
Stóra ætlanin hjá Bakkafrost og øðrum í Lambavík í Eysturoynni hevur fingið ein dyggan frammaná. Sambært Degi og Viku fríggjakvøldið hevur Bakkafrost nú loksins fingið svar frá myndugleikanum um ætlanina at seta upp eina stóra vindmylnulund. Eysturlund skuldi framleiða bíliga grøna orku til Havsbrún í Fuglafirði, men myndugleikarnir siga nei bæði til at seta vindmyllurnar upp og at flyta streymin.
Ætlanin varð løgd fram alment fyri skjótt tveimum árum síðani og snúði seg um at seta 24 vindmyllur upp í haganum omanfyri Glyvrar. Leiðarin á Elveitingareftirlitinum, Ari Johanneson segði við KVF í gjár, at støðan er tann, at tey hava viðgjørt umsóknina og eru komin til ta niðurstøðu, at loyvi kann ikki veitast til hesa stóru grønu ætlanina.
Regin Jacobsen sigur í eini viðmerking til avgerðina, at hon virkar óskiljandi, tí ætlanin er at framleiða damp á Havsbrún ístaðin fyri ta tungolju, sum í dag verður brúkt til framleiðsluna. Hann sigur, at endamálið við hesi verkætlan er at brúka ta orku vit eiga í Føroyum nevniliga vind, men tað sleppa teir nú ikki.
-Vit skulu til 2030 í okkara roknskapi vísa á, hvussu vit kunnu minka um útlátið við eini helvt. Hetta er ein stór avbjóðing fyri fyritøkuna, men hetta kann gerast við verkætlanini Eysturlund, har vindurin kann avloysa tungoljuna.
Ari Johanneson sigur við KVF, at skulu tey til at viðgera eitt loyvi, so má eitt útboð verða frammanundan. Tað er tað ikki. Hvat viðvíkur uppgávuna at leggja elnetkaðal, so er tað bara SEV, sum kann tað.
Bakkafrost hevur kært avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.
Stjórin á Bakkafrost er alt annað enn nøgdur við støðuna, serstakliga tá politikarar hava sagt, at vit við grønum tiltøkum skulu minka munandi um útlátið – og nú ein stór verkætlan, sum júst kann flyta okkum langt í grøna orkuskiftinum, verður løgd fram, so verður hon steðgað av somu politisku skipan.
Ein alternativ loysn sigur stjórin á Bakkafrost kann gerast, at tað verða settir dampketlar upp í fjøllunum, har ætlanin var at hava vindmyllur. Dampurin verður so fluttur víðari til Fuglafjarðar gjøgnum damprør.
Væntandi fer Føroya Kærustovnur at taka eina avgerð í málinum seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald