Uttanlands

Avstralia noktar at gevast við kolaframleiðslu

Landið fer uttan mun til hvat onnur lond gera at halda fram við bæði kolaframleiðslu og nýtslu.

Kol hevur fingið nógva umrøða á COP26 ráðstevnuni í Glasgow

Kol hevur fingið nógva umrøða á COP26 ráðstevnuni í Glasgow

2021-11-09 18:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú ein góð vika er farin, síðani altjóða veðurlagsráðstevnan COP26 varð sett, eru meiningarnar og viðmerkingarnar ymiskar um úrslitið higartil. Tað eru tey, sum halda, at alt ov lítið ítøkiligt er komið burturúr, meðan onnur siga, at heimurin nú lurtar meira eftir mongu ávaringunum frá vísindafólkunum og teirra frágreiðingum.

Í farnu viku fegnaðust mong um útmeldingarnar um kolaorku, har fleiri lond søgdu seg vera fyri at avmarka og steðga framtíðar nýtslu av koli í orkuframleiðsluni.  

Men at orku- og veðurlagsmál eru ein torgreiddur spurningur gjørdist greitt, tá ein avstralskur ráðharri, eftir at mong lond høvdu samtykt at vilja minka um kolanýtsluna til orkuendamál, brádliga steig fram á pallin og kunngjørdi, at Avstralia hevur ongar ætlanir um at gevast við at bróta og selja kol til orkuframleiðslu.

-Um nakar vil keypa kol frá okkum, so selja vit tað segði ráðharrin og lovaði samtíðis, at land hansara hevur ongar ætlanir um at stongja kolanám í bræði. Avstralia fer at halda fram við at selja og útflyta kol í fleiri ártíggju aftrat. 

Júst henda útsøgnin frá einum av heimsins størstu framleiðarum av koli vísir, hvussu torfør uppgávan er á veðurlagsstevnuni hjá ST í Skotlandi at fáa nóg ítøkiligar og bindandi samtyktir og ikki bara lyfti um at gevast við dálkandi orkuframleiðslu.

Tá uppskot um so líðandi at minka um kolanýtsluna í orkuhøpi komandi árini varð frammi á COP26 í farnu viku noktaði Avstralia at atkvøða fyri. Heldur ikki Kina og USA vildu skriva undir.

Annars hava 40 lond á COP26 sagt seg vilja skriva undir eina avtalu um at minka um kolanýtsluna til tess at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Londini hava í hesum sambandi sagt, at tey fara at arbeiða ímóti at gera íløgur í kolaorku í øðrum londum. Um somu tíð stendur Avstralia við uppá sítt.

-Vit hava sagt tað týðuliga og greitt, at vit fara ikki at stongja kolanámini ella kolaorkuverkini, sigur avstralski ráðharrin fyri ráevni, Keith Pitt. Hann sigur, at avstralska kolið er nakað av tí besta í heiminum, tá hugsað verður um góðsku. Og verður  ikki roynt at selja hetta, so verða tað aðrir, sum gera tað.

-Eg síggi heldur, at tað er ein nógv betri kolagóðska frá okkum sjálvum, sum kann varðveita arbeiðspláss og menna búskapin heldur enn innflutt skitnari kol úr Indonesia ella Russlandi.

Avstralia er í dag eitt av heimins størstu framleiðarum av koli. Umleið 300.000 fólk arbeiða í kolavinnuni í Australia. 

Landið er annars sera hart rakt av veðurlagsbroytingum, sum vísindafólk siga m.a. stava frá útláti frá kolanýtsluni. 

Útmeldingin frá Avstralia kemur um somu tíð sum danska stjórnin hevur avgjørt at seta 100 mió. kr. í grunn, sum skal hjálpa menningarlondum í Asia at sleppa sær av við koli í síni orkuframleiðslu. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder