Ein meiriluti í ES tinginum samtykti í gjár at vísa aftur eini roynd at steðga einum uppskoti, sum vil gera gass og kjarnorku burðadygga. Sambært uppskotinum fer ES í eini skiftistíð at loyva limalondunum at gera íløgur í gass og kjarnorku, hetta fyri at kunna nøkta eftirspurninginum eftir orku, nú lond royna at sleppa undan at innflyta eitt nú gass úr Russlandi.
Úrslitið er ein sigur fyri Týskland og Frakland, sum fara at vera bundin at ávikavist gassi og kjarnorku í mong ár í framtíðini. Stigtakarar til uppskotið gera tó greitt, at treytir fylgja við soleiðis at lond, sum framleiða gass, skulu binda seg til at minka um útlátið og røkka null útláti í 2050. Víst verður á, at ein orsøkin til at góðkenna gass sum grøna burðadygga orku er skjótari at sleppa undan at brúka olju og kol. Og hvat viðvíkur kjarnorku skulu lond binda seg til at finna loysnir fyri burturbeining og goymslu av kjarnorkuburturkasti.
Mótstøðufólk hava víst á, at uppskotið at loyva íleggjarum at gera íløgur í bæði gass og kjarnorku, fer at seta kíla í grøna orkuskiftið. Tað fer at gera tað truplari at fáa íleggjarar at seta pening í burðardyggar grønar orkuloysnir, og tá er lítið vunnið á grønu leiðini siga tey. Mótstøðufólkini siga, at uppskotið fer at flyta íløgur frá grønum loysnum til gass og kjarnorku.
Viðhaldsfólk siga hinvegin, at tað fer tvørturímóti at gagna orkuskiftinum, tí fleiri lond fara at hava tørv á bæði gassi og kjarnorku fyri at koma ígjøgnum orkuskiftið og harvið røkka útlátsmálunum.
Í londum sum Danmark, ið gongur undan við tí grøna orkuskiftinum, er sera stór ónøgd við, at gass og kjarnorka nú verða flokkað sum grøn. Umboð fyri Sosialdemokratiska flokkin og Einheitslistan siga, at stigið er eitt stórt afturstig fyri grøna orkuskiftið, nú eitt nú pensiónsgrunnar og aðrir íleggjarar frítt kunnu gera íløgur í gass og kjarnorku. Hinvegin sigur umboð fyri Konservativa flokkin, at avgerðin er eitt stórt framstig. -Vit røkka ongantíð CO2 málunum í 2050, um ikki gass verður góðkent sum grøn orka eitt tíðarskeið.
Hóast samtyktina í ES tinginum, so hava stórir aljóða peningastovnar gjørt greitt, at teir fara framhaldandi at ganga ímóti íløgum í fossila orku og harvið eisini gass.
Avgerðin í ES hevur fingið veruliga øði í umhvørvisfelagsskapir so sum Greenpeace, sum ger greitt, at tað fer at gera alt tað kann fyri at forða nýggju samtyktini. Eisini hava lond í ES sagt seg vilja fara rættarvegin og kæra avgerðina inn fyri altjóða dómstól. Umboð fyri ES hava í tí sambandi sagt frá, at hetta fer neyvan at vera møguligt.
Leinkja
https://www.europarl.europa.eu/news/en/press-room/20220701IPR34365/taxonomy-meps-do-not-object-to-inclusion-of-gas-and-nuclear-activities
Keldur: E24, World Oil, Energy Voice, Euractiv, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald