Bretski verjumálaráðharrin, John Healey, hevur váttað, at Bretland hjálpti amerikanarunum, tá tey løgdu hald á eitt russiskt tangaskip í Atlantshavinum í dag.
Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Healey sigur, at bretar hjálptu við eftirliti úr luftini, og at átakið var ein partur av einum alheims átaki at støðga eini roynd at snúgva sær undan revsitiltøkum.
![]()
John Healey, bretskur uttanríkisráðharri (Mynd: EPA)
Tangaskipið Marinera hevur tilknýti til Venesuela. Amerikanska sjóverjan hevur elt skipið í tvær vikur áðrenn tey tóku avgerð um at fara umborð og leggja hald á skipið.
Skipið er undir illgruna fyri at vera partur av sonevnda skuggaflotanum, sum flytir olju, sum er fevnd av amerikansku revsitiltøkunum, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald