Uttanlands

Cambo oljuloyvið við markið longt í tvey ár

Tað merkir, at ætlaða ella møguliga broytt útbygging av Cambo kelduni kann gerast veruleiki í næstu framtíð

Risastóra olju- og gasskeldan Cambo tætt við føroyska markið er aftur í fokus, nú bretskir myndugleikar hava longt loyvi í tvey ár aftrat og harvið givið feløgunum Siccar Point og Shell stundir til at endurskoða útbyggingarmøguleikarnar. Á myndini pallurin, sum helst verður valdur at brúka til framleiðsluna.

Risastóra olju- og gasskeldan Cambo tætt við føroyska markið er aftur í fokus, nú bretskir myndugleikar hava longt loyvi í tvey ár aftrat og harvið givið feløgunum Siccar Point og Shell stundir til at endurskoða útbyggingarmøguleikarnar. Á myndini pallurin, sum helst verður valdur at brúka til framleiðsluna.

2022-03-30 13:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kom dátt við, tá oljurisin Shell í fjør gjørdi av at taka seg úr ætlaðu útbyggingini av Cambo kelduni við markið. Harvið var ætlanin sett í bíðistøðu. Men nú bendir tó nógv á, at vend er við at koma í aftur.

Bretskir orkumyndugleikar hava nevniliga  avgjørt at longja loyvið á Cambo olju- og gassleiðini beint eystan fyri føroyska markið í tvey ár, eitt loyvi, sum gongur út í morgin. Henda avgerðin merkir, at stóra útbyggingin av kelduni ikki er slept, hóast Shell í desember gjørdi av at taka seg út úr verkætlanini við tí grundgeving, at hon var ikki fíggjarliga nóg forsvarlig m.a. av óvissuni um seinkingar vegna mótstøðu frá umhvørvisfelagsskapum.

Síðani hevur felagið, sum framvegis eigur 30% av Cambo loyvinum, gjørt greitt, at tað fer at endurskoða hesa avgerðina m.a. í kjalarvørinum á innrásini í Ukraina, tí høga olu- og gassprísinum og avgerðini hjá bretsku stjórnini at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. 

[object Object]

Í dag kundi so Sky News siga frá, at bretski orkumyndugleikin North Sea Transition Authority (fyrr OGA, Oil and Gas Authority) hevur avgjørt at longja loyvini hjá Siccar Point Energy og Shell í tvey ár. Loyvini ganga annars út 31. Mars. Talan er um fleiri loyvi til leiting og framleiðslu á einum stórum øki beint eystan fyri føroyska markið. 

Talsfólk fyri Shell, sum við hesi avgerðin, eftir øllum at døma hevur avgjørt at vera verandi partur av møguligari útbygging, sigur, at felagið framvegis stendur við sína avgerð frá í fjør um ikki at vera partur av útbyggingini longur, men leggur aftrat, at longjanin av loyvunum fer at geva teimum stundir til at evaluera allar framtíðar møguleikar fyri verkætlanini. 

Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir í Bretlandi mótmæla longjanini av loyvunum og siga, at nýggjar olju- og gassútbyggingar fara ongan mun at hava fyri orkuprísirnar, eiheldur gera Bretland minni heft at innfluttari orku. Tey mæla til at gevast við allari nýggjari olju- og gassframleiðslu.

[object Object]

Verður Cambo útbyggingin til veruleika, so fer hon at vera tann framleiðandi olju- og gasskeldan yvirhøvur, sum liggur næst Føroyum tvs. nakrar fáar kilometrar frá markinum. Og sum harvið fer at kunna varpa nýtt ljós á og lata dyrnar upp aftur fyri leiting á føroyska landgrunninum. Við Open Door leitiskipanini stendur tað øllum olju- og gassfeløgum og íløgufeløgum í boði at søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Nýtt útbjóðingarumfar er ikki neyðugt til tess at troyta henda møguleikan.

[object Object]

Orkufeløgini Siccar Point Energy og Shell eiga loyvi á einum øki uppá 100 kilometrar fram við føroyska markinum. Nú tey hava fingið loyvini longd - um somu tíð sum bretska stjórnin heitir á feløg um at fara undir útbyggingar og orkuprísirnir eru sera høgir - er møguleiki fyri, at hetta stóra økið fer at koma undir aftur sjóneykuna. Aftrat hesum kemur eisini, at seismikkfelagið PGS í løtuni tulkar data frá m.a. hesum økinum, sum tað heldur kann fáa stóran týdning fyri bæði leiting og útbyggingar.

[object Object]

Seismikkfelagið PGS, sum m.a. hevur tætt samstarv við føroyska Thor í Hósvík, boðaði í fjør frá, at tað fór undir at nýtulka seismikk tað hevur skotið í økjunum báðumegin føroyska markið, nú tað metir, at her lkunnu vera møguleikar fyri at gera fleiri olju- og gassfund. Æætlanin er at hava tilfarið klárt í næstum og verður roknað við, at fleiri oljufeløg, sum hava áhuga fyri økinum millum Hetland og Føroyar, fara at brúka tilfarið.  


Komandi tíðin fer so at vísa, um mongu hendingarnar og broytingarnar á orkuøkinum í Evropa og ynskið hjá bretsku stjórnini at skunda undir útbyggingar av olju- og gasskeldum í eitt nú økinum millum Hetland og Føroyar, fara at kveikja nýtt lív í aftur Cambo-útbyggingina og harvið eisini kunna vaksa um møguliga áhugan fyri at leita á føroyska landgrunninum, ið bert er eitt hanagleiv frá stóru Cambo-kelduni. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder