Uttanlands

Dómstólur í Oslo steðgar oljuútbyggingum

Ein dómstólur í Oslo hevur givið umhvørvisfelagsskapum viðhald í rættarmáli móti trimum orkuútbyggingum 

2024-01-21 20:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Í vikuni gjørdi ein dómstólur í Oslo av, at loyvi til tríggjar olju- og gassútbyggingar í Norra skulu takast aftur vegna veðurlagsorsøkum.

Talan er ium sakarmál, ið Greenpeace saman við Natur og Ungdóm felagsskapunum hava reist móti norsku stjórnini, har kravið var at steðga útbyggingum av trimum olju- og gassleiðum á norska landgrunninum. Dómurin hevur vakt stóran ans og verður nú gitt, hvørjar avleiðingar hann kann fáa fyri onnur útbyggingarloyvi, sum norski staturin hevur givið orkufeløgum. 

Enn er ógreitt, hvørjar avleiðingar dómurin kann fáa um nakrar. Tí stjórnin hevur møguleika at kæra dómin fyri hægri rætt. Enn er tó ikki avgerð tikin um tað, og higartil hevur norska stjórnin ikki gjørt viðmerkingar til dómin. Dómurin, sum enn ikki er “rettskraftig”, sum tað verður málborið á norskum miðlum, ger tó greitt, at trý oljuloyvi, sum staturin hevur latið, eru ógyldug. Umboð fyri andstøðuflokkar í Norra krevja nú, at norski forsætisráðharrin Støre ger greitt, hvussu stjórnin ætlar sær at liva upp til dómin. Víst verður á, at møguliga merkir dómurin, at tær 22 útbyggingarnar, sum stjórnin longu hevur givið loyvi til seinastu trý árini, eisini skulu ógildast samsvarandi dóminum. 

Ein grundgeving fyri dóminum er, at Hægstirættur í 2020 avgjørdi, at stjórnin eigur at kanna, hvørjar avleiðingar útlátið frá olju og gassi fer at fáa fyri veðurlagið, áðrenn nýggj loyvi verða latin til at fara undir framleiðslu frá nýggjum oljufundum. Og tað hevur stjórnin ikki gjørt.

Spurningurin í løtuni er, um stjórnin fer at kæra avgerðina til hægri rætt ella fer í Stórtingið við málinum til tess at forða fyri, at slík rættarmál seta fót fyri olju- og gassvinnuni.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder