hava eina afturgongd í 2025.
![]()
Elframleiðslan í Føroyum - 2014 til 2024.
Vindorka er ein týðandi drívmegi í orkuskiftinum, men útbyggingin gongur ótrúliga seint. Tá ið Elveitingarlógin varð dagførd í 2024, var ein av høvuðsbroytingunum, at allar útbyggingar skuldu fylgja eini tíðarfestari útbyggingarætlan.
Endamálið var at seta ferð á orkuskiftið, og í tráð við málið um 100% varandi elorku í 2030 var ætlanin, at fimm vindmyllulundir skuldu setast í rakstur áðrenn 2030 - tvær longu í 2025. Hetta eru vindmyllulundirnar í Porkeri og Klivaløkshaga á Sandoynni.
![]()
Myndin vísir tær fimm verkætlanirnar í útbyggingarætlanini.
Ein ógreið og seig skipan
Vindmyllulundin í Klivaløkshaga er eitt týðiligt dømi um, hvussu ein ógreið og seig skipan kann seinka grønu umleggingini. Tilgongdin byrjaði í 2019, og nú seks ár seinni eru enn ikki øll viðurskifti komin upp á pláss.
Somu søgu sóu vit fyri fimm árum síðani, tá ið ein vindorkuverkætlan á Eiði fór fyri bakka, hóast ein vinnari av útboðnum longu var funnin.
Úrslitið er, at ongar nýggjar vindmyllulundir verða bygdar, og vit mugu staðfesta, at verandi skipan riggar sera illa. Leiklutirnir eru ógreiðir, og tær fyrisitingarligu mannagongdirnar eru ov tungar.
Tað ger, at tað gongur alt ov long tíð frá tí, at ein hugsandi staðseting kemur á tekniborðið, til vindmyllurnar í veruleikanum framleiða streym, um verkætlanin yvirhøvur kemur so langt.
Í dag kann mannagongdin býtast í fýra ymisk stig. Fyrsta stig er at velja staðsetingina. Næsta stig er at gera kanningar. Talan er um vindmátingar og umhvørvisárinsmetingar, ið eru drúgvar kanningar, sum taka eitt til tvey ár og eru avgerandi fyri at staðfesta, um staðsetingin yvirhøvur hóskar til eina vindmyllulund.
Tá ið hesar kanningar eru góðkendar, fer triðja stig, ið er sjálvt útboðið, í gongd. Stóri fløskuhálsurin í skipanini er fjórða stig. Tí tá ið ein vinnari er funnin, skulu heili fimm ymiskar góðkenningar fáast upp á pláss, áðrenn nakað arbeiði yvirhøvur kann byrja.
![]()
Við verandi skipan eru bert fá viðurskifti avgreidd, áðrenn vindmyllulundin verður boðin alment út.
Stórur tørvur á broytingum í verandi skipan
Netverkið Varandi Vinna heldur, at mannagongdirnar eiga at verða lagaðar soleiðis, at viðurskifti, sum kunnu avgreiðast beinanvegin, eisini verða avgreidd beinanvegin.
Endamálið má vera at fáa sum mest av loyvum og fyrisitingarligum viðurskiftum upp á pláss, áðrenn vindmyllulundir verða bodnar út.
Frá byrjan má vera greið semja um ábyrgdarbýtið og eina greiða tíðarætlan. Umhvørvisárinsmetingar mugu gerast eftir góðkendum leisti, sum samstundis tekur hædd fyri serligum viðurskiftum á hvørjum staði. Soleiðis slepst undan óneyðugum seinkingum og óvissu.
Greiðir karmar um verkætlanina - t.d. mest loyvda vídd, tal og hædd á vindmyllum - gera tað eisini møguligt, at loyvi frá friðingarmyndugleikum ella avtalur um lendi kunnu avgreiðast, longu áðrenn útboðið fer fram.
Skipanin má broytast, so mannagongdirnar gerast skjótari og meira greiðar. Jú fleiri viðurskifti eru komin upp á pláss áðrenn eitt útboð, tess minni er váðin fyri seinkingum — eins og tær, vit millum annað hava upplivað í Klivaløkshaga og á Eiði.
![]()
Uppskot til nýggja skipan. Við valdu staðsetingini fylgja greiðir karmar t.d. íbindingarstað, mest loyvdi máttur, mest loyvda vídd, mest loyvda tal av myllum og mest loyvda hædd á myllum.
Mugu arbeiða á fleiri frontum í senn
Næsta avbjóðingin er, at vit í alt ov stóran mun arbeiða við einari verkætlan í senn. Sum støðan er nú, forðar Elveitingarlógin fyri øðrum orkuverkætlanum enn teimum fimm staðsetingunum, sum eru í útbyggingarætlanini.
Hóast hesar staðsetingarnar byggja á eina frágreiðing frá 2017 eru bert fáar vindmátingar og umhvørvisárinsmetingar gjørdar, sum talvan niðanfyri vísir. Hetta eru kanningar, sum skuldu verið gjørdar heilt frá byrjan, tí tær eru grundleggjandi fyri at avgera, um ein staðseting kann brúkast til vindorku.
![]()
Støðan í teimum fimm vindmylluverkætlanunum er, at bert einstøk viðurskifti eru avgreidd.
Skal orkuskiftið ganga skjótari, mugu vit broyta arbeiðsgongdina. Vit mugu arbeiða á fleiri frontum í senn, so at vindmátingar og umhvørvisárinsmetingar verða gjørdar parallelt á øllum møguligum staðsetingum.
Vit mugu eisini ásanna, at orkuskiftið verður sera umfatandi. Í dag stava umleið 90% av allari orkunýtsluni í Føroyum frá olju, og tað fer at krevja stórar íløgur at leggja alt samfelagið um til el og grøn brennievni.
Vinnan hevur bæði vitan, kapital og vilja at gera íløgur í grøna orkuskiftið, men verandi skipan er ov stív og forðar fyri, at hetta kann gerast. Tí er neyðugt at lata upp fyri øðrum skipanum - t.d. open-door tilgongd og eginframleiðslu hjá stórum orkubrúkarum - soleiðis at vinnan í verki kann vera við til at seta ferð á orkuskiftið.
Ábyrgd og avgerðir
Kjarnin í hesum er, at politiska skipanin má taka leiðsluna í grøna orkuskiftinum, og tað má hon gera nú. Tá ið orkuskiftið gongur so seint, at tað næstan tykist steðgað upp, skaðar tað bæði umhvørvið og føroyska búskapin.
Orkuskiftið krevur ikki bara vind. Tað krevur dirvi, og tað krevur, at vit tora at taka avgerðir, seta greiðar karmar og ganga á odda, hóast øll ikki eru samd. Politiska skipanin má taka ræðið og tryggja bæði góðar umstøður og greiðar leikreglur, so orkuskiftið kann gerast veruleiki og ikki bara eitt mál á pappírinum.
Samstundis má politiska skipanin samstarva við vinnuna - ikki seta hana í bíðistøðu. Tað krevur eina greiða fatan av, at hvør útsett verkætlan flytir okkum eitt stig longur burtur frá málinum, sum er at gera eitt trygt, grønt og effektivt orkuskifti.
Svarti veruleikin í grøna orkuskiftinum er, at orkuskiftið í roynd og veru enn er langt frá at vera grønt, og paradoksið er, at meðan vit bíða, boðar SEV frá hægri elprísum eftir nýggjár skrivar Vinnuhúsið undan fundinum i SEV fríggjamorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald