Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevur loksins samtykt eina nýggja veðurlagslóg, sum m.a. hevur við sær tvær orkuoyggjar umframt at leggja upp til at seta í gildi ein skattareform, sum eisini fevnir um CO2 avgjald.
Bert ein flokkur í Fólkatinginum tekur ikki undir við avtaluni, og tað er Nye Borgerlige. Allir hinir flokkarnir standa aftanfyri avtaluna, sum longu hevur fingið partar av vinnulívinum at frøðast. Eitt nú eru donsk reiðarí, sum eiga umleið 200 skip, ið arbeiða á vindmylnuøkinum, sera fegin og síggja fyri sær mong nýggj arbeiðspláss eisini. Henda semja fer at skapa vakstrarmøguleikar.
Til tess at røkka málinum um 70% minking í CO2 útlátinum í 2030 verður mett, at útlátið skal minkast við 19 mió. tonsum. Við nýggju avtaluni ber til at minka tað við 3,4 mió. tonsum, sum er væl meira enn stjórnin legði upp til, sum var 2 mió. tons. Tvs. at andstøðan hevur lagt upp til at hækka lækkingina við umleið 1,4 mió. tonsum meira enn tað stjórnin legði upp til.
Eisini er frøðin stór hjá andstøðuflokkum og stuðulsflokkum hjá stjórnini, nú tekin eru til ein skattareform við CO2 avgjaldi, nakað, sum hevur fylt sera nógv í danska orkukjakinum seinastu tíðina. Tað er greitt, at sosialdemokratiska minnilutastjórnin er sera ivasam um at seta í gildi eitt CO2 avgjald, tí hetta verður sera torført m.a. at skipa og fyrisita.
Avtalan, sum stór undirtøka er fyri, verður nevnd, "Veðurlagsavtala fyri orku og ídnað 2020” og fevnir m.a.um:
Ein grønan skattareform, sum inniheldur eitt CO2 avgjald.
Meira havvind: Danmark fer undir at seta á stovn tvær sonevndar orkuoyggjar innan 2030. Tær eru uppá tilsamans 5 gigawatt. Onnur verður nærhendis Bornholm og er 2 gigawatt, og hin verður í Norðsjónum og er uppá 3 gigawatt. Haraftrat verður stovnsetan av havmvindmylnulundini “Park 2” við Hesselø uppá 1 gigawatt framskundað. Tey íalt 6 gigawattini av havvindi eru tríggjar ferðir so nógv sum núverandi framleiðslan av havvindi í Danmark.
Orkuoyggjarnar skulu ikki einans framleiða streym, tær skulu uppá sikt kunna bindast í tøkni, sum kann goyma og umgera grøna streymin til grøn brennievni. Hetta slagið av tøkni verður kallað “Power-to-X”. 800 mió. kr. verða settar av árliga til at fanga og goyma CO2 frá 2024. Hetta fer at minka um CO2 útlátið við 0,9 mió. tonsum um árið í 2030.
Grønar broytingar í ídnaðinum: Avtalan fevnir eisini um stig, sum skulu fáa ídnaðin at gerast meira grønur eitt nú við elektrifisering og orkueffektiviteti og meira biogassi. 2,5 mia. kr. verða avsettar til hetta endamálið millum 2020 og 2030. Samtíðis verða settar av 2,9 mia. kr. fram til 2030 til biogass og onnur grøn gassløg, sum eru neyðug fyrst og fremst í ídnaðinum, har grønur streymur ikki kann brúkast.
Grønur hiti til danir: Olja og gass skulu burtur úr skipanini og ístaðin skal grønur fjarhiti brúkast ella elriknar hitapumpur. Avtalan inniheldur tí eina minking av avgjaldinum til “grønan streym” til upphiting, eins og hækking av avgjaldinum til “svartan hita”. Stuðul verður latin til at beina burtur olju- og gassfýr og stuðul til at sleppa av við bindingarnar at brúka nátúrgass. 2,3 mia. kr. verða settar av til at fara burtur frá olju- og nátúrgassfýrum til grønan hita. Hitapakkin minkar CO2 útlátið við 0,7 mió. tonsum í 2030.
Grønur flutningur: Her skulu 50 mió. brúkast til løðustøðir men eisini til tungan flutning og ferjur.
Stjórnin fer eftir summarfrítíðina í 2020 og leggja eina samlaða ætlan fyri flutning.
Einki verður annars nevnt um komandi útbjóðingina til oljuleiting á danska landgrunninum, nakað, sum stuðulsflokkarnir hjá minnilutastjórnini annars hava kravt skal vera partur av avtaluni. Stjórnin hevur áður sagt, at hon kannar, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri samfelagið og búskapin, um avgerð verður tikin um at steðga útbjóðingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald