Uttanlands

Biden letur upp fyri oljugoymslunum

Amerikanski forsetin vónar at kunna steðga prísvøksturin á bensini við at skrúva upp fyri oljugoymslunum

2022-03-31 23:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur avgjørt at lata upp fyr stóru amerikonsku eykagoymslunum av olju fyri at taka broddin av ógvusliga prísvøkstrinum á olju og gassi á altjóða marknaðinum, sum m.a. rakar amerikanska brúkaran meint. Henda avgerð skal vónandi  minka um methøgu prísirnar.  

Ætlanin hjá Biden snýr seg um at koyra eina millión tunnur av olju út á marknaðin um dagin í seks mánaðir. Við at økja um útboðið verður mett, at prísvøksturin kann tálmast ella heilt steðgast.  

Biden og hansara demokratisku politikarar bera ótta fyri einum ósigri til komandi valini í november, um teir ikki fáa vent prísgondini á bensini serstakliga, sum rakar bileigarar meint. USA hevur annars steðgað øllum innflutningi av olju og gassi úr Russlandi. Hetta munar tó ikki nógv, tí USA innflytir sera avmarkaðar nøgdir av orku úr Russlandi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder