Innanlands

BBC: Føroyar á grøna heimskortið

Víðagitna sendirøðin á bretsku sjónvarpsrásini BBC “Click” viðgjørdi herfyri spennandi orkumenningarverkætlanina hjá Minesto og SEV í Vestmannasundi.

Jounalistur frá BBC vitjar Minesto/SEV sjóvarfalsorkustøðina í Vestmanna.

Jounalistur frá BBC vitjar Minesto/SEV sjóvarfalsorkustøðina í Vestmanna.

2024-06-24 17:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hon man teljast millum eina ta mest vitjaðu røðirna í BBC, har tøkni, vísindi, orka og grøna orkuskiftið og mangt annað, sum hoyrir tíðini og ikki minst framtíðini til, verða umrødd hvørja viku. Leiðslan í “Click”, sum sendirøðin eitur, hevði fingið eygað á lítla oyggjalandið úti í Norðuratlantshavi, nú tað ræður um at varpa ljós á nýggjar leiðir at útvinna orku úr náttúrutilfeinginum, í hesum føri Føroyar við sínum náttúruskaptu møguleikum fyri sjóvarfalsorku.

[object Object]

BBC helt hesa forkunnugu søgu úr grannalagnum verða so mikið áhugaverda, at tey sendu ein av sínum orkujournalistum til Føroya. Her vórðu upptøkur gjørdar av drekanum í Vestmannasundi og samrøður við fólk frá bæði Minesto og SEV.

Niðurstøðan í sendingini er, at sjóvarfalsorka er kolveltandi varandi orka, ið kann gerast ein týðandi framtíðar loysn í grøna orkuskiftinum ikki minst í oyggjasamfeløgum sum Føroyar. Nógvar royndir verða gjørdar kring allan heim við hesum orkuslagnum og telist verkætlanin hjá Minesto og SEV millum tær fremstu av sínum slag. Minesto hevur eitt nú við almennum stuðuli eisini ment eina loysn, sum felagið nú í nøkur ár hevur roynt í Føroyum og sum longu framleiðir streym inn á netið.

[object Object]

Í sendingini kemur eisini fram, at nógvir møguleikar eru at seta upp slík sjóvarfalsorkuverk kring Føroyar. Vestmannasund er bara tað fyrsta og seinni kemur eisini Heystfjørður og onnur øki við inn í myndina.  

Í BBC sendingini verður víst á, at Føroyar liggja fjarskotnar og eru tí bundnar av innflutningi av olju og gassi úr øðrum londum.

Men Føroyar vilja gerast partur av grøna orkuskiftinum og her kemur Minesto verkætlanin inn í myndina sum ein týðandi partur, har sjóvarfalsorka kann framleiða streym inn á lokala og har vera við til at kunna avloysa vind- og vatnorku, tá hesar  ikki eru til steðar í nóg stóran mun.

-Kunnu  vit gera bruk av sjóvarfalsorkuni á fleiri plássum í Føroyum, so kann hon vera lykilin til at menna alla orkuskipanini, sum fevnir um bæði vind, sól og vatn og harvið vera innflutta olju fyriuttan sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV við BBC, sum kemur til ta niðurstøðu, at sjóvarfalsorkan, tá hon er roynd og ment,  kann gerast gull verd fyri alt orkumixið í Føroyum. Hugaligt at ein heimsumfatandi sjónvarpsrás sum BBC varpar ljós á royndirnar at gera føroysku orkuveitingina meira grøna. 


Her brot úr BBC sendingini:

Current and Future Applications

The deployment of underwater kites in the Faroe Islands is just the beginning of what could be a innovative approach to tidal energy production. The potential for large-scale deployment in arrays, similar to wind farms, could significantly contribute to the islands’ energy needs. In fact, it is estimated that these underwater kites could provide 30-40% of the Faroe Islands’ annual energy usage. This substantial contribution represents a major step forward in harnessing ocean energy and demonstrates the potential for similar deployments in other regions with strong tidal currents.

Moreover, the integration of tidal energy with other renewable sources, such as wind, hydro, and solar, can create a more resilient and sustainable energy system. By diversifying their energy portfolio, the Faroe Islands can reduce their reliance on fossil fuels and move towards a cleaner, more sustainable future.

The impact and potential of underwater kites in the Faroe Islands cannot be overstated. This innovative technology represents a major milestone in the field of renewable energy, showcasing the power and potential of tidal energy. As the world continues to seek out new and innovative ways to combat climate change and reduce our reliance on fossil fuels, the success of underwater kites in the Faroe Islands serves as a beacon of hope and inspiration.

Sí annars grein á You Tube við video frá vitjanini í Føroyum.

https://www.geeky-gadgets.com/tidal-kites/

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder