Uttanlands

COP26: Vóna at finna semju leygardag

Tað eydnaðist ikki at gera eina avtalu á COP26 ráðstevnuni í Glasgow á seinasta degnum í gjár, men arbeitt verður at leggja fram eitt endaligt uppskot til semju seinnapart leygardag. Tað verður so triðja útkastið til semju

Bretski ráðharrin Alok Sharma hevur høvuðsábyrgdina av COP26. Hann vónar at kunna leggja fram triðja og endaliga uppskotið til avtalu seinnapartin leygardag.

Bretski ráðharrin Alok Sharma hevur høvuðsábyrgdina av COP26. Hann vónar at kunna leggja fram triðja og endaliga uppskotið til avtalu seinnapartin leygardag.

2021-11-13 08:39 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast ósemjur enn eru um fleiri stórmál, so hómast bjartskygni kortini fyri at fáa tey 197 luttakandi londini at gera ein felags semju, sum miðjar móti at tryggja í mesta lagi ein vøkstur uppá 1,5 hitastig í 2050 - júst sum ásett í París-avtaluni frá 2015.

Kortini bendir nógv á, at tað er ov seint at røkka hesum máli vegna stóru útlátini seinastu árini. Tosað verður tí um, at tað er meira sannlíkt, at hitavøksturin verður 1,8 stig, men tá skal útlátið minkast niður í eina helvt innan 2030. Tað verður tó neyvan møguligt, um ikki øll londini á COP26 taka annað skinn um bak longu frá komandi ári. Vegna óvissuna um eina felags semju á ráðsstevnuni er mest sannlíkt, at hitavøksturin kann gerast heilt upp til 2,5 til 2.8 stig í 2050. Tað fer so at hava við sær sera ógvuslig veðurfyribrigdi komandi árini. 

Millum málini, sum semja enn ikki er um, er lagnan hjá koli í framtíðar orkuframleiðsluni. Mong lond vilja áseta ein endadag fyri at brúka kol, meðan onnur, teirra millum lond, sum eru stórframleiðarar og brúkarar av koli, ynskja ikki at skriva undir eina avtalu, har ásett verður, at kol skal minka so líðandi og at ein endadagur verður ásettur fyri at brúka kol.

Eisini tá talan er um olju og gass er stór óvissa, tí hóast lond eru samd um at minka um útlátið frá øllum fossilum brennievnum, so meta flestu teirra tað vera neyðugt at brúka eitt nú olju og gass í mong ár aftrat. Stríð er eisini um, hvørtvítt lond skulu sleppa at halda fram við peningaliga at stuðla olju- og gassframleiðslu. 

Enn eitt mál, sum ósemja framvegis er um, er hvussu stórar upphæddir tey ríkaru londini vilja binda seg til at gjalda fyri veðurlagsbroytingar í menningarlondunum, har ikki minst oyggjalond longu líða undir avleiðingum frá veðurlagsbroytingum so sum hægri vatnstøðu, turki, ódnum og methøgum hita.

Longu í 2014 varð avtalað, at ríki heimurin skuldi rinda 100 mia. dollarar til menningarlondini um árið fyri at hjálpa teimum at fáa bilbugt við avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Tann avtalan hevur ongantið verið tikin í nóg stórum álvara. Umboð fyri menningarlondini hava tí veruliga gjørt vart við seg í Glasgow og krevja, at ríkaru londini, sum eiga høvuðsábyrgdina av veðurlagsbroytingunum, mugu hjálpa teimum við at forða fyri oyðileggingum frá broytta veðurlagnum. 

Millum málini, sum londini tykjast vera samd um, er at minka um vandamikla útlátið av metan. Eisini er semja um at forða fyri avskóðing kring heimin. Nýtslan av elbilum verður eisini raðfest høgt eins og nýtslan av varandi orku í nærum øllum lívsins viðurskiftum. 

Stórur dentur verður lagdur á at fáa við í endaligu avtaluna, at ráðstevna skal vera hildin aftur longu um eitt ár. Har skulu londini gera greitt, hvørji mál tey hava sett sær fyri at minka um útlátið, og tey skulu eisini gera greitt, hvussu tey ætla sær at liva upp til hesi mál. 

Forsetin fyri ráðstevnuni bretski ráðharrin Alok Sharma segði fríggjakvøldið, at miðjað verður móti at leggja fram endaligt uppskot til semju seinnapartin leygardag. Tó halda fleiri eygleiðarar, at endalig avtala verður neyvan undirskrivað fyrr enn sunnudagin visti BBC at siga frá í gjárkvøldið. 

Men neyvan eru allar súðir syftar, tó at alt verður gjørt fyri at snikka saman neyðsemjur av alskyns slag til tess at fáa øll londini at góðtaka eina avtalu. Lyklaorðið fyri eitt positivt úrslit av COP26 er at kunna halda málið við 1,5 hitastigum livandi í 2050 ella sum tikið verður til -  ONE POINT FIVE ALIVE. 

Keldur: BBC, CNN, Sky News, Aljazeera

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder