Síðani russisku innrásina í Ukraina og royndirnar at steðga innflutninginum av olju og gassi úr Russlandi og annars støðugt hækkandi orkuprísirnar hevur bretska stjórnin heitt á olju- og gassfeløg um at økja um sítt virksemi í Norðsjónum til tess at gera Bretland minni bundið at innfluttari russiskari orku.
Síðani hevur avgerðin hjá stjórnini at seta í verk ein eyka skatt fyri somu olju- og gassfeløg, sonevnda Windfall Tax, fingið fleiri feløg at sáa iva um nýggjar íløgur í útbyggingar av olju- og gasskeldum í Norðsjónum. Men fyri at sleppa undan hesum hevur stjórnin so gjørt undantak í nýggju skattalógini, sum meira ella minni sleppur íløgum í nýtt oljuvirksemi undan skattinum.
Tað hevur kortini ikki broytt støðuna hjá fleiri av feløgunum, sum herfyri vóru á fundi við fíggjarmálaráðharran, Sunak, har tey gjørdu greitt, at tey ynskja broytingar í nýggja orkuskattinum, soleiðis at tað fer at bera til at gera stórar nýggjar íløgur.
Bretski fíggjarmálaráðharrin, Sunak, kann koma at avgera lagnuna hjá fleiri komandi útbyggingum av olju- og gassleiðum á Atlantsmótinum.
Hóast nógv bendir á, at fíggjarmálaráðharrin fer at halda fast við verandi skattaætlan, so verður kortini bíðað eftir einum svari frá stjórnini. Tað, sum hevur givið feløgunum vón um, at uppskotið kann verða broytt, eru úttalilsini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra um, at nýggi skatturin fer at forða fyri, at nýggjar íløgur verða gjørdar í Norðsjónum, hvat er sera óheppið, nú Bretland vil gerast minni heft at innfluttari orku.
Tað hevur serliga verið varpað ljós á tær báðar risastóru útbyggingarnar av keldunum Rosebank og Cambo við markið. Sum støðan er beint nú ræður óvissa um tær, men á eini ráðstevnu í farnu viku, har 250 umboð fyri 140 veitingarfeløg í Bretlandi luttóku, segði varaforsetin hjá Equinor fyri Bretland og Írland, Arne Gurtner, at ráðstevnan vísti ein greiðan vilja hjá Equinor og veitingarvinnuni annars at fara undir útbygging av Rosebank.
Hóast leysatíðindi hava sátt iva, um norska felagið fór at byggja kelduna út, so kundi Equinor stjórin í samrøðu við Energy Voice sissa umheimin, at hetta vóru bara spekulatiónir. -Her er talan um eina sera kompliseraða verkætlan, sum krevur langtíðar íløgur og sum fer at skapa stór virði í fleiri ártíggju. Vit hyggja sjálvandi eftir øllum, sum kann hava ávirkan á eina so kostnaðarmikla útbygging og her eisini skattatreytum ol. Men henda ráðstevnan er ein greið ábending um ætlanina at halda fram og hava vit nú samrøður við veitarar.
“This event here is a clear intention of going ahead. Our intentions and ambitions are very clear and we’re actively seeking engagement with suppliers.”
Equinor stjórin sigur, at teir hava gjørt eina ætlan fyri útbygging av Rosebank, sum tekur hædd fyri grøna skiftinum og sum skal minka munandi um útlátið eitt nú gjøgnum elektrifisering av framleiðsluni á pallinum.
“We are establishing a low carbon plan for Rosebank, which includes looking into electrification. The ambition is to deliver the lowest carbon project on the UK Continental Shelf.”
Nú verður so bíðað í spenningi eftir, um bretskir myndugleikar fara at taka til sín onkur av ynskjunum hjá oljuvinnuni, harímillum at fremja broytingar í komandi nýggja skattinum, soleiðis at hann ikki tekur hugin frá íleggjarum at gera íløgur í ætlaðar útbyggingar á bretska landgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald