Uttanlands

BP ger størsta oljufundið í 25 ár

Nýggja risastóra oljuleiðin, sum BP hevur funnið út fyri Brasil, kemur sera væl við hjá felagnum, ið hevur verið í tungum sjógvi í eina tíð.

2025-08-05 14:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum næsti granni okkara Bretland og móðirtjóð BP sáar iva um olju- og gassframtíðina í Norðsjónum, ger bretska orkufelagið BP eitt risastórt olju- og gassfund við strendur Brasil. Hetta er so bert eitt í eini røð av oljufundum, har  eitt orkufelag fyri og annað eftir í flest øllum heimspørtum antin tað er í Afrika, Asia ella Suðuramerika boðar frá nýggjum olju- og gassfundum.  

Og nú um dagarnar hendi tað so eisini í suðuratlantshavi, tá bretska BP fann sína størstu oljukeldu í 25 ár út fyri Brasil. Nýggja keldan fer at tryggja eina framleiðslu uppá 2,3 til 2,5 mió. tunnur um dagin frá 2030.

[object Object]

Stóri fundurin hevur so eisini týdning fyri felagið, sum hevur verið fyri bakkøstum av ymsum slag. Eitt nú møtti tað stóra mótstøðu millum partaeigarar, tá leiðslan í felagnum tók stig til at raðfesta varandi orkuíløgur hægri enn tær fossilu, sum annars hava verið grundarlagið undir felagnum. Hetta vísti seg aftur í tølunum og endin var, at nýggja leiðslan í felagnum varð noydd til at skifta kós aftur og hækka íløgurnar í olju- og gassleiting og virksemi. Í kjalarvørinum av hesi broyttu gongd kemur stóra oljufundið í Brasilia sera væl við fyri tey, sum vilja halda fram við at varðveita BP sum eitt olju- og gassfelag.

BP hevur stórar ætlanir at menna olju- og gassleitingina. Felagið fer at bora 40 brunnar komandi trý árini, 15 av teimum í ár.

Kortini ætlar BP sær eins og fleiri onnur orkufeløg at brúka stórar upphæddir  uppá menning av varandi orkukeldum. Júst um somu tíð sum stóra fundið varð gjørt í Brasil, gjørdi BP eina avtalu við japanska fyritøku at gera stórar íløgur í vindorku.

BP er framvegis virkið um okkara leiðir, har tað eigur lut í fleiri stórum olju- og gassleiðum eitt nú tveimum á Clair kelduni miðskeiðis millum Føroyar og Hetland og á stóru Schiehallion leiðini, ið liggur nærri Føroyum. Í løtuni metir BP um enn eina útbygging um okkara leiðis, ta triðju á Clair kelduni, eisini nevnd Clair South ella Clair 3. Felagið hevur sagt, at tað fer at taka endaliga støðu til útbygging, tá bretskir myndugleikar hava tikið endaliga avgerð um útbyggingarnar Rosebank og Jackdaw eisini á bretska landgrunninum. Tað verður helst greitt í heyst ella seinni í ár. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder