Sum fyrsta oljufelag nakrantíð í heiminum hevur norska Exquinor tikið í brúk eina dronu í sínum virksemi í Norðsjónum. Hetta hendi nú um dagarnar, tá drona flutti ein eykalut úr landi til ein av gasspallunum í Norðsjónum. Nýggja dronutøknin, sum á mongum økjum hevur fingið stóran týdning, fer eftir øllum at døma eisini at koma væl við í olju- og gassvinnuni - bæði fyri at minka um útreiðslur og samtíðis eisini fyri at minka um CO2 útlátið.
Dronan flutti ein lítlan 3D printaðan lut til ein bjargingarbát umborð á Troll A framleiðslupallinum. Og alt gekk sum fótur í hosu. Hjá Equinor fegnast tey um hesa fyrstu royndina at brúka dronutøknina í olju- og gassvinnuni og siga tey, at hetta er ein gongd, sum uttan iva fer at mennast og fáa stóran týdning fyri virksemið í framtíðini. Tað fer at økja um trygdina eins og gera virksemið munabetri og bíligari umframt at gera tað meira umhvørvisvinarligt. Eitt nú kann tað koma at minka munandi um CO2 útlátið.
Henda fyrsta royndin at brúka dronuflutning í altjóða oljuvinnu var ætlað sum fyrsta stigið í eini gongd, sum skjótt kann gerast týðandi partur av olju- og gassvirkseminum kring heimin. Dronan, sum varð brúkt til hesa arbeiðsuppgávuna, var av slagnum Camcopter s-100 model, framleidd av fyritøkuni Schiebel, sigur Equinor í tíðindaskrivi. Dronan hevur verið roynd í hernaðarhøpi og til uppgávur hjá vaktar- og bjargingartænastum. Sjálv dronan er fýra metrar long og vigar 100 kilo. Hon kann flúgva 150 km um tíman og flyta lutir upp til 50 kilo. Felagið, sum rekur dronuna, er Nordic Unmanned í Sandnes.
Hjá Equinor síggja tey dronutøknina sum ein týðandi møguleika í framtíðini, sum kann vera við til at gera vinnuna uppaftur meira lønandi og kappingarføra umframt trygga og umhvørvisvinarliga. Dronan er útbgjørd við sera framkomnum myndatóli, ið kann vera sera hent í sambandi við vanlukkur og dálking. Equinor sigur, at dronur kunnu eisini fáa stóran týdning fyri teirra nýggja vindorkuvirksemi til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald