
Hetta hendir eftir, at tey bæði orkufeløgini Ithaca Energy og ENI UK í fjør løgdu sínar ognir í Norðsjónum saman. Tað hevur gjørt Ithaca til eitt nógv størri og bæði fíggjarliga og tøkniliga sterkari felag, ið miðjar eftir at skunda undir framleiðslu frá verandi keldum, eitt nú Cambo, sum liggur einans 5 milometrar frá føroyska markinum.
Tær stóru yvirskriftirnar vóru frammi í bretskum miðlunum nú um dagarnar, tá gjørt varð greitt, at nýtt lív er komið í ætlaninar at útbyggja stóru oljukelduna Cambo við føroyska markið. Hon vil tá vera onnur stóra oljuleiðin við markið, sum verður útbygd.
Cambo kom í brennidepilin nøkur ár herfyri, tá útlit vóru til, at Ithaca og Shell fóru at útbyggja hesa risastóru oljukelduna – og fleiri umhvørvisfeløg fóru á barrikadurnar og vildu gera alt fyri at steðga útbyggingini. Tað sama er so hent seinni við grannakelduni Rosebank eisini, tó at henda verður útbygd.
Shell, sum tá skuldi vera partur av útbygging av Cambo, tók seg úr verkætlanini við tí grundgeving, at hon var ikki so lønandi sum hildið. Síðani hava fleiri greinarar sagt frá, at veruliga orsøkin var áhaldandi trýstið frá umhvørvisfeløgunum. Herfyri hendi so tað, at Shell og Equinor gjørdu av at leggja saman sítt virksemi í bretskum øki og harvið eisini eystan fyri Føroyar. Og harvið verður Shell møguliga partur av hini stóru oljuleiðini á Atlantsmótinum, Rosebank.
Tað eru góð tíðindi fyri bæði føroyska oljuleiting og veiting, sum í seinastuni eru komin fram í bretskum miðlum um útbyggingar av olju- og gasskeldum nær við føroyska markið. Bretski fíggjarráðharrin sigur, at Rosebank útbygging fer at halda fram, og hava úttalilsini fingið gróðrarbotn fyri aðrar stórar útbyggingar eystan fyri Føroyar, eitt nú Cambo og Clair. Í kjarlarvørrinum á hesum útbyggingum koma møguliga eisini útbyggingar av smærri keldum sum Tornado og Suilven, eisini tætt við føroyska markið.
Eftir at hava ligið í “dvala” í eina tíð tykist lív nú aftur vera komið í hesa sovandi kempuna av eini oljukeldu, Cambo, eina ta størstu á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd og tískil við stórum týdningi fyri framtíðar bretsku orkuveitingina.
Soleiðis ímyndar Ithaca sær, at framleiðslupallurin við Føroyar fer at síggja út.
Nú boðar Ithaca so frá í sambandi við roknskapin fyri 2024, at útlit eru til at fáa nýtt lív í Cambo. Roknað verður eisini við, at okkurt annað felag aftrat fer at vísa ans fyri kelduni og keypa seg inn í ognarskapin. Útbygging er eisini í tráð við strategiina hjá fyristøðufelagnum, sum roynir at menna sítt virksemi bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum.
Ithaca hevur júst heitt á NSTA, sum hevur eftirlit við loyvum, um at kunna longja loyvið til í 2027, hetta serstakliga eftir, at ENI UK og Ithaca hava avgjørt at leggja saman sínar ognir í Bretlandi. Tað seinasta, sum er hent í Ithaca umhørvinum, er, at felagið hevur keypt japanska oljufelagið Japex UK.
FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur vitjar Ithaca Energy í Aberdeen. Her saman við nøkrum av leiðandi jarðfrøðingunum hjá felagnum eins og føroyska Boga Vang, sum arbeiðir í fíggjardeildini hjá felagnum. Mynd Jan Müller
FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur vitjaði herfyri í Aberdeen, har leiðin eisini gekk til høvuðsskrivstovuna hjá Ithaca Energy. Har hitti FOÍB, hvørs uppgáva m.a. er at marknaðarføra føroyska oljuleiting og veiting, umboðum fyri leitideildina hjá felagnum eins og føroyska fíggjarmannin, Boga Vang, sum arbeiðir hjá felagnum. Í prátinum varð FOÍB kunnað um stóra kanningararbeiðið hjá felagnum um okkara leiðir. Ithaca er partnari í nærum øllum teimum stóru framleiðandi olju- og gassleiðunum á Atlantsmótinum tvs. millum Hetland og Føroyar og eisini leiðum, sum enn ikki eru útbygdar. So felagið verður helst eitt av teimum mest virknu um okkara leiðir í framtíðini.
Atlantsmótið er mett sum sjálvt gullnámið hjá Bretlandi, tí mett verður, at 30% av bretsku olju- og gassnýtsluni í framtíðini fer at koma frá keldum í hesum økinum tvs. eisini nær Føroyum. Nick Richardsson, stjóri fyri leiting í NSTA, North Atlantic Transition Autority, segði herfyri við FOÍB, at bretskir orkumyndugleikar síggja olju og gass á leiðunum millum Hetland og Føroyar sum mest týðandi framtíðar goymsluna, nú nógvar av keldunum í Norðsjónum eru við at tømast.
Ithaca Energy, sum er vorðið eitt av teimum størstu oljufeløgunum í Norðsjónum, heldur til í hesum stóra glasbygninginum í Aberdeen.
Tað er greitt, at fyri føroyskar veitarafyritøkur hevur gongdin hinumegin markið stóran týdning, tí útbyggingar og seinni framleiðsla fara at gerast ein spildurnýggjur marknaður fyri føroyskar vørur og tænastur. Her ikki minst flutningstænastur frá Atlantic Airways eins og tænastur frá Føroya Tele í sambandi við fjarskifti umframt allar aðrar tænastur, sum føroyskar fyritøkur kunnu lata tveimum stórum framleiðandi keldum beint hinumegin markið.
Undir vitjanini hjá Ithaca fyrr í mars kunnaði FOÍB eisini um teir møguleikar, sum føroysk veitaravinna kann bjóða fram, tá og um avgerð verður tikin um at útbyggja Cambo og vildi við tí leggja lunnar undir eina møguliga líknandi vitjan sum tann hjá Equinor. Tað fer so tíðin at vísa.
Ithaca er eisini partnari í útbyggingini av hini stóru leiðini við markið, Rosebank.
Í fjør tók FOÍB stig til at bjóða Equinor, sum stendur fyri útbyggingini av Rosebank kelduni til Føroya at síggja møguleikarnar fyri at fáa vørur og tænastur her. Vitjanin varð síðani løgd til rættis saman við Sjóvinnufelagnum.
Her leiðslan í Equinor á vitjan í Føroyum. Mynd Jan Müller
(Komandi grein á orkan.fo: Rudda slóð fyri gassleiðing úr Rosebank-kelduni nær markið til Hetlands.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald