Útbyggingar av grønari varandi orku hava leingi verið partur av danska orkukjakinum og politikkinum. Nú um dagarnar varð ein nýggj verkætlan løgd fram um at fimmfalda orkuna frá havvindmyllum í Danmark.
Síðani er enn ein varandi orkuætlan komin undan kavi, sum er at fýrfalda grønu orkuna á landi innan 2030. Her er bæði talan um orku frá vindmyllum og sólorku.
Hesar útbyggingar koma at fara við nógvum lendi á landi.
Kommunurnar hava í hesum sambandi heitt á stjórnina og myndugleikar um at taka borgararnar við uppá ráð í størri mun enn higartil. Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at íbúgvar í bæði Danmark og Norra eru ímóti, at stór náttúruvøkur lendi skulu skemmast av t.d. vindmyllum. Og sama mótstøða er eftir øllum at døma eisini móti at brúka markir og stór lendi til sólorkupanelir.
Kommunernes Landsforening hevur ført fram umrøddu sjónarmið, hóast felagsskapurin eisini tekur væl ímóti tiltøkum, sum kunnu rudda slóð fyri tí grøna orkuskiftinum. Spurningurin er um, hvussu stór lendi myndugleikarnir skulu hava loyvi til at ognartaka fyri at kunna fremja stóru nýggju varandi orkuætlaninar kring alt Danmark, uttan at taka borgararnar við í viðgerðina skrivar Energy Watch.
Skal ætlanin hjá stjórnini gerast veruleiki skal lendi svarandi til 13.700 hektarar setast av til vindmyllur og eitt lendi svarandi til 22.900 hektarar til sólpanelir. Men skal hetta eydnast, so má eitt vindmylnuloft frá 2018 strikast fyrst. Loftið merkir, at tað í 2040 mugu vera í mesta lagi 1850 landvindmyllur í Danmark. Í dag eru umleið 4200, harav fleiri mugu takast niður, um ikki loftið verður avtikið.
Tað er avgerandi, at lokalsamfeløgini verða tikin við uppá ráð í sambandi við lokalar orkuverkætlanir, soleiðis at tey eisini fáa sín ognarlut í teimum so ella so siga umboð fyri kommurnar. Ein partur av yvirskotinum, sum kemur frá grønum orkuútbyggingum, skal fara sum kompensatión til lokaløkið sigur formaðurin í Kommunuernes Landsforening. Slíkt kundi so farið til at gagna náttúruni, drekkivatninum ella nútímansgerð av lokalu økjunum.
Innanríkisráðharrin Christian Madsen sigur, at hann fer at hyggja eftir, hvat kann gerast fyri lokalsamfeløgini, nú tað grøna orkuskiftið skal fremjast í verki. -Vit fara at taka málið upp við hinar flokkarnar á Fólkatingi, hvussu vit kunnu gera meira fyri lokaløki, sum koma at vera við til at lyfta ein munandi part av hesum og harvið týðandi uppgávur fyri heildina, tá lokal øki skulu leggjast av til orkulundir. Tað hevur týdning fyri okkum, at vit fáa lagað viðurskiftini soleiðis, at hædd verður tikin fyri lokaløkjunum og borgarunum har og samtíðis tosa um, hvussu vit kunnu gera meira fyri hesi øki sigur hann.
Í kvøld kl. 18.30 verður skipað fyri fundi í Vestmanna, har ein áhugabólkur saman við kommununi ynskir at hava eitt orðaskifti um ætlaninar hjá SEV at brúka lendi í sambandi við framtíðar grøna orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald