Eitt av nýggju grønu brennievnunum, sum skal avloysa olju og gass, E-metanol, hevur verið fyri bakkasti, nú stigtakararnir til at byggja eina metanol verktmiðsju í Belgia hava slept ætlanini.
Orsøkin er búskaparliga støðan í heiminum, sum hevur havt við sær sera høgar príshækkingar m.a. innan orku og og tilfar, ið hava gjørt verktætlanina so mikið dýra, at vinnan ikki vil vera við til at rinda meirútreiðslurnar í metanolmenningini. Hetta veit Søfart at siga frá.
Verksmiðjan skuldi liggja í havnini í Antwerpen í Belgia og hevur higartil fingið sera stóran stuðul frá lokalu myndugleikunum eins og fyritøkum sum Ineos, Fluxys og Engie.
Haraftrat fer tað at vera so mikið kostnaðarmikið at framleiða e-metanol, at stigtakararnir meta ikki, at kundar vera til at keypa nýggja brennievnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald