2025-12-18 16:14
Hetta sigur altjóða orkustovnurin IEA í seinastu frágreiðing síni. Tað vera varandi orka, kjarnorka og gass, sum fara at minka tørvin á koli eftir 2030.
Nýtslan av koli í India minkaði orsakað av monsunregni, sum samtíðis vaks um vatnorkuna.
Í USA vaks kolanýtslan vegna høgar gassprísir og politiskan stuðul. Trump forseti tók stig til at stuðla kolavinnuna við stórum upphæddum til tess at forða fyri, at kolanám vórðu latin aftur.
Kina, sum er heimsins størsti brúkari av koli, brúkti 30% meira kol enn øll onnur lond tilsamans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald