Uttanlands

ES: Meiri streymur frá varandi orku enn kolvetnum

2025 var fyrstu ferð, har vind- og sólorka stóðu fyri meira streymi enn fossilu keldurnar kol, gass og olja vísa tøl hjá DR.  

2026-01-24 18:55 Author image
Jan Müller

Hetta fegnast Marie Münster, professari og serfrøðingur í orkuskipanum á Danmarks Tekniske Universitet sambært DR um. Gongdin vísir, at útlátið av CO2 nú er minni frá elframleiðsluni í Evropa, og tað fær avmarkað negativu avleiðingarnar fyri veðurlagsbroytingar.

[object Object] 

DR vísir á, at gongdin í Evropa vísir eina altjóða gongd eisini, har grøna orkan tekur seg fram sigur Marie Münster. Altjóða orkustovnurin, IEA metir, at 2025 kann gerast árið, har altjóða elframleiðslan legði útlátið afturum seg. Hetta er ikki bara gott fyri veðurlagið. Tað hjálpir eisini Evropa at klára seg sjálvt, nú ES innflytir stórar nøgdir av kolvetnum úr londum í Miðeystri og USA. Um somu tíð fær tað elprísirnar at lækka. 

[object Object]

Hóast hesa gongdina, so brúkar ídnaðurin framhaldandi stórar nøgdir av fossilum brennievnum eins og bilar og lastvognar brúka bensin og diesel. -Tað ræður um at brúka gongdina í elframleiðsluni sum lokomotiivið, sum kann fáa annað framleiðsluvirksemi at fylgja aftaná.

[object Object]

Kelda: Ember

(Ember is an energy think tank that aims to accelerate the clean energy transition with data and policy. Ember is the trading name of Ember Energy Research CIC, a Community Interest Company registered in England & Wales #06714443. 'Ember' is a trademark held at the United Kingdom and European Union Intellectual Property Offices. All content is released under a Creative Commons Attribution Licence (CC-BY-4.0). Website powered by 100% renewable electricity.)

Danski professarin sigur, at tvær orsøkir eru til gongdina. Onnur er, at ES hevur sett í gildi veðurlagsavgjøld við eini kvotaskipan fyri CO2 nýtslu, soleiðis at tey, sum dálka, skulu rinda. Tað merkir skrivar DR á síni heimasíðu, at kolaverkini skulu rinda eyka, um tey t.d. brúka skitið kol. Ein kvotaskipan fer at bøta um hesi viðurskiftini sigur professarin.

Hin orsøkin er, at ES hevur eitt felags mál um at minka um nýtsluna av gassi eftir russisku innrásina í Ukraina. (Til hetta hoyrir eisini, at Evropa nettupp orsakað av innrásini, sum hóttir orkutrygdina, tørvar stórar nøgdir av gassi eitt nú úr Noregi, blaðm.)

Haraftrat kemur, vísir danski professarin á, at ES sleppur sær av við ymsar fløskuhálsar fyri grøna orku. Slíkir eru m.a. at gera tað lættari hjá myndugleikum at lata góðkenning til sól- og vindorkuverkætlanir. Hon ger tó vart við, at tað eru politikarar í Evropa, sum ynskja at órógva umskiftið og m.a. hava kravt, at CO2 kvotagjald á olju og gassi til flutning og upphitan skal flytast við einum ári til 2028.

Søgan aftanfyri hetta er m.a. tann, at týska stjórnin ynskir at verja risastóra bilídnaðin.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald