Eftir drúgva viðgerð nú í fleiri vikur í ES tinginum hevur ein meiriluti samtykt eina nýggja lóg, sum skal bøta um oyðan av náttúruni og fáa hana aftur á beint.
Hetta hendir hóast umhvørvisnevndin í ES tinginum ikki er samd um nýggju lógina. Tá hevur ein meiriluti í tinginum kortini tikið málið í egnar hendur.
Uppskotið hevur hingið í einum klønum tráð seinastu vikurnar, men í gjár atkvøddi ein lítil meiriluti fyri at seta nýggju lógina í verk.Tað skrivar Altinget.
Nýggja lógin skal tryggja, at 20% av náttúruni í Evropa á landi og í havinum skal verða endurreist í 2030. -Hetta er ein góð lóg, sigur talsmaðurin fyri uppskotið í ES tinginum, César Lunar. -Nú byrjar arbeiðið at endurreisa náttúruna í Evropa.
Eftir mikla togtogan fyri og ímóti uppskotinum atkvøddu 336 limir fyri og 300 ímóti. 13 limir atkvøddu ikki. Tað var ES nevndin, sum í fjør legði fram uppskot um at endurreisa náttúruna í Evropa, sum verður mett at vera álvarsliga hótt.
Umboð fyri vinstraflokkar í ES fegnast um avtaluna, tí hon fer at koma væl við hjá bæði grøna landbúnaðinum og fiskivinnuni, sum liva av eini sunnari náttúru. Kortini eru fleiri limir í ES tinginum ónøgdir við, at so nógvar broytingar eru gjørdir í endaliga uppskotinum.
Hinvegin halda aðrir limir, at nýggja lógin kann fáa óhepnar avleiðingar fyri matvørufrmaleiðsluna og varandi orku. Tað var fyrst og fremst tann konservativi parturin av ES, sum atkvøddi ímóti nýggju lógini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald