2024-06-20 17:47
Við trimum atkvøðum fyri og tveimum ímóti gjørdi Hægstirættur í London í morgun av at geva saksøkjara, sum vildi hava myndugleikarnar at taka aftur loyvi til olju- og gassboring, viðhald.
Avgerðin kemur sera óvart á stóru orkuvinnuna í Bretlandi, nú fleiri stórar útbyggingar eru um at fara av bakkastokki. Hinvegin verður hon móttikin við opnum ørmum av umhvørvisfólki og -felagsskapum.
Í dómsúrskurðinum verður sagt, at myndugleikarnir, sum hava latið loyvið í Surrey, hava ikki tikið við í sínar metingar, tá loyvi varð latið at fara undir boringar, tað útlátið, sum kemur, tá oljan verður virkað til (prosesserað) og brúkt í eitt nú motorum tvs. endanýtsluútlátið.
Dómurin sigur, at ikki bert útlátið frá sjálvari framleiðsluni t.d. á einum palli skal takast við í metingarnar. Eisini útlátið frá nýtsluni av sjálvari oljuni skal uppí roknistykkið. Hetta er so helst nakað, sum fer at verða kravt av myndugleikum í sambandi við góðkenning av framtíðar loyvum verður mett.
Tað er greitt, at avgerðin hjá Hægstarætti kemur illa við ella óvart á hjá bæði vinnuni og myndugleikunum, tí nú skulu hesi hava endaútlátið við sum part av grundarlagnum fyri at lata loyvi. Spurningurin nú er, hvussu avgerðin fer at ávirka framtíðar viðgerðir av umsóknum til at leita og bora eftir olju og gassi eins og loyvi, sum longu eru latin til bæði útbyggingar og framleiðslu.
Í dómsúrskurðinum verður eisini víst til dómar í lægri rætti í Norra, har júst somu sjónarmið vórðu løgd fram um umhvørvisliga árinið av at brúka olju og gass og sum higartil hava steðgað trimum stórum útbyggingum. Tað málið hava norskir myndugleikar skotið inn fyri hægri rætt. Eisini í Hálandi er dómur fallin í máli, har orkufelagið Shell varð dømt til at minka um sítt útlát við 45% innan 2030. Tann dómin hevur Shell lagt inn fyri hægri rætt.
Bretskir miðlar gera nógv burtur úr rættarmálinum í dag og umvørvisfeløg, ið síggja avgerðina sum ein stórsigur fyri umhvørvið, ætla sær at fara víðari og er málið m.a. at steðga útbyggingum av olju- og gasskeldum, sum longu eru í gongd. Ein teirra er Rosebank tætt við føroyska markið. Spurningurin er so, um ein útbygging, sum hevur øll tey neyðugu loyvini og sum longu er komin væl ávegis kann steðgast. Enn ein útbygging við føroyska markið, Cambo, stendur eisini til at fáa góðkenning.
Tað er greitt, at avgerðin kemur sera illa við hjá olju- og gassvinnuni og ikki minst teirri sera stóru veitingarvinnuni í Bretlandi. Bretland er sera bundið at innfluttari orku og hevur verið miðjað móti at útbyggja keldur, sum longu eru funnar eins og at leita eftir nýggjum, sum skulu koma ístaðin fyri tær, sum eru um at tømast ella longu eru tómar. Hetta er grundarlagið undir meira enn 200.000 arbeiðsplássum í Bretlandi. Aftrat hesum kemur hóttanin frá russum, sum vilja steðga olju- og gassølu til Evropa afturfyri sanktiónum í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina.
Síðani er tað ætlanin hjá eini møguligari komandi Labour stjórn at leggja eyka skattir á olju- og gassfeløg. Skatturin er longu nógv hækkaður undir verandi stjórn úr 40% til 75%. Labour ætlar at hækka hann við trimum prosentum aftrat til 78%. Síðani ætlar Labour at taka av undantak fyri íløgum í nýggjar framleiðslur og longja tíðina við serskattinum til endan á komandi valskeiði.
Felagið hjá vinnuni Offshore Energy UK hevur ávarað ímóti hesum tiltøkunum, sum felagið heldur kann koma at skaða vinnuna so nógv, at meira enn 100.000 arbeiðspláss eru í vanda. Vinnan sigur, at hon ger alt hon kann fyri at vera partur av grøna orkuskiftinum og laga framleiðsluna hareftir. Hon heldur, at vinnan kann vera eitt sera týðandi og avgerandi íkast og partur av at fremja grøna orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald