Oljuídnaðurin hevur havt ein týðandi leiklut í hetlendska búskapinum í meira enn 40 ár, og framvegis er hópurin av møguleikum at gera íløgur í hesi so avgerandi vinnugrein. Hetta skrivar heimasíða hjá hetlendsku vinnumyndugleikunum og vísir til stóru olju- og gassgoymslurnar, sum liggja fjaldar í undirgrundini serstakliga vestan fyri Hetland ella á Atlantsmótinum, sum tað eisini verður kallað. Víst verður á at í hesum økinum liggja íløgumøgueikar komandi 30 árini, har Hetland við síni geografisku støðu og veitingarvinnu kann vera eitt gott grundarlag. Sambært bretsku greiningarfyritøkuni Wood Mackencie so fer hetta økið at fáa stóran týdning fyri vøksturin í Bretlandi ella sum hon málber seg: “For UK growth, the West of Shetland is the “place to be”.
Møguleikar at fáa meira at vita
Nógvar fyritøkur í Hetlandi hava tikist við olju- og gassvinnu í meira enn 40 ár. Tað merkir, at Hetland er væl útgjørt og tilreiðar til at arbeiða saman við vaksandi talinum av fyritøðufeløgum/oljufeløgum, sum virka í økinum - til tess at fara undir nýggjar kappingarførar verkætlanir og harvið fáa sum mest burtur úr ráevnunum í undirgrundini skrivar heimasíðan.
Skotski vinnustovnurin “Highland and Islands Enterprise” bjóðar sær í hesum sambandi til at útvega bæði oljufeløgum og veitingarfeløgum kunning um møguleikar og avbjóðingar á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar.
Kontaktpersónur er Katrina Wiseman, Head of Business Growth, Highland and Islands Enterprise: [email protected].
Stórar kolvetnisgoymslur í undirgrundini
Stórur partur av goymslunum av olju og gassi í Bretlandi finst vestan fyri Hetland, har oljurisar sum BP, Shell, Total og Chevron arbeiða. Fýra av teimum størstu verkætlanunum, lokomotivini á bretska landgrunninum, eru vestan fyri Hetland, tær eru Clair Ridge og Clair South miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og síðani Cambo og Rosebank, sum liggja tætt við føroyska markið. Atlantsmótið er undirkannað við einans 160 leitibrunnum. Ì øðrum økjum á bretska landgrunninum eru boraðir meira enn 500 brunnar.
Taka sundur pallar
Hetland bjóðar seg eisini fram at taka sundur gamlar oljupallar, tað, sum á fakmáli verður nevnt “Decommissioning”. Henda nýggja vinnugreinin, sum júst er við at mennast, verður mett at standa fyri hundraðtals mia. kr. komandi árini. Sohvørt keldurnar tømast í Norðsjónum hava oljufeløgini skyldu til at taka útbúnaðin niður og flyta hann til lands, har hann so verður tikin sundur og endurbrúktur. Her vilja hetlendingar vera við og hevur eisini verið nevnt, at hetta kundi verið ein upplagdur vinnumøguleiki í Føroyum eisini. Hetland liggur einans 120 fjórðingar frá oljukeldunum í Norðsjónum, og tí er djúphavnin havnin nærhendis Lerwick, Dales Voe, ein upplagdur møguleiki at vera ein av miðdeplunum fyri “decomm” vinnuna. Henda havnin varð herfyri kosin at vera besta plássið í øllum Stórabretlandi at hýsa framtíðar vinnuni at taka niður og sundur oljupallar og útbúnað.
Føroyar framvegis á breddanum
Herfyri lótu nýggjar leitiúbjóðingar á Atlantsmótinum aftur. Enn er ov tíðliga at siga nakað um úrslitið av 32. útbjóðingini á bretska landgrunninum, meðan úrslitið av 5. føroysku útbjóðingini gjørdist eitt vónbrot, nú eingin umsøkjari var. Hetta er sjálvandi eitt bakkast men bæði landsstýrismaðurin í kolvetnismálum og stjórin á Jarðfeingi hava síðani meldað út, at royndirnar at fáa oljufeløg henda vegin halda fram. Hereftir í eini sonevndari "open door" skipan, har tað stendur oljufeløgum frítt at velja sær út øki á føroyska landgrunninum og søkja um leitiloyvi. Open door verður í løtuni kunngjørd á heimasíðuni hjá Jarðfeingi, www.jf.fo.
Manglandi áhugin fyri at søkja í 5. útbjóðing hevur fleiri orsøkir. Ein er tann, at feløgini hava úr at gera á bretska landgrunninum - at tað er møtimikið at fara inn í eitt nýtt land, sum Føroyar er fyri oljufeløgini og haraftrat er Jarðfeingi ikki liðugt við sítt kanningararbeiði av føroysku undirgrundini. Týðuligar ábendingar eru um, at tað finnast fleiri øki í føroysku undirgrundini, sum kunnu goyma bæði olju og gass. Stóri áhugin hjá oljufeløgum at ogna sær data frá føroysku undirgrundini bendi eisini á, at feløgini fylgja neyvt við. Ein orsøk til at eingin søkti í 5. rundu kann eisini vera skattaviðurskiftini, har skatturin á oljufeløg er nógv hægri í Føroyum enn í Bretlandi. Ein lækking av skattinum hevði møguliga havt við sær, at oljufeløg vórðu meira váðafús til at gera íløgur her.
Uttan mun til hesar umrøddu orsøkir, so skerst ikki burtur, at kolvetnisvirksemið nú er so tætt við markið, at tað verður helst bara ein spurningur um tíð, til oljufeløg kunnu finna keldur, sum ganga tvørtur um mark. Fleiri útbyggingar standa eisini fyri framman beint við markið, og hesar útbyggingar kunnu eisini gera, at feløgini aftanfyri vilja ogna sær øki føroysku megin markið eisini. Tað eru tað longu útlit til, og tí arbeiðá fólkini á Jarðfeingi miðvíst við sínum kanningararbeiði við eitt nú markið.
Tað er eisini greitt, at føroyska veitingarvinnan fylgir sera væl við gongdini eystan fyri markið og er tað partur av framtíðar strategiini at fáa lut í teimum útbyggingum, sum komandi árini vera at fara fram í økinum.
Rosebank og Cambo keldurnar, tætt við føroyska markið, skulu helst útbyggjast komandi árini. Eisini verður hugt eftir syðru keldunum Tornado og Suilven, sum kunnu bindast í Cambo fyri norðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald