Uttanlands

BP og Daimler samstarva um vetni

Bretska orkufelagið BP og lastbilafyritøkan Daimler Truck AG kunngjørdu í morgun, at tey fara at samstarva um at skunda undir nýtsluna av vetni í teirra netverki  og harvið at menna tøkni til tess at minka um útlátið í vøruflutningi í Bretlandi.

2021-10-27 12:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Fyritøkurnar fara saman undir at menna vetnis-undirstøðukervið og seta í verk eina ætlan við vetnisriknum lastbilum í Bretlandi.

BP fer sambært avtaluni undir eina ætlan at menna eitt netverk av áfyllustøðum á 25 støðum í Bretlandi innan 2030.  Hesar støðirnar skulu so kunna veita grønt vetni, sum verður framleitt úr vatni við varandi orku. Daimler roknar við at kunna bjóða fram vetnisriknar lastbilar frá 2025.

Emma Delaney, stjóri hjá BP sigur, at vetni fer at fáa stóran týdning í royndunum at minka um útlátið av CO2 her serstakliga fyri tunga og langvegis ferðslu.

BP arbeiðir eisini við ætlanum at byggja vetnisverksmiðjur bæði í Teeside í Onglandi og Aberdeen í Skotlandi. Eingin ivi er um, at júst vetni fer at hava høga raðfestin á altjóða veðurlagsstevnuni í Glasgow um nakrar dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder