![placeholder](https://orkan.fo/css/img/banner2x1.png)
Samrøða. Hann er ikki hvør sum helst í bretskari orkuvinnu. David Whitehouse er stjóri í meginfelagnum hjá bretskari orkuvinnu, OEUK, Offshore Energies UK og hevur í hesum starvi ábyrgdina av meira enn 200.000 starvsfólkum í 400 limafeløgum, sum arbeiða við alt frá olju og gassi til varandi orku, goymslu av CO2 ol. Hann hevur tí eisini ein týðandi leiklut, tá tað ræður um framtíðina hjá bretsku orkuvinnuni, eisini henni, sum finst nær Føroyum, har olju- og gassleiðir hava framleitt í áratíggu, og har nýggjar eru ávegis.
Sum næsti granni Føroya og við drúgvum royndum á orkuøkinum sær hann fegin, at menningin av olju- og gassivirkseminum nærhendis Føroyum, kann hava við sær eitt samstarv tvørtur um markið við føroyskar veitarafyritøkur. Eisini havandi í huga ta sannroynd, at føroyingar vilja fáa gongd á aftur oljuleitingina, og samtíðis vilja menna varandi orkukeldur.
Her síggja vit verandi virksemi á Atlantsmótinum nærhendis Føroyum eins og tað komandi.
Nú olja og gass verður framleitt í bretskum øki tætt við Føroyar, og fleiri stórar útbyggingar av nýggjum leiðum standa fyri framman, heldur hann tað eisini vera náttúrligt, at bæði londini finna gongdar leiðir til samstarv. Hann sigur, at teirra limir, sum eisini telja veitarafyritøkur av øllum slag, síggja fegnir eitt samstarv við føroyskar veitarar í bretskum øki og sipar her til áhugan hjá føroyskum fyritøkum at vera við til at veita tænastur til útbyggingina av Rosebank kelduni við markið.
Føroysk vinnunevnd á vitjan hjá oljuvinnuni í Aberdeen í 2018.
Tað eru annars bara nøkur fá ár síðani, at FOÍB og Sjóvinnufelagið tóku stig til, at ein føroyskur vinnubólkur vitjaði oljuvinnuna í Aberdeen við tí endamáli fyri nettupp at kanna møguleikar fyri nýggjum arbeiðsmøguleikum og samstarvi – báðumegin markið.
Undir vitjanini vísti leiðarin fyri veitaravinnuna í NSTA, North Sea Transition Authority, Bill Cattanach á møguleikar fyri samstarvi. NSTA er almenni eftirlitsstovnurin fyri alt olju- og gassvirksemi í Bretlandi. Hann segði longu tá, at føroyskar fyritøkur skulu hava frítt at bjóða uppá tænastur í bretskum øki eitt nú í sambandi við Rosebank útbyggingina og annað virksemi eystan fyri markið. Hann helt, at framtíðin fór at fevna um “cross border cooperation” tvs. samstarv tvørtur um mark. Í tí sambandi var eisini ætlanin, at sendinevnd umboðandi skotskar veitarafyritøkur skuldi vitja í Føroyum. Korona setti tó fót fyri tí tá.
Í fjør hendi so tað, at leiðslan hjá Equinor í Bretlandi vitjaði í Føroyum til tess at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri at fáa føroyskar fyritøkur at veita tænastur til útbygging hinumegin markið. Tað vóru FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) og Sjóvinnufelagið, sum tóku stig til ta vitjanina.
Umboð fyri leiðsluna í Equinor í Bretlandi á vitjan í Føroyum í fjør. Mynd Jan Müller
Dómstólur: Útbygging kann halda fram
Tíðindini nú um dagarnar um, at rættur í Skotlandi, hevur gjørt av, at Equinor av umhvørvisávum skal søkja um loyvi at útbyggja Rosebank av nýggjum, lupu sum vera man m.a. hvøkk á føroysku veitaravinnuna, sum jú hevur sæð fram til nógvar spennandi arbeiðsuppgávur hinumegin markið.
Úrskurðurin hjá rættinum sigur, at Equinor skal endurskoða og uppraðfesta umhvørvispartin av Rosebank verkætlanini, tí táverandi bretska stjórnin, ið gav grønt ljós til útbygging, tók ikki við útlát frá øllum oljuvirkseminum, og tí er upprunaliga loyvið nú mett ógyldugt. Søkjast má av nýggjum. Kortini ger dómurin eisini greitt, at arbeiðið við at útbyggja bæði Rosebank og Jackdaw olju- og gassleiðina nærhendis Aberdeen kann halda ótarnað fram. Men áðrenn framleiðsla kann byrja skulu feløgini senda inn av nýggjum eina endurskoðaða umhvørvisætlan, sum myndugleikarnir so skulu taka støðu til. Henda skal so umframt útlát frá sjálvari framleiðsluni eisini innihalda útlát frá víðari nýtsluni av kolvetnum, nevnt Scope3.
Orkan.fo spurdi David Whitehouse, stjóra í OEUK, um vandi er fyri, at Rosebank verður heilt steðgað, tá avtornar. Sjálvur heldur hann ikki, at dómurin fer at steðga umrøddu útbyggingum. Feløgini skulu nú bara til at uppraðfesta umhvørvispartin og síðani liva upp til nýggju ásetingarnar. -Eg rokni við, at hetta fer at verða avgreitt á ein pragmatiskan og skilagóðan hátt. Vit hava nú framleitt olju og gass í 50 ár og hava megnað at lagað okkum til broytingar, og tað fara vit eisini hesaferðina. Reglur og treytir skulu sjálvandi fylgjast, eisini tá talan er um útlát.
Hann vísir víðari á, at vinnan bæði globalt og í Bretlandi hevur bundið seg til at minka um útlátið, og tað fer hon at halda fram við eisini eftir, at útlát frá nýtsluni av kolvetnum skal takast við. Dómurin í skotska rættinum verður av umhvørvisfeløgum tikin sum endin á olju og gassi. Tað er stjórin í OEUK ikki samdur í. -Hetta er als ikki endin á olju og gassi - vinnan skal bara laga sína framleiðslu til nýggju ásetingarnar frá myndugleikunum. Tvs. at vit skulu tryggja okkum, at mannagongdir eru í tráð við reglarnar.
-Vit taka umhvørviskrøvini í størsta álvara og vilja liva upp til tey. Og vit trúgva uppá, at okkara arbeiði fer at tryggja, at nýggjar verkætlanir kunnu gerast veruleiki. Stjórnin hevur so eisini lovað okkum at endurskoða og taka upp til viðgerðar meira støðugar fysiskar karmar kring vinnuna. Bæði í Norðsjonum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Hetta fyri at kunna geva vinnuni og íleggjarum meira støðug og trygg viðurskifti at virka út frá.
Framleiða sjálvi heldur enn at innflyta
Í dag stava 75% av bretsku orkunýtsluni frá olju og gassi, og umleið helvtin av hesum kemur frá egnari framleiðslu.
-Skulu vit vera netto null útlátsfrí í 2050, so mugu vit eisini kunna framleiða okkara egna olju og gass fyri harvið at kunna hava eftirlit við útlátinum. Heldur enn at skula vera bundin av innfluttari orku. Verða stórar útbyggingar ikki loyvdar, merkir tað, at Bretland má til at innflyta meira olju og gass komandi nógvu árini. Tað hevur so eisini ein trygdarváða við sær.
Framleiðsluskipið, sum skjótt verður at síggja á Rosebank kelduni nær føroyska markinum.
David Whitehouse heldur, at útbyggingar sum Rosebank kunnu vera við til at tryggja framhaldandi virksemi á Atlantsmótinum. Tí heldur hann eisini, m.a við tí avleiðing slík útbygging kann fáa fyri føroyska grannan, at eisini føroyingar kunnu fegnast um, at arbeiðið við Rosebank heldur fram við teimum broytingum, sum koma seinni. Tað stendur tó greitt, at endaliga orðið eigur bretska stjórnin, sum annars longu hevur boðað frá, at hon raðfestur búskaparliga menning ovast og hevur longu í tí sambandi sagt frá, at longu latin loyvi til olju- og gassvirksemi verða ikki tikin aftur. Hóast stjórnin vil banna heilt nýggjari leiting, so verða loyvi sum eitt nú Rosenank og Cambo ikki tikin aftur.
Hetta er pallurin, sum Ithaca Energy ætlar at brúka á Cambo oljuleiðini skamt frá føroyska markinum.
Spurdur um framtíðina hjá hini stóru oljuleiðini, Cambo, sum liggur uppaftur nærri Føroyum, sigur hann, at brúk er fyri, at tað verða gjørdar fleiri íløgur í nýggjar framleiðandi oljuleiðir og her er Cambo ein av teimum mest týðandi. Men tað er so upp til felagið, sum eigur ta kelduna, at meta um og taka avgerð um útbygging. Sum orkan.fo skilur, so er fyristøðufelagið Ithaca í ferð við at finna útvegir fyri at útbyggja hesa stóru oljuleiðina.
Hóast partar av bretsku stjórnini hava lyndi til at vilja steðga olju- og gassvirksemi, so vísti spurnarkanning í Skotlandi herfyri, at meira enn 70% ynskja, at olju- og gassvinnan heldur fram við at gera íløgur heldur enn at skula innflyta olju og gass til tess at nøkta stóra tørvin.
Nú orkurisarnir Shell og Equinor leggja saman sítt virksemi í bretskum øki, kann tað eisini fáa týdning fyri virksemið eystan fyri føroyska markið. Her síggja vit seinastu loyvini hjá báðum feløgunum við markið.
Samanlegging kann vera avgerandi
Herfyri hoyrdu vit, at stóru orkufeløgini Shell og Equinor hava avgjørt at leggja sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum saman til tess at standa sterkari. Stjórin í OEUK heldur, at slík samanlegging kann vera við til at betra um umstøðurnar, nú tað besta frá báðum feløgnum verður lagt saman. Tað kann vera við til at tryggja, at nýggjar íløgur verða gjørdar.
Síðani nýggja Labour stjórnin tók við, hevur David Whitehouse havt úr at gera at verja vinnuna og fáa Ed Miliband, orkuráðharra at viðurkenna týdningin vinnan hevur fyri framtíðina hjá Bretlandi. Miliband hevur nevniliga verið sera atfinningarsamur móti olju- og gassvinnuni. Sjálvur heldur David Whitehouse, at tað kortini hevur eydnast at betra dialogin við stjórnina og sæst tað eisini aftur í fíggjarlógarætlanini, at stjórnin hevur lurtað eftir vinnuni, men enn væntar tó í at síggja, hvørjar framtíðar ætlanir stjórnin hevur fyri vinnuni.
Ed Miliband, bretski orkuráðharrin, sum hevur roynt seta kílar í olju- og gassvinnuna. Nú fær hann kapping frá skattaráðharranum, sum setir búskaparligan framburð fram um alt annað.
-Teir næstu seks mánaðirnir fara at vera sera avgerandi fyri olju- og gassvinnuna í Norðsjónum. Stjórnin sigur seg nú raðfesta búskaparligan vøkstur ovast, og tað kann hon m.a. fáa frá nýggjum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Neyðugt er at lata verandi framleiðslu halda fram eins og menna nýggjar leiðir í grannaøkjum við verandi infrastrukturi, og sum eru í tráð við umhvørvispolitikkin.
-Stjórnin hevur eisini gjørt greitt, at hon fer at stuðla verandi loyvi, og at hon tí eisini fer at virða loyvini, sum longu eru latin til eitt nú Rosebank og Cambo leiðirnar. Hetta eru m.a. gassleiðir, sum kunnu veita orku til bæði upphiting og streymframleiðslu í Bretlandi og hava tí stóran týdning fyri búskapin.
Støðug viðurskifti
Uppá fyrispurning, hvat hann heldur føroyingar eiga at gera fyri at skapa áhuga fyri oljuleiting um okkara leiðir heldur David Whitehouse, at tað snýr seg bæði um at hava trygg og støðug politisk viðurskifti, góðar fysiskar karmar og umstøður at virka undir, einum rímuligum skatti og síðani eisini at hava roynd og dugnalig starvsfólk at arbeiða í hesi nýggju vinnuni.
David Whitehouse, stjóri í OEUK hevur góðar vónir um orkuvirksemi eystan fyri Føroyar.
David Whithehouse, sum er vorðin kunnugur við føroysk viðurskifti, serstakliga eftir at FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur gjørdist atlimur í teirra meginfelag fyri nøkrum árum síðani, sigur seg fegnan vilja vita meira um gongdina á orkuøkinum í Føroyum og heldur sjálvur, at kunnu føroyingar, sum vilja bjóða øki út til leiting, skapa tryggar og støðugar karmar og umstøður fyri orkufeløg at virka her, tá vil hetta kunna vera ein stórur fyrimunur fyri føroyska leiting og seinni vónandi eisini framleiðslu.
Hann leggur eisini stóran dent á týdningin, sum ein væl útbygd og nútímans føroysk veitaravinna kann hava fyri fremmanda áhugan at koma til Føroya at gera íløgur í eina komandi olju- og gassvinnu eins og íløgur í grøna orku. Hann útilokar heldur ikki sjálvur at koma til Føroya at síggja viðurskiftini her við egnum eygum og vita, hvussu vinna og myndugleikar í londum báðumeginn markið kunnu samstarva á orkuøkinum.
Orkumessan Offshore Evrope í Aberdeen
Og enn ein møguleiki fyri at kunna byggja brýr millum grannarnar er komandi altjóða orkumessan í Aberdeen, Offshore Europe, har umboð fyri orkufyritøkur av øllum hugsandi slag vísa fram og kunna um sítt virksemi. Eisini her ber til hjá føroyingum at vera partur av altjóða orkumenningini. Messan er fyrst í september.
Tað eru nøkur ár síðani, at føroyingar høvdu egnan bás á hesi messu. Eftir at oljufeløgini góvust við leitingini við Føroyar fyri meira enn 10 árum síðani, hava Føroyar ikki verið partur av Offshore Europe. Nú útlit kunnu vera til føroyska luttøku í útbyggingum hinumegin markið, og gongd møguliga fer at koma aftur á leiting í føroyskum øki, kann hugsast, at høvi aftur verður at fara til Offshore Europe. Tað fer so tíðin at vísa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald