Equinor er aftur av álvara farið at vísa bretska landgrunninum áhuga og her ikki minst økinum beint við føroyska markið, har oljukeldan Rosebank skjótt verður útbygd til framleiðslu. Vit síggja eisini, hvørjar keldur og loyvi norska felagið hevur.
Um somu tíð sum Føroya Løgting viðger framtíðar leiting á landgrunninum framvið markinum til Bretlands, er greitt, at norski oljurisin Equinor nú er farin undir at fyrireika eina stóra oljuútbygging beint hinumegin markið. Talan er um Rosebank oljukelduna, ið Equinor herfyri keypti nærum helvtina av og harvið eisini leiklutin sum fyristøðufelag. Tvs. at norska felagið hevur fingið til uppgávu at gera eina útbyggingarætlan fyri oljukelduna.
Og sambært Dagens Næringsliv ætla norðmenn ikki at liggja sjóvarfallið av sær, men eru longu farnir til tekniborðið við eini útbyggingætlan og sambært upplýsingum, sum norski miðilin hevur fingið atgongd til, so ætlar Equinor at skrúva frá fyri fyrstu oljuni við markið í 2026.
Hóast Equinor brúkar mestu orkuna til at leita og útbyggja á norska landgrunninum, so er felagið eftir øllum at døma farið at raðfesta bæði leiting og útbygging í grannalagnum, í hesum førinum í Bretlandi, tó heilt tætt við føroyska landgrunnin. Nakað, sum kanska kundi bent á, at norska felagið er ikki so langt frá aftur at seta kikaran á føroyska landgrunnin. Tað er nevniliga ein sannroynd, at oljufeløg, sum útbyggja stórar oljukeldur, fegin eisini vilja hava fatur í økjum, sum liggja rundan um ella í grannalagnum. Rosebank liggur rímuliga tætt við føroyska markið.
Við avgerðini at keypa seg inn aftur í Rosebank – eitt skifti átti táverandi Statoil stóran part av kelduni men seldi hann til OMV – hevur Equinor signalerað, at tað vil brúka orku uppá onnur øki í Vesturevropa uttan fyri norskt øki. Seinni í ár fer Equinor undir at framleiða frá stóru oljukelduni Mariner, sum liggur á bretska landgrunninum í ein norðan og eystan úr Hetlandi. Sostætt stendur Equinor fyri at skula framleiða olju frá tveimum nýggjum keldum í bretskum øki millum Norra og Føroya. Útbyggingin av teimum báðum keldunum er mett at kosta einar 100 mia. kr.
Venda vit nú aftur til møguligu framtíðar føroysku leitingina, so er greitt, at útbygging av tveimum stórum oljukeldum tætt við føroyska landgrunnin, kann fáa stóran týdning fyri framtíðar fund á føroyskum øki. Eru fund føroysku megin markið ov lítil til at vera útbygd einsamøll, so kann framleiðslan kortini gerast lønandi við at binda tey í oljukeldurnar hinumegin markið, nevniliga Cambo og Rosebank. Hetta liggur so nøkur ár frammi í tíðini og er treytað av, at tað verður leitað og funnið í føroyskum øki.
Uppá stytri sikt kunnu keldurnar Cambo og Rosebank tó eisini fáa týdning fyri Føroyar. Tí verður 5. útbjóðing, sum nú er til viðgerðar í Vinnunevndini, veruleiki, so liggur í kortunum, at Føroyar og Bretland fara undir nýggjar leitiútbjóðingar um somu tíð og í sama øki. Hugsast kann at økið vestan fyri Rosebank og Cambo tvs. báðumegin markið verður umfatað av 5. útbjóðing í Føroyum og 32. útbjóðing í Bretlandi. So tann sannroynd at her longu eru gjørd stór fund í umráðinum saman við tí møguleika, at grannalondini bæði fara at arbeiða saman um at fáa oljufeløg at varpa ljós á marknaøkið, kann medvirka til, at oljufeløg fara at søkja um leitiloyvi her.
Føroyskt ferðalag vitjar oljufeløg í Aberdeen. Umboð fyri FOÍB, fleiri vinnufyritøkur og føroyski sendimaðurin í London kunna oljufeløg um, hvat Føroyar hava at bjóða útlendsku oljuvinnuni, sum vaksir um sítt virksemi eystan fyri markið.
Aftrat hesum kemur so avleidda virksemi, sum bæði leiting og útbyggingar, kunnu fáa fyri føroysku veitingarvinnuna. Herfyri vóru umboð fyri vinnuna á kanningar- og kunningaferð í Skotlandi sum ein avleiðing av, at olju- og gassvirksemið veksur við fullari ferð eystan fyri føroyska markið. Hetta og komandi virksemi kann gerast eitt gott íkast hjá føroyskum fyritøkum eisini. So tað ræður um hjá føroyskari vinnu at gera altjóða oljufeløg og vinnuna í grannalondunum varug við, hvørjar vørur og tænastur Føroyar kunnu lata.
Danska frálandsskipið Esvagt Connector á Havnini í morgun fyri at skifta manning og fáa onkrar vørur. Tað arbeiðir eystan fyri markið.
Kemur so leiting í gongd aftur á føroyska landgrunninum fer eisini hon at geva føroyskari vinnu nýggjar arbeiðsmøguleikar. Summa summarum kann oljuleiting báðumegin markið til Bretlands og haraftrat útbyggingar av olju- og gasskeldum koma at gerast eitt got og nýtt íkast til føroyska búskapin komandi nógvu árini. Shefakaðalin hjá Føroya Tele er longu eitt talandi dømi um, hvussu føroyskar fyritøkur fóta sær í oljuvinnuni við góðum úrsliti. Og nú koma aðrar vónandi aftaná.
Uppstrikaða økið millum Hetland og Føroyar, sum oljufeløg nú varpa ljós á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald