Tað er heimskenda og nógv virda blaðið “The Financial Times”, sum skrivar hetta, nú einans fáar vikur undan altjóða veðurlagsráðstevnuni í Dubai.
Hetta seinasta árið hevur verið sera torført fyri vindorkuvinnuna í USA. Og nú hava fleiri vindorkuframleiðarar sagt frá, at teir rokna ikki við, at myndugleikararnir fara at røkka grønu máluinum til tíðina.
Biden hevur sett sær sum mál at menna nokk av orku frá havvindi til at framleiða 30 gigawatt innan 2030. Tað skal vera nóg mikið til at nøkta streymtørvin hjá 10 mió. húsarhaldum í USA. Men varastjórin í donsku Vestas fyritøkuni, sum er heimsins størsti vindmylnuframleiðari, Josh Irwin, sigur við Financial Times, at málið hjá Biden er óveruligt.
-Avgerðir at strika ella steðga fleiri verkætlanum eins og seinkingarnar eru meira enn bara vakstrarprína, sigur Iwin. Júst royndirnar at menna havvind í USA er ein týðandi partur av veðurlagsmálunum at minka útlátið við eini helvt í 2020.
Í heyst eru fleiri verkætlanir í USA steðgaðar og stór virði eru niðurskrivað í amerikanska havvindídnaðinum.
Eisini í Evropa merkja lond og fyritøkur mongu avbjóðingarnar innan havvindorkuna. Hetta kemur serliga av hækkandi inflatiónini, høgu rentuni og hækkandi kostnaði annars.
Danska Ørsted, norska Equinor og týska Siemens hava allar merkt støðuna á pengapunginum og hava mist milliardir av kr. Í november niðurskrivaði Ørsted fyri 45 mia. kr. og tók seg úr tveimum verkætlanum í USA, har Ørsted skuldi standa fyri útbygging av havvindorku í New Jersey og framleiða 2,2 gigawatt. Hetta skrivar NTB.
Haraftrat mátti vindorkuframleiðarar í New England gevast við projektum, sum skuldu framleiða 3,2 gigawatt aftrat. Harvið er ein fimtipartur av 2030 málunum hjá Biden løgd til síðis við grundgevingini vánaligt lønsemi.
Eisini norska Equinor mátti niðurskriva helvtina av havvindverkætlanum út fyri New York við 3,3 mia. kr.
Nú halda framleiðarar av vindmyllum, at vinnan eigur taka stig til at fóta sær aftur tvs. at umhugsa framtíðina av nýggjum. -Vit missa øll pengar, tí okkara modell er ikki burðardygt sigur Richard Voorberg, fyrisitingarleiðari í Siemens Energy North America við Financial Times.
Ynskið hjá Biden um at menna havvindídnaðin í USA er eisini ein spurningur um at skapa nýggj arbeiðspláss. Og hetta kann gerast trupult, um ikki vindmylnuframleiðararnir kunnu fáa trygd fyri sínum íløgum so ella so og harvið m.a. kunnu vera við til at byggja nýggjar verksmiðjur at framleiða grønt.
Amerikanska orkumálaráðið hevur mett, at havvindídnaðurin kann skapa 58.000 nýggj arbeiðspláss millum 2024 og 2030, um verandi verkætlanir gerast veruleiki. Nú krevja framleiðararnir, at myndugleikarnir í USA taka støðuna í álvara og hava fleiri teirra heitt á myndugleikar í USA um at endurskoða verkætlanir, so hædd verður tikin fyri eyka kostnaðinum. Tað hava myndugleikarnir kortini sagt seg ikki vilja, og tað kann so hava við sær, at nógv arbeiðspláss eru í vanda umframt at veðurlagsmálini ikki verða nádd.
Keldur: Financial Times, E24, NTB,
https://www.whitehouse.gov/briefing-room/statements-releases/2022/09/15/fact-sheet-biden-harris-administration-announces-new-actions-to-expand-u-s-offshore-wind-energy/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald