Uttanlands

Donald Trump hatar vind

Verður hann afturvaldur til forseta kann tað skaða møguleikarnar hjá donsku fyritøkunum Vestas og Ørsted í USA

2024-04-19 11:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Skuldi tað hent, at fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump verður afturvaldur, kann tað gerast ein dyggur smeitur fyri grønu vindmylnufyritøkurnar í Danmark, Vestas og Ørsted. Hesar leggja stóran dent á eina framtíð í USA, har útbygging av vindorkuni verður raðfest sera ovarliga hjá eitt nú verandi forsetanum Joe Biden.

Tað er eingin loyna, at Donald Trump ikki sær teir stóru møguleikarnar í varandi orku so sum vindi. Hetta hevur hann feiri ferðir gjørt greitt og fer hann, verður hann afturvaldur, heldur at heita á olju- og gassfeløgini um at bora meira og meira: “Drill baby, drill”.  

Á einum fundi við umboð fyri olju- og gassídnaðin skal Trump hava sagt: “Eg hati vind.” Hetta skrivar Washington Post. Trump sigur seg ætla at steðga útbyggingum av vindorkuni kemur hann til valdið og ístaðin at skunda undir framleiðsluna av olju og gassi.

Verandi forsetin Biden hevur annars tikið fleiri stig til at menna grøna orkuskiftið við m.a. at stuðla fyritøkum, sum vilja gera íløgur í USA og orkuskiftið. Hetta er nakað, sum m.a. danskar fyritøkur hava roynt at gera sær dælt av. 


[object Object]


Sí leinkju til grein í Washington Post um Trump og vindorku. 

https://www.nytimes.com/2019/04/03/climate/fact-check-trump-windmills.html

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder