
Tað kemur væl við hjá bretsku olju- og gassvinnuni, nú tað skilst, at bretski forsætisráðharrin ætlar at raðfesta olju og gass hægri í framtíðar orkupolitikkinum. Hetta kemur fram eftir fund hann hevði við miðlar nú um dagarnar. Tað hendir um somu tíð sum orkuvinnan í Bretlandi bíðar í spenningi eftir komandi fíggjarlógaruppskoti, ið fer at stinga út í kortið komandi orkupolitikkin.
Bretskir miðlar vilja vera við, at Keir Starmer, forsætisráðharri ætlar at traðka á olju- og gassspeedaran og og gera kolvetni til ein meira týðandi part av orkumiksinum í Bretlandi. Tað vil so vera beint øvugt av tí, sum hansara orkuráðharri Ed Miliband aftur og aftur hevur ført fram í orðaskiftinum.
Starmer segði við tíðindafólk í Downing Street í vikuni, at kolvetni í Norðsjónum fara framhaldandi at vera partur av orkuframleiðsluni saman við varandi orku í mong mong ár aftrat. Tað verður lagt út av greinarum sum eitt tekin um, at Labour stjórnin fer at geva olju- og gassvinnuni eitt andarúm og loyvi til at halda fram við og menna sítt virksemi.
Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri. Ein er ávaringar frá vinnuni um avleiðingarnar, sum minkandi olju- og gassframleiðsla kann fáa fyri orkutrygdina. Ein onnur er tann sannroynd, at hóast raðfesting av varandi orku, so eru orkurokningarnar ikki vornar bíligari. Enn ein er óttin fyri, at stór orkufeløg fara at rýma úr Bretlandi, um ikki karmarnir hjá vinnuni vera meira støðugir og lagaligir.
Á tíðindafundinum varð Starmer eisini spurdur um lagnuna hjá Rosebank oljukelduni nær við føroyska markið. Hann segði, at avgerð skal skjótt takast um loyvi til Rosebank og legði aftrat, at olja og gass fara at vera partur av orkusamansetingini í nógv ár aftrat, og hetta fór hann eisini at virka fyri. -Vit kunnu dúva uppá bæði olju og gass og varandi orku, og ætlanin er ikki at steðga Rosebank útbyggingini segði hann.
Enn ein meinbogi fyri oljuvinnuna er avgerðin hjá orkuráðharranum at steðga nýggjari leiting. Eisini á tí økinum ljóðar tað, at stjórnin fer at taka av forboðið og geva loyvi til leiting í økjum nærhendis leiðum, har olja og gass longu eru funnin.
Hóast Labour stjórnin møguliga fer at betra um karmarnar hjá olju- og gassvinnuni, so hevur hon enn ikki svarað áheitanum frá vinnuni um at broyta aftur serskattin hon hevur lagt á vinnuna. Tað var í tíðini við einum sera høgum oljuprísi, at fyrst undanfarna stjórnin og nú eisini sitandi stjórn gjørdi av at brandskatta kolvetnisvinnuna úr 40% upp í 78%. Hetta hevur longu fingið avleiðingar, har feløg eru rýmd úr Bretlandi. Nú oljuprísurin er lækkaður heilt nógv heldur vinnan tað vera rætt og rímuligt, at serskatturin verður lækkaður ella at hann verður tikin av aftur fyrr enn ætlað.
Tað fáa vit helst eisini at hoyra meira um, tá stjórnin fer at leggja fíggjarlógaruppskot fram 26. november. Tá verður helst eisini meira at frætta um framtíðina hjá bretsku olju- og gassvinnuni og harvið eisini um møguleikarnar hjá føroyskari veitaravinnu at gerast partur av framtíðar virkseminum í økinum eystan fyri Føroyar. Tann avgerðin kann so eisini fáa óbeinleiðis avleiðing fyri møguliga leiting við Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald