2022-10-28 13:32
Hetta hava ES londini gjørt av. Sølan av nýggjum bilum riknir við bensini og dielsel verður rætt og slætt bannað frá 2035. Tað hevur ES nevndin tikið avgerð um. Hetta verður gjørt fyri at steðga útlátinum av CO2 og skal tað vera við til at minka um veðurlagsbroytingarnar. Samtíðis gerast bilarnir iesini bíligari, og harvið verða uppaftur fleiri før fyri at keypa sær ein nýggjan bil, sum ikki lekur CO2 út í umhvørvið.
Í gjár kom út ein nýggj frágreiðing um framtíðar veðurlagsútlitini og sambært henni stendur ikki væl til, tá hugsað verður um framhaldandi og vaksandi útlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald