Tað hevur valdað óvissa og tí eisini órógv og ørkymlan í stóru bretsku olju- og gassvinnuni bæði undan valinum og nú eftir valið í Bretlandi. Orsøkin hevur verið sera avgjørda støðan hjá nýggja orkuráðharranum Ed Miliband um at steðga øllum nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum millum Føroyar og Hetland, tá Labour og hann koma í stjórn.
Í gjár brast so tann fyrsta “bumban”, tá stóra bretska blaðið The Telegraph kundi siga frá, at Ed Miliband hevði givið síni umsiting greið boð um at steðga øllum nýggjum loyvum til at bora eftir olju og gassi tó við undantaki av teimum loyvum, sum eru latin og endaliga góðkend fyrr.
Høvuðsyvirskriftin í stóra bretska blaðnum The Telegraph í gjár og niðanfyri yvirskriftin í orkumiðlinum Energy Voice í morgun.
Í dag er brádliga vent í holini. Nú koma nýggj boð frá stjórnini, sum siga, at ætlanin er ikki at banna teimum loyvum, sum longu eru latin í seinastu 33. útbjóðingini. Hesi sleppa øll at halda fram. Umboð fyri stjórnina avsannar, at hon hevur bannað nýggjum olju- og gassboringum í Norðsjónum. Stjórnin sigur, at feløg, sum longu hava søkt um loyvi at leita og bora í Norsðjónum fara ikki at verða steðgað kortini, skriva fleiri bretskir miðlar í morgun.
Í greinini í The Telegraph í gjár úttalaðu embætisfólk í nýggju orkufyristingini hjá Labour annars, at Ed Miliband hevði givið NSTA, North Sea Transition Authority, sum er almenni stovnurin, ið umsitur oljuleiting og loyvi, boð um at steðga mannagongdini við at góðkenna leiti- og boriloyvi.
Nú boðar stjórnin so frá, at hetta er ikki rætt og avsannar harvið tíðindini í The Telegraph. Ein talsmaður fyri ráðið, sum umsitur orkutrygd í Bretlandi sigur, at greinin í The Telegraph var “ a complete fabrication”. “This piece is a complete fabrication – it invents meetings and decisions that have not taken place.”
Í grein í enn einum bretskum miðili, The Guardian, verður róð framundir, at oljufeløg fara í rættin við stjórnini, um hon ger álvara av at steðga leitiloyvum.
Labour faces legal dilemma over plan for immediate ban on new North Sea licences
Government could be vulnerable to legal action from companies that may have spent millions on their bids
Yvirskrift í The Guardian í morgun.
Tað er greitt, at tíðindini hava lopið hvøkk á alla ta stóru olju- og gassvinnuna og hevur stjórin í felagnum Offshore Energy UK, David Waterhouse átalað gongdina og royndirnar hjá nýggju stjórnini at seta kílar í arbeiðið hjá vinnuni at verja orkutrygdina eins og menna framleiðsluna til tess at betra um bretska búskapin - um somu tíð sum vinnan ynskir at vera ein týðandi partur av tí grøna orkuskiftinum.
Nú verður so bíðað eftir, hvat nýggja stjórnin fer at gera í sambandi við ætlaninar undan valinum at hækka serskattin á oljufeløg enn meira frá 75% yil 78% eins og at taka av undantakið í skattinum fyri nýggjum íløgum í olju- og gassvirksemi.
Komandi mikudag fer bretska parlamentið at viðgera framtíðar orkupolitikkin, og tá fæst helst meira at vita, hvat nýggja stjórnin hevur í kvittanum.
Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir hava longu funnist at avgerðini hjá stjórnini at varðveita loyvini til oljuleiting og vísa á, at hetta er avtalubrot í mun til tað stjórnin fór til val uppá.
Tað er greitt, at eisini í Føroyum verður fylgt væl við, hvat fer at henda á olju- og gassøkinum, nú nýggj bretsk stjórn hevur tikið við, tí kolveltandi broytingar í orkupolitikkinum í Bretlandi kunnu eisini fáa avleiðingar fyri Føroyar so ella so. Her verður bæði hugsað um møguleikarnar hjá føroyskari veitingarvinnu at vera partur av útbyggingum og framleiðslu eystan fyri markið eins og møguleikin fyri, at nógv virksemi í hesum økinum kann fáa týdning fyri framtíðar leiting føroysku megin markið eisini.
Gulu økini eru loyvi, sum oljufeløg hava fingið tillutað yvir longri tíð eitt nú við føroyska markið. Grønu og bláu økini eru loyvi, sum oljufeløg hava fingið tillutað í 33. útbjóðingini í Bretlandi, og sum hava staðið fyri skotum frá Labour, men sum nú eftir øllum at døma ikki verða tikin aftur. Tað kundi bent á, at nýggja Labour stjórin fer kortini ikki at gera álvara av øllum sínum hóttanum móti olju- og gassvinnuni.
Nýggja bretska stjórnin boðar nú frá, at hon fer ikki at steðga útbyggingum av stórum olju- og gassleiðum sum eitt nú Rosebank nærhendis Føroyum.
Keldur: Energy Voice, The Guardian, The Telegraph
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald