2022-08-02 20:27
Oljuprísurin tykist at lækka aftur eftir at hann um miðjan juni toppaði. 16. juni kostaði ein litur av bensini 15,48, men í dag kostar hann 13,94 kr/liturin.
Prísurin á diesel var hægstur 16. juni tá tað kostaði 13,99 kr/liturin. Í dag kostar ein litur av diesel 12,89 krónur.
Seinast Magn dagførdi sínar prísir var ólavsøkuaftan. Helst ganga ikki nógvir tímar áðrenn Magn eisini hevur lækkað sínar prísir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald