Uttanlands

Elon Musk: - Heimurin tørv á meira olju og gassi

Tørvur er á meira olju og gassi – í hvussu er mongu komandi árini – til tess at røkka eini burðardyggari framtíð segði eigarin av Tesla elbilunum, Elon Musk á ONS orkuráðstevnuni í Stavanger nú um dagarnar.

Elon Musk, sum er ein av teimum, ið hevur gingið á odda í grøna orkuskiftinum við sínum Tesla elbilum, segði á orkustevnu í Stavanger, at heimurin hevur tørv á olju og gassi í mong ár aftrat

Elon Musk, sum er ein av teimum, ið hevur gingið á odda í grøna orkuskiftinum við sínum Tesla elbilum, segði á orkustevnu í Stavanger, at heimurin hevur tørv á olju og gassi í mong ár aftrat

2022-08-30 19:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Maðurin aftanfyri SpaceX og Tesla var ein av høvuðsrøðarunum á stóru orkumesssuni ONS í Stavanger nú um dagarnar.  Hon hevur verið avlýst í tvey ár orsakað av Covid.

Orðini fullu tó ikki í góða jørð hjá umhvørvisfelagsskapinum “Just stop Oil now”, sum mótmælti uttanfyri ráðstevnuhølini.

Elon Musk segði m.a., at hann var ikki ein, sum hevði til endamál at demonisera olju og gass. -Hesi eru neyðug beint nú. Uttan hesi kann sivilatiónin ikki virka. So tað eg haldi er, at okkum tørvar meira olju og gass – ikki minni.  

-Men um somu tíð mugu vit flyta okkum so skjótt til ber til ein burðardyggan orkubúskap.

Musk tók undir við norska forsætisráðharranum, sum á ráðstevnuni fegnaðist um royndirnar at økja um havvindorkuna, tí har liggja sera stórir ótroyttir møguleikar. Musk nevndi eisini týdningin av at menna battarígoymslu sum ein buffari fyri varandi orku so sum havvind og sólorku.

Musk segði seg eisini stuðla kjarnorku, hóast tað kanska ikki er so vælumtókt millum manna at gera tað. -Hevur tú eitt vælgjørt kjarnorkuverk, so skal tú ikki sløkkja tað serliga ikki beint nú.

Musk nam eisini við týdningin, sum elbilar hava fyri grøna orkuskiftið og helt, at her er tó enn nógv eftir at gera fyri at røkka á mál eitt nú við at finna røttu ráevnini til framleiðslu av battaríum.

Umframt Elon Musk og Jonas Gahr Støre vóru eisini ukrainski forsetin Zelensky og stjórarnir í Equinor og TotalEnergies við á ráðstevnuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder