Í samband við at IPCC, veðurlagsnevndin hjá ST, er komin við síni seinastu frágreiðing um veðurlagið og broytingarnar í veðurlagnum, hevur navnframi danin Bjørn Lomborg tann 9. august skrivað eina viðmerking í amerikanska miðlinum “New York Post”.
Greinin hjá Lomborg í amerikanska tíðarritinum New York Post
Hann sigur, at reaktiónirnar í miðlunum og hjá politikarum til nýggjastu veðurlagsfrágreiðingina kundu ikki verið meiri forútsigiligar. Lomborg finst at tí hann nevnir dómadagstosinum, sum litar nógvar av viðmerkingunum.
Hann vísir á, at ST hevur eina langa søgu í at siga, at vanlukkan er beint um hornið, og vísir í viðmerkingini á, at fyrsti «Environment Director» í ST longu fyri einari hálvari øld síðani segði, at vit bert høvdu 10 ár at handla í fyri at bjarga umhvørvinum, og at leiðarin fyri IPCC í 2007 segði, at vit høvdu 5 ár at handla í.
Bjørn Lomborg sigur víðari, at hóast ógvusligu útmeldingarnar í miðlunum um seinastu frágreiðingina hjá IPCC um veðurlagið, so er frágreiðingin skilagóð og seriøs. Frágreiðingin sigur, sum Lomborg eisini er samdur í, at veðurlagsbroytingarnar eru veruligar, og at tær eru ein trupulleiki.
Tó sigur Lomborg, at rapporteringin er eitt sindur einsíðug. Milum annað førir hann fram, at gamaní doyggja meiri fólk av hita av veðurlagsbroytingunum, men samstundis doyggja væl færri av kulda. Netto hava veðurlagsbroytingarnar sambært Lomborg spart 166,000 mannalív um árið.
Eisini førir Lomborg fram, at ein grønking, sambært IPCC frágreiðingini, er farin fram seinastu 35 árini í heiminum av økta CO2 útlátinum. Henda grønking umfatar eitt areal, sum svarar til eitt øki uppá tvær ferðir kontinentala USA sambært einari frágreiðing frá NASA. Hetta verður ikki endurgivið í miðlunum sambært Lomborg.
Bjørn Lomborg peikar eisini á, at seinasta IPCC frágreiðingin staðfestir, at man hevur lítíð álit á «Low confidence», at menniskjan hevur nakra ávirkan á vatnflóð í áum kring heimin. Hetta hóast róð verður uppundir í miðlum, at eitt nú áarlopini í Týsklandi hava nakað við veðurlagsbroytingar at gera.
Lomborg finst eisini at, at kjakið um veðurlagsbroytingar er grundað á, at man ikki væntar, at menniskjan fer at tilpassa seg. Til dømis, tá man tosar um, at vatnstandurin hækkar í høvunum. Tilpassing fer at henda, sum man hevur sæð tað við eitt nú dikunum í Hálandi, sigur Lomborg, og tí verða vanlukkusecenariini ikki til veruleika.
Boðskapurin hjá Lomborg er, at ræðusøgurnar um, hvat kemur at henda av veðurlagsbroytingunum, eru kraftiga yvirdrivnar, og eru ikki grundaðar á hesa seinastu IPCC frágreiðingina. Hann sigur, at tann greiðasti mátin at síggja hetta, er at vísa til veðurlagsbúskaparfrøðina. Hann endurgevur, at vegna veðurlagsbroytingarnar, so vil meðalpersónurin í 2100 “bara” verða 436% so væl fyri, sum meðalborgarin í dag, meðan hetta talið vildi verið 450% uttan veðurlagsbroytingarnar.
Tað, sigur Bjørn Lomborg, er ikki heimsins endi, men ein trupulleiki, ið kann loysast skilagott.
Kelda: New York Post
Danski granskarin hevur skrivað fleiri bøkur um veðrið og umhvørvið. Tann seinasta hevur heitið: “False Alarm: How Climate Change Panic Costs Us Trillions, Hurts the Poor, and Fails to Fix the Planet.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald