Innanlands

SEV forvitnisliga vitjan úr Hetlandi

Hetlendingar vilja vita, hvussu føroyska elskipanin er uppbygd, hvussu netið verður stabiliserað, og hvussu undirtøkan fyri vindmyllum er í Føroyum 

Hannah Goodlad, hetlendskur politikari og Hákun Djurhuus, SEV stjóri

Hannah Goodlad, hetlendskur politikari og Hákun Djurhuus, SEV stjóri

2025-11-21 11:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Hanna Mary Goodlad, John Goodlad og Laurie Goodlad úr Hetlandi, sum eru í Føroyum fyri at leita sær íblástur, hava eisini vitjað Sev. Ferðalagið hevði stóran áhuga í at hoyra m.a. um, hvussu føroyska elskipanin er uppbygd, hvussu netið verður stabiliserað, og hvussu undirtøkan fyri vindmyllum er í Føroyum skrivar SEV á síni heimasíðu. 

[object Object]
Hannah Goodlad, Hákun Djurhuus og John Goodlad á vitjan hjá SEV


"Í Hetlandi er kostnaðurin sosialiseraður, meðan vinningurin er privatiseraður", segði Hannah Mary Goodlad. Hon greiddi eisini frá, at í Hetlandi standa uml. 110 vindmyllur kring oyggjarnar, sum útlendskir eigarar reka, men orkan frá hesum vindmyllum kemur ikki inn á netið í Hetlandi. Hon fer beina leið inn á meginlandið í Skotlandi og víðari suðureftir, meðan elframleiðslan til hetlendsku oyggjarnar er góð 80% olja og smá 20% vindorka frá smærri lokalum vindmyllum umframt eitt sindur av sjóvarfalsorku.


Hannah Mary Goodlad stillar upp til parlamentsvalið komandi ár, og júst orkuøkið er eitt av hennara hjartamálum. Hon nýtti høvið til at gera samrøðu við Hákun Djurhuus, stjóra, um munirnar millum elskipaninar í Føroyum og Hetlandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder