Uttanlands

Bretsk skattalóg kann skunda undir virksemið við markið

Hóast bretska orkuvinnan er sera ónøgd við nýggjan eyka skatt, so kann eitt undantak fyri skatting av íløgum koma at skunda undir útbyggingar beint eystan fyri føroyska markið.

Økið eystan fyri føroyska markið goymir størstu nøgdirnar av olju og gassi á øllum bretska landgrunninum. Tvær tær størstu keldurnar, Cambo og Rosebank, sum standa fyri at verða útbygdar, liggjar bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, og stóri spurningurin er nú, í hvønn mun og hvønn vegin nýggjur bretskur orkuskattur fer at ávirka hesar útbyggingar.

Økið eystan fyri føroyska markið goymir størstu nøgdirnar av olju og gassi á øllum bretska landgrunninum. Tvær tær størstu keldurnar, Cambo og Rosebank, sum standa fyri at verða útbygdar, liggjar bert fáar kilometrar frá føroyska markinum, og stóri spurningurin er nú, í hvønn mun og hvønn vegin nýggjur bretskur orkuskattur fer at ávirka hesar útbyggingar.

2022-05-27 15:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast nógvir politikarar í bretska parlamenginum í gjár vóru sera fegnir um seinasta útspælið frá stjórnini at áleggja m.a. orkufeløgum ein eyka skatt á teirra ovurstóru yvirskot seinastu tíðina, so hevur móttøkan verið alt annað enn jalig uttan fyri “House of Commons”.  Bæði orkuvinnan og umhvørvisfeløgini halda hvør í síni lagi, at nýggja skattalóggávan fer at skaða teirra søk.

Partur av nýggja skattapakkanum ger greitt, at íløgur, sum olju- og gassfeløg gera í bæði olju og gass eins og varandi orkukeldur, verða undantiknar nýggja skattinum. Tvs. at velja feløgini at brúka stóru yvirskotini til at gera íløgur í nýtt framtíðar virksemi, heldur enn til at rinda út til partaeigararnar, so skulu tey rinda so gott sum ongan skatt av tí. Við hesum vil stjórnin vísa, at meðan hon tekur inn við aðrari hondini, so vil hon eisini geva við hinari, tvs. at velja oljufeløg at brúka vinningin frá høgu orkuprísunum til framtíðar virksemi, so sleppur hetta undan nýggja skattinum.

[object Object]

Cambo og Rosebank keldur við markið

Enn er nýggja skattauppskotið ikki sódnað av álvara, og tí eru metingarnar av avleiðingunum sera ymiskar. Meðan umboð fyri vinnuna eru sera atfinningarsom, so hevur tað kortini fingið greinarar og umboð fyri oljuvinnuna at gita, at nýggja skattalógin kann skunda undir útbyggingar, sum longu eru á tekniborðinum, eitt nú tær báðar stóru útbyggingarnar Cambo og Rosebank, sum liggja skamt frá føroyska markinum.

Men hóast tað kunnu vera glottar í nýggja skattauppskotinum, hvat viðvíkur íløgum, so er forkvinnan í “Offshore Engeries UK”, Deirdre Michie, sum umboðar 200.000 starvsfólk,  sera ivasom um framtíðina hjá vinnuni. Hon heldur, at nýggi skatturin kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna sum heild og fer at kosta arbeiðspláss. Vandin fyri at feløg rýma til onnur lond at gera íløgur er eisini stórur. Hon heldur eisini, at vit fara at síggja eitt Bretland, sum verður nógv meira heft at innfluttari orku, og har tað fer at verða truplari at røkka null útlátsmálinum.

Innan orkuheimin í Bretlandi bera tey eisini ótta fyri, at henda nýggja og óstøðuga støðan, sum nýggi skatturin hevur við sær, kann gera, at feløg flyta til tryggari lond við sínum virksemi. Tey ynskja ikki at virka í einum øki, har tey ikki vita seg trygg um framtíðina.

Óttin fyri framtíðini hevur eisini longu ávirkað partabrøvini hjá oljufeløgunum eins og hjá teimum feløgunum, sum ætla at gera stórar íløgur í varandi orku, eitt nú havvindmylnulundir. Róð hevur nevniliga eisini verið framundir at áleggja eitt nú stórum streymframleiðarum frá vindorku nýggja skattin. Tað vil so veera eitt stórt bakkast fyri royndirnar at skunda undir grøna orkuskiftið. Greinarar og viðmerkjarar eru annars rættiliga avgjørdir í sínum metingum og niðurstøðum og siga, at stjórnin ella skattamálaráðharrin í veruleikanum spælir við eld við hesum nýggja skattinum, sum kann raka sjálvt grundarlagið undir bretsku orkuframtíðini og orkutrygdini dygt.

[object Object]

Føroyska økið, sum er opið hjá oljufeløgum at leita eftir kolvetnum, millum markið og svørtu linjuna. Tað er greitt, at tað kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar føroyskt kolvetnisvirksemi, hvat hendir hinumegin markið. 

Kann ávirka framtíðina við markið

Tað er greitt, at fyri eina føroyska olju- og gassframtíð kann avgerðin um nýggja orkuskattin eisini fáa avleiðingar. Tí verða keldurnar, sum eru funnar beint hinumegin markið, útbygdar, so kann tað hava jaliga ávirkan á komandi virksemið okkara megin markið eisini. Tað kann geva oljufeløgum íblástur til at seta borin í aftur á føroyska landgrunninum fyri at vita, um oljugoymslur hinumegin markið halda fram inn á føroyska økið. Og ein útbygging fer so at skapa eitt nýtt undirstøðukervi nær við markið, sum møgulig føroysk fund í framtíðini kunnu brúka og binda í. Harvið nýtast ikki at verða gjørdar nýggjar og stórar íløgur í nettupp nýggjan infrastruktur føroysku megin markið.

Komandi tíðin fer at vísa, hvønn týdning ella hvørjar avleiðingar nýggja bretska skattalógin fer at hava við sær fyri framtíðina á Atlantsmótinum tvs. økinum millum Føroyar og Bretland. Eitt øki, sum í bretskum orkuhøpi, verður mett sum tað mest týdningarmikla yvirhøvur á bretska landgrunninum. Tískil eigur tað ikki at koma ávart á, at bæði hjá landsstýrismanninum í oljumálum og hjá Jarðfeingi bíða tey spent eftir reaktiónunum uppá nýggja orkuskattin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder